Við sigrinum í dag, hevur TB nú hálað seg upp um AB í kappingini um seinna uppflytingarplássið í 1. deild. Dysturin í dag var kanska ikki tann vakrast spældi dysturin, men intensiteturin og spenningurin var heilt avgjørt til staðar. TB átti leikligu yvirvágina, men tað tóktist, sum um bæði liðini hildu í bremsunum eitt sindur. Hvørgan teirra tordu veruliga at satsa, og tí bleiv tað kanska tættari enn tað kundi verið. Móti dystarenda hevði TB so neyðuga hepnið, sum eisini vísti seg at avgera oddabrakið.
Serbarnir avgjørdu
Í málverjanum, Ivan Stojkovic eigur TB ein tryggan aftasta skansa, og tað prógvaði hann í ríkiligt mát á Skørðunum í dag. Innskifti Bjartur Kjærbo á vinstra vongi hjá AB fekk tvær ferðir gyltan møguleika at økja fyri gestirnar, men vakið og neyvt málmanspæl frá Ivani, forðaði unga argjamanninum. Bjargingarnar vóru sera týdningarmiklar, og gav einum kensluna av, at hetta fór í minsta lagi at halda. Tá Stig Roar Søbstad fekk triðja stóra møguleikan hjá AB í øðrum hálvleiki, tóktist tað, sum um Ivan bara ikki kundi takast í dag. Við einari framúrskarandi dupultbjarging fekk hann steðgað langleggjaða norðmanninum, og hildið aldursforsetanum í dystinum.
Framman fyri Ivan, hevur landsmaður hansara, Dmitrije Jankovic verið ein sera tryggur verjuleikari, ið eisini dugur væl at fara fram við, og harvið skapa yvirtalstøður frammi á vøllinum. Eftir summarsteðgin fekk TB so fatur á triðja serbanum, tí liðnum saknaði tyngd í álopspartinum. Nýggi leikarin er Bojan Timic, og hann má sigast at hava staðið seg sera væl. Í hansara fimm dystum higartil, hevur hann skorað fimm mál, og lagt upp til mong onnur.
Móti dystarenda, tá øll uttan iva høvdu sligið seg til tols við tankanum um, at tað nokk fór at enda javnt, tóku Bojan og Dmitrije sakina í egnar hendur. TB fekk fríspark úti á miðjuni, og Bojan rann eftir bóltinum í stórum skundi. Dmitrije spurtaði fram við, saman við flest øllum hinum TB leikarunum. Innleggið kom hart og høgt inn fyri, og tá málverjin hjá AB skuldi boksa burtur, bardi Dan Mortensen seg upp um allar, og fekk krúllin á. Bólturin ferðaðist nú, næstan sum í slowmotion, beint upp í loft, og so kom serbiski búffurin, Dmitrije flúgvandi og knallaði pannuna á, undir hørðum trýsti av fleiri AB verjuleikarum. Tríggir argjamenn lógu og eymkaðu seg undan honum, tá hann lendi, men bólturin lá í síðunetinum, og so var tætta oddabrakið avgjørt. Málið er tað sjeynda hjá krútsterka verjuleikaranum, sum als ikki manglar máltev.
Kunnu avgera sjálvir
TB góvu sær sjálvum eitt frálíkt útgangstøði til síðstu dystirnar av kappingarárinum, og nú ræður um at dríva á. Hjá AB ræður hinvegin um at reisa seg aftur, og royna at seta seg upp til heimadyst teirra móti EB/Streymi næsta umfar. Hetta kann ofta vera torført, tá man fær ein sovorðnan mønusting, sum TB góvu teimum í dag.
Dystir, ið TB og AB hava eftir
TB: HB (úti), NSÍ (heima) og EB/Streymur (úti)
AB: EB/Streymur (heima), Víkingur (úti) og FC Hoyvík (heima)
TB kann nú avgera sína egnu lagnu, og tað man uttan iva vera ein øðiligur lætti. Men tað krevur fokus, og ikki at man tekur sær av løttum.
Drívið á dreingir







Nú mugu vit vóna, at FSF gevur okkum veðhald í kæru okkara mótvegis HB, um nýtslu av ólógligum leikara.
ikki sel skinni árin tú hevur skoti bjørnina