Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tryggur sigur til 3. deild

Tryggur sigur til 3. deild

| 23/09/13

3. deild: TB 4-2 Víkingur A

Leygardagin tók triðja lið hjá TB móti Víkingi A á heimavøllinum við Stórá. 3. deild hevur eftir summarsteðgin havt tað sera trupult og eisini hevur tað verið torført at manna liðið. TB sum í summarsteðginum lá á øðrum plássi, hevur tapt allar fýra dystirnar eftir summarsteðgin.

Eisini til hendan dystin var torført at finna nóg mikið av fólki og tí mátti nakrar eldri TB legendur tilkallast. Nevnast kunnu Magni Petersen, André Dalfoss, Tórur Mortensen og Birgir Rasmussen.

Liðið sá tí soleiðis út: Málmaðurin var Sjúrður Niclasen, í verjuni Jens Rói Sørensen, Niclas Pearce, Magni Petersen og Petur Mortensen. Á miðvøllinum vóru Fríði Strøm, Birgir Rasmussen, Jón Thomsen og Búi Mortensen. Frammi leiktu Páll Brattalíð og Chris Craib. Eykamenn vóru André Dalfoss og Tórur Mortensen. Jón Tórur Holm sum eisini skuldi verða við, fekk tíverri skaða undir upphiting og fekk tí ikki leikt við.

TB byrjaði við at leika vestureftir og ímóti nógva vindinum og regninum. Spælið var í byrjanini rættiliga javnt, men tá einir 10 min vóru leiktir legði Chris TB frammum. Leiðslan helt sær ikki leingi, tí Víkingur svaraði skjótt aftur við skjótum málum, har tað seinna var eitt vakurt langskot. Løtu seinni fekk Chris bóltin í vinstra borið, legði innfyri har Páll hegnisliga setti innarsíðuna á og so stóð tað 2-2, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Seinna hálvleik átti heimaliðið allan og tað var bert spurningur um tíð, nær TB skuldi skora. Tað gekk kortini long tíð, tí ikki fyrrenn umleið eitt korter av eftir at leika, eydnaðist tað Tórur at temja bóltin við bringuni og hamra hann í netið.

Stutt aftaná bardi Chris seg ígjøgnum, hesaferð í høgra borið og legði bóltin fyri føturnar á Páll sum við sínum ørðum máli gjørdi tað til 4-2, sum eisini gjørdist endaliga úrsliti. Páll strekti seg so mikið fyri at røkka innlegginum frá Chris, at hann fekk krampar í bæði beinini og mátti lata seg útskifta.

Viðmerkjast skal at dysturin somuleiðis var fyrsti dystur í vaksnamannadeilidini hjá málmanninum Sjúrður Niclasen. Sjúrður, sum er sonur Kaj Niclasen, leikti ein fínan dyst og tóktist ikki ávirkaður av at leika millum teir vaksnu.