«

»

Smádreingir heiðraðir í TB húsinum

Smádreingjaliðið hjá TB/Royn spældi í dag sín seinasta dyst í kappingarárinum, og tá teir komu suður aftur við steypi og gullmerkjum, var móttøka fyriskipað teimum í TB húsinum. Foreldur, systkin, umboð fyri feløgini bæði og smádreingirnir sjálvir høvdu eina hugnaliga løtu saman, og blómutyssi varð eisini handað venjaranum Sveinbyrni Danielsson. Niels Petersen, Formaður í ungdómsdeildini hjá TB, nýtti høvið, at ynskja leikarunum tillukku við frálíka góða kappingarárinum, og takkaði venjara, høvuðsvenjara og Royn fyri gott samstarv.

Tá vit fingu orðið á Sveinbjørn, og spurdu hann, um hvat hann serliga gleddist yvir hetta kappingarárið, var svarið skjótt og greitt. – Samanhaldið hjá dreingjunum er framúr gott, og vit hava havt tað sera gott saman allir samlir, segði Sveinbjørn, og legði afturat, at tað er týdningarmikið, at liðið hevur harmoni, og at tingini fungera. Tað hevur tað gjørt hjá okkum í ár, og tað eri eg sera stoltur av at vera partur av, segði ein sjónliga fegin Sveinbjørn Danielsson, sum saman við høvuðsvenjara okkara, Milan Cimburovic fingu blómutyssi fyri sín part av hesum flotta úrsliti.
Hjartaliga tillukku dreingir, og blíðan byr framyvir