«

»

Byrjaðu við sigri

Eftir fyrsta dystin hjá TB á grasvøllinum í Hvalba, kann tað staðfestast, at tað gekk væl. Dysturin varð vunnin 2-0, og liðið hevur spælt seg víðari. Hetta er tað, ið hevur týdning. At spælið ikki var nakað, man skjótt minnist aftur á, tí at tað var tað ov rótut til tess, er av minni týdningi. Menn skulu venja seg til ørðvísi undirlendið, ið mangan kann arga, og tað er givið, at slíkt kann darva. Hetta er kanska serliga sjónligt, tá talan er um fyrsta dystin á árinum. Sum heild gekk tað tó toluliga væl hjá teimum flestu, og ein av nýggju monnunum stóð seg framúrskarandi.

Rótut spæl
Flestu leikararnir eru ikki vanir at spæla á grasi, og tí sóust feilir, ið vanliga ikki henda á graslíki. Hetta merkti dystin nakað nógv, og var kanska ein av orsøkunum til at gestirnar trektu seg enn longur aftur á vøllin, enn teirra útgangstøði lá. Heimaliðið vísti betur taktir enn teirra gestir, og heilt skjótt fingu tvøramenn lagt eitt trýst á mótstøðuliðið. Hetta trýst mundi eisini givið mál longu í fyrsta minutti, tá ein fúkandi skjótur Ragnar Tausen feyk innum bakkarnar í vinstra borði. óeydnutíð fyri Ragnar, eydnaðist ikki at fáa nóg hart skot á, og tí kundu gestirnar anda lættliga aftur. Hetta vísti seg tó at vera stokkut gleði, tí bert 10 minuttir seinni kom hol á.

Vinstra síða var í hopla
Sjálvdan hevur man sæð ein dyst, har ein síða á vøllinum er vorðin so mikið nógv meira nýtt, enn vinstra síða hjá TB bleiv leygardagin. Tað byrjaði longu í fyrsta minutti, og við støðugum trýsti fingu serliga tveir TB leikarar pressað FF Giza, til bert at sparka burtur. Á vinstra bakki og á vinstra vongi, hevði venjarin, Jón Johannesen valt at seta Tór Mortensen og nýtilkomna Ragnar Tausen. Hesir takkaðu fyri álitið, og spældu ein rimmar dyst. Ferð eftir ferð fingu teir sneitt framvið gestunum, sum í veruleikanum runnu aftaná allan dystin. Áðrenn gestirnar fingu lagað upp fyri í vinstru, fekk TB gagnýtt trýstið, og fekk skorað leiðslumálið í 11. minutti.
Eftir eina skjóta flyting úr vinstru, fær Hanus Mortensen prikað innum til Aron Sørensen, ið leysur við málverjanum skjýtur flatt. Málverjin var heppin og bjargaði, men tá bólturin støkkur frá honum, er Rógvi Joensen kvikastur, og so var 1-0.
Hetta var væl og virðiliga í tráð við leikgongdina fyrstu løtuna, men so var tað, sum um at gestirnar blivu enn meira varnir, og bólturin hevur ivaleyst ynskt sær, at sæð meira av sjálvum vøllinum, enn av himmalhválvinum. Ferð aftaná ferð bleiv bara hamrað til, av vandaleið, í staðin fyri at royna seg við eitt sindur av spæli. Tá tað so eydnaðist teimum at samansjóva meira enn tvær-tríggjar avleveringar millum sín, sá man, at hesir kundu spæla bólt, um teir bert góvu sær stundir.

Liðskiparin avgjørdi
Tá fyrsti hálvleikur var hálvrunnin fór TB í eitt av sínum mongu álopum eftir vonginum. Hesaferð varð roynt í høgra borði, har Ragnar Tausen hevði leitað sær yvir. Ragnar sendir hegnisliga fram til Hanus Mortensen, sum við øðiligari ferð setur kós móti baklinjuni. Komin heilt til linjuna sneiðir Hanus innum bakkin, ið ikki megnar at steðga, og kemur til at gera brotspark. Hetta ilskaðust gestirnar um eina løtu, men teir eiga ivaleyst at ilskast inn á seg sjálvar, tí rætt var dømt av Sólfinni Gudmundssyni.
Tórur Mortensen, liðskiparin hjá TB varð settur at skjóta. Hann takkaði fyri, og hamraði bóltin flatt út móti høgra horni, til støðuna 2-0. Hetta skuldi vísa seg at verða tað seinasta málið í dystinum, men var neyvleikin við TB leikarunum, kundi eins væl staðið heilt nógv mál á talvuni. Millum annað rakti Rógvi á strongina við einum dundurskoti úr 25 metrum, og fleiri ferðir komu støður, har tað var lættari at skora enn at brenna, men har bólturin onkursvegna smeyg sær uttanvert stongunum.

Samanumtikið var tað eitt góðtikið avrik. Havast skal í huga, at hetta er fyrsti dysturin á árinum, og at spælt varð á undirlendi, ið leikararnar ikki enn eru vandir við at spæla á.
Liðið spældi seg víðari til 1.umfar av steypakappingini, har teir møta AB á Argjum. Hesin dysturin verður leygardagin kl. 16. Annars verður aftur høvi at síggja TB aftur næsta vikuskifti, tá fyrsta umfar av landskappingini verður spælt. Tá byrja TB við heimadysti móti FC Hoyvík. Nær hesin dysturin verður spældur, er okkum ikki greitt, men tað verða tit kunnaði um, so hvørt vit nærkast.

TB-FF Giza  2-0 (2-0)
1-0: Rógvi Joensen (11.)
2-0: Tórur Mortensen (25.)

Beinir siger:

Nokkso litað frásøgn. Fyrsta hálvleik var TB greitt omaná, tó uttan at skapa tað heilt stóra. Seinni hálvleikur var faktiskt javnur, serliga tá hugsað verður um, at hatta var 1.deild móti 3.deild. M.a hevði málverjin hjá Giza ikki eina bjarging í 2 hálvleiki, og TB kom ikki til nógvar kjansir. Tað verður ikki nevnt, at Giza brendi ein fríleypara(eftir at Jankovic bleiv skumpaður um koll av framherja), og at Ivan var í fullari longd, eftir Giza hevði havt horna í teirra vinstru síðu. Men sum heild ein uppiborin sigur, sum tó ikki átti at verið størri. Men spælið má vera nógv betri tá landskappingin byrjar, og mótstøðan torførari.

Niels S. Rødgaard siger:

Fantastiskt at fáa ein so góðan og neyvan samandrátt av dystinum, nú tá ið man ikki longur hevur møguleika fyri sjálvur at síggja TB spæla, so stóran tøkk fyri Niels! :)