Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

13. juni var stórur Grassrootsdagur við Stórá

| 18/06/12

Aftur í ár, eydnaðist TB og lærarum á Tvøroyri, at fyriskipa eitt framúr gott Grassroots tiltak í Trongisvági. Knapt 200 fólk tóku lut í væleydnaða tiltakinum (Mynd Annika Eidesgaard)

Í fjør, skipaði Tvøroyrar Bóltfelag, saman við lærarum í Tvøroyrar – og Trongisvágs Skúla, fyri stórum degi, halgaðum fótbólti, og gleðini, hendan vakra ítróttargrein gevur okkum øllum. Tiltakið eydnaðist sera væl, og tá Fótbóltsamband Føroya, aftur í ár, heitti á fótbóltsfeløgini kring landið, um at skipa fyri einum líknandi tiltaki, fall tað okkum rættuliga lætt, at ganga teimum á møti.

Høvuðsendamál okkara var, at vísa á, at fótbóltur er annað, enn heimsstjørnur og kolossalar nøgdir av pengum eru. Fótbóltur er ein ítrótt, har øll kunnu vera við – og tað er stuttligt!

Børnini í 1. flokki spældu á sparkivøllinum hjá FSF, sum vit høvdu leigað suður til endamálið. Hetta dámdi teimum sera væl. Lærarar sluppu tó eisini at royna seg, tá teir spældu móti elstu børnunum (Mynd: Annika Eidesgaard)

Tiltakið var fyri allar flokkar skúlans – tó undantikið 8., 9. og 10. flokkarnir, ið eru til próvtøku. Byrjað var við morgunsangi í skúlagarðinum í Trongisvági, har næmingarnir síðani fingu kunning um, hvørjum øki á vøllinum, tey skuldu spæla á.
Lærarar og umboð fyri ungdómsdeildina hjá Tvøroyrar Bóltfelag høvdu deilt stásiliga nýggja vøllin upp, og eisini høvdu vit leigað okkum sparkivøllin hjá FSF, sum vit brúktu til teir smæstu næmingarnar á miðjum vølli. Nú var bara eftir, at øll børnini sluppu at byrja.

 

 

 

TB vil takka lærarunum í Trongisvágs- og Tvøroyrar Skúla, fyri at teir kundu vera við til, at fyriskipa hetta stóra tiltak. Takk til tykkum røsku skúlabørn eisini. Her síggjast front figurarnir báðir, Jón Johannesen (TB) og Otto Gram (Lærari) (Mynd: Annika Eidesgaard)

 

 

Tá øll høvdu verið í gongd eina løtu, savnaðu vit allar næmingarnar í skúlagarðinum aftur, har matpakkin varð etin. Aftaná steðgin, varð farið í gongd aftur, og børnini stuttleikaðu sær óført fram til miðdags, tá tiltakið endaði við eini felagsmynd inni á sparkivøllinum. Skúlabussar komu síðani eftir eldru næmingunum, sum ganga í Tvøroyrar Skúla, og fluttir teir út hagar.
Dystirnir, vit spældu, vóru býttir upp eftir aldri, tí hetta mettu vit vera skilabest. 1-3 flokkur spældu saman; 4.-5. flokkur og 6.-7. flokkur!
Hóast uppbýtt í løtum, so meta vit, at tað eydnaðist at samantvinna alt soleiðis, at talan varð um eitt felags tiltak, har øll vóru á vøllinum samstundis.

Talan var um eitt rímuliga stórt tiltak, tá man hugsar um fólkatalið her á staðnum; eini 180 skúlabørn, umframt lærarar, hjálparar og umboð fyri TB. Tilsamans mundu tað vera knapt 200 fólk, ið høvdu tilknýti til tiltakið.

Eitt væleydnað tiltak, ið vit fegin gera aftur.

Tvøroyrar Bóltfelag og Trongisvágs- og Tvøroyrar Skúli