Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

100 ára føðingardagurin

100 ára føðingardagurin

| 13/05/15

Ein afturvendandi táttur hetta árið verður í samband við at heimasíðan Tíðarrit er komin online, hetta er eitt savn av at kalla øllum gomlum bløðum, sum hava verið útgivin í Føroyum.

Seinast hugdu vit aftur til ein minnisverdan dag fyri TB’arar, nevniliga dagin tá 1977 meistaraheiti kom í hús. Hesu ferð leggja vit leiðina aftur til 1992, tá TB fylti 100 ár. Bløðini gjørdu nógv burturúr søguliga dagin hjá okkara kæra felag. Eisini løgmaður, Atli P. Dam og aðrir embætismenn hava borið fram heilsu til felagið á runda degnum.

Sosialurin gjørdi nógv burturúr, at kalla, alla vikuna í samband við 100-ára dagin hjá elsta fótbóltsfelagnum.

Hetta vikuskifti var stór vetisla hildin í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Áðrenn veitsluna var dystur á Eiðinum í Vági móti arvafíggindanum – uppgerðin endaði tá við einum málleysum javnleiki.

Til sjálva veitsluna vóru ikki færri enn 950 fólk komin saman at hátíðarhalda felagið, ið vit øll eru so stólt um. Sosialurin skrivar um veitsluna, at tað fór eitt hálvt tons av eplum, 350 kilogram av oksakjøtið, ein tunna av sovs, 42 fryntiliga servitrisur og tvey fótbóltslið av skonkjarum til at gera veitsluna væleydnaða.

Undir yvirskiftini: “Alt gekk uppá stás” sæst at lesa, at felagið hendan dagin fekk heili 350.000 krónur í gávu umframt aðrar gávur, harav nógvar vóru tilevndar úr gróti. Eisini ber til at lesa um, at dansa var til tann ljósa morgun eftir at fleiri røður vóru hildnar. Millum røðararnar vóru: Knútur Nygaard, formaður í TB, Heðin Mortensen, formaður í ÍSF, Dánjal av Rana, býráðsformaður og Einar Larsen bara fyri at nevna nøkur navn úr rúgvuni.

Ein av teimum serligu gávunum, ið TB varð handað hendan dagin, var frá ÍSF, sum góvu TB ein svenskan ungdómsvenjara í ein mánaða í 1993. Til veitstluna vóru TB veteranar frá Hetlandstíðini eisini heiðraðir.

Føðingardagurin

Í Sosialunum frá 13. mei 1992 er nógv gjørt burturúr 100-ára degnum. Ein long samrøða er við Mervyn Dimon. Umframt samrøðuna við Mervyn er ein grein eftir Sverra Midjord, har hann millum annað umrøður nakrar av teimum størstu hendingarnar í søgu felagsins.

Í Sosialinum frá 14. mei er eisini gjørt nógv burtur úr føðingardegnum, her ber til at lesa eitt søguligt yvirlit yvir tey fyrstu 100 árini hjá felagnum. Her verður Von Mehrens steypið nevnt, sum roknað verður við er størsta ogn hjá TB.

Ikki bert Sosialurin gjørdi nógv burturúr føðingardegnum hjá TB, Dimmalætting gjørdi eisini nógv burturúr í samband við runda degnum. Millum annað ber til at lesa eina grein eftir Bergi Stórhamar í Dimmalætting frá 14. mei. Greinin í Dimmu 14. mei er fyrsti partur, annar partur kann lesast í Dimmu frá 14. mei.

Umframt at halda røðu á veitsluni, so hevur Heðin Mortensen, sum tá var formaður í ÍSF, eisini eina røðu til setanarhátíðarhaldi á Sevmýri undir yvirskriftini “TB slóðaði, onnur eltu”. Til ber eisini at síggja mynd av stóru køkuni, sum Gaards Bakarí hevði gjørt til høvið.

“Tað er ikki av tilvild, at vit samanbera Tvøroyrar Bóltfelag við eitt træ. Eisn og eitt træ fær føði sína frá rótunum, er grundarlagið undir einum felagi røtur tessm nevniliga viðhaldsfólk, stuðlar, leiðarar og leikarar.” Heðin setti eisini niður trø uttan fyri TB Húsið.

Røðan hjá Atla P. Dam løgmanni, sum var borin fram til veitsluna kann lesast í Dimmu 19. mei 1992. Her ber millum annað til at lesa “TB dró okkum ungu at sær og dregur framvegis bygdarinnar ungu, mýkir tey, brýnir tey og sleppur teim sterkari”.

Leinkjur

Føðingardagsgávan fór fyri onki: http://epaper2.infomedia.dk/wxa/19920512?s=1&p=10

Sosialurin 13. mei: http://epaper2.infomedia.dk/wxa/19920513

Eitt søguligt bragd, Sosialurin 14: mei: http://epaper2.infomedia.dk/wxa/19920514?s=1&p=16

Sosialurin 15. mei: http://epaper2.infomedia.dk/wxa/19920515?s=1&p=22

Alt gekk uppá stás: http://epaper2.infomedia.dk/wxa/19920520?s=1&p=10

Dimmalætting 16. mei: http://epaper2.infomedia.dk/wxd/19920516?s=1&p=6

Dimmalætting 19. mei: http://epaper2.infomedia.dk/wxd/19920519?s=1&p=8