Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

120 ára sangurin á YouTube

| On 17, Jul 2012

Eftir at framúrskarandi sangurin til 120 ára føðingardagin hjá TB hin 13. mai 2012 hevur verið til í eina tíð er stundin komin at spreiða hann via alnótina. Hetta er gjørt eins og við sjálvum TB Bandinum, sum bleiv gjørt til 100 ára dagin hjá TB fyri 20 árum síðani, við at leggja tað út á heimskendu kykmyndasíðuna, YouTube.

Sangurin bleiv til á Øresundskollegiet í vár, upp til føðingardagin hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti. Talan er um eina samanrenning millum Helga Eidesgaard, Una Debess og Pól Arna Holm, sum ávíkavist hava skriva orð, lag og sungin sangin, sum bleiv seldur á fløgu í samband við føðingardag Tvøroyrar Bóltfelagsins.

Sangurin liggur nú alment úti á YouTube eftir mangar áheitanir kring nærum allan heimin.

Lurtast kann niðanfyri, umframt at framyvir ferð hann eisini at liggja fast her á TB-síðuni á síðuni Sangir undir Felagið.