Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

1. deild góða byrjan

1. deild góða byrjan

| 11/03/17

Samstarvið millum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Royn kom væl frá byrjan í 1. deild. Allarfyrsti dystur við nýggja samstarvinum í kappingarárinum 2017 bleiv leiktur í dag á Eiðinum í Vági.

Dysturin hjá 1. deild byrjaði klokkan 15 í dag og mótstøðuliðið var ÍF. Endin á dystinum var ein tryggur 5-0 sigur til heimaliðið og sostatt liggur liðið á fyrsta plássinum.

Málini gjørdu Ari Poulsen, Teitur Mortensen og Carl Mikkjal Bech (3).

Vert er at nevna, at málini sum Carl gjørdu vóru øll skotin innan 11 minuttir. Fyrsta málið hjá honum fall í 66. minutti og tað triðja bleiv gjørt í 77. minutti. Carl var sjálvur innskiftur tá 63 minuttir vóru farnir, so tað tók honum gott 14 minuttir at fáa sítt hattrick.

Vónandi er hetta eitt greitt tekin um hvussu dysturin í morgin fer at hilnast. Klokkan 15:00 sunnudagin tekur TB/FC Suðuroy/Royn í móti ÍF við Stórá.

Myndin er av Carl Mikkjal Bech í TB troyggjuni.