Ónsmorgunin 15. august byrjar árligi fótbóltskúlin hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Aftur í ár er undirtøkan sera stór, og skúlin tykist hava fingið umdømi, at vera eitt sera gott summartilboð, til ungu leikararnir kring landið. Støðið er sera høgt, og vit fara miðvíst til verka, so børnini sleppa at venja í best hugsandi umstøðum. Instruktørur í ár verður Markus Rüdt úr Týsklandi, og afturat sær hevur hann 12 lokalar venjarar og hjálparfólk. Fótbóltskúlin byrjar ónsmorgunin kl. 09:30 í Trongisvági, og venjararnir verða bidnir um at møta ein tíma áðrenn. Vant verður til miðdags, tá matarsteðgur verður, og so halda vit fram, til kl 15. Hesin verður leisturin allar tríggir dagarnir.
Ungdómsdeildin







Hvat skulu tey hava við? Mat, drekka, annað?
Tey skulu helst hava eitthvørt lætt við, so sum frukt ella kanska breyðflísar, til teir báðir steðgirnir.
Á miðdegi fáa øll døgurða í kantinuni, so kanska bara eitthvørt lætt, at taka ringastu svongdina.
Mest umráðandi er tó veskan…Vatn ella saft er til at fyritrekkja…Sodavatn er ikki til at viðmæla.