TB venjarin er settur

by • 11 desember, 2012 • Fótbóltur, TíðindaskrivViðmerkingar (1)948

Hans Fróði Hansen hevur drúgvar royndir sum leikari í Føroyum, eins væl og uttanlands. Hann hevur eisini spælt 26 landsdystir. Hóast hansara royndir sum venjari ikki eru drúgvar, so trýr nevndin uppá, at Hans Fróði er rætti maðurin. Leikararnir lata eisini væl at, so tað verður spennandi í ár (Mynd: Norðlýsið)

Í eina tíð, hevur tað dúgliga verið gitt, hvør næsti TB venjarin fór at blíva. Starvsnevndin hevur ikki ynskt at gjørt nakrar viðmerkingar, annað enn tað, at fyrrverandi venjarin, Milan Kuljic, ikki fór at halda fram í felagnum. Men nú er nýggjur venjari settur, og afturat honum, eisini ein hjálpari. Maðurin, sum frá síðulinjuni, fer at stýra TB, er 37 ára gamli leirvíkingurin, Hans Fróði Hansen. Hans Fróði bleiv fyrr í vetur eisini settur sum Ítróttarstjóri í TB, so hann verður í stóran mun, ein leiðandi figurur í TB í ár. Afturat Hans Fróða, fer sevmýrisingurin, Karl Øster at hjálpa. Felags fyri báðar hesar venjarar er, at teir hava drúgvar royndir sum spælarar, frá føroysku landskappingini í bestu deildini, umframt at teir kenna styrkir og veikleikar hjá øllum leikararunum í hópinum. TB hevur ein sera spennandi hóp sum er, og áðrenn nýggjár vænta vit, at fleiri av ungu leikarunum skriva undir sáttmála eisini.

Navnið Hans Fróði Hansen kenna flest øll í Føroyum. Hans Fróði hevur eina ríka yrkisleið innan fótbólt, her heima, uttanlands og á landsliðnum, har hann náddi 26 dystir. Hansara sterka og neyva verjuspæl vakti beinanvegin ans í Føroyum,og, eftir nøkur ár, eisini uttanlands. Hann var hollur stuðul hjá øllum liðum hann náddi at spæla fyri. Í dag kann Tvøroyrar Bóltfelag, við stórari gleði kunngerða, at komandi árið fer verjukempan úr Leirvík at royna seg sum venjari í TB. Sjálvsikkur og málrættaður
At Hans Fróði er komin so langt sum hann er, kemst fyrst og fremst av, at hann er sjálvsikkur og sera málrættaður. Hann hevur tikið stigið, sum kanska fleiri føroyingar ikki tora, nevnuliga at bróta upp úr nýggjum, og trúgva uppá tað teir gera. 

Tann rætti maðurin

Tá TB frætti, at Hans Fróði Hansen væntandi fór at flyta til Suðuroynna at búgva, tí dama hansara hevur fingið vikariat á Suðuroyar Sjúkrahúsi, gekk ikki long løta, áðrenn teir kontaktaðu hann. Tað frættist at annað felag eisini vísti áhuga, men TB var skjótari, og tryggjaðu sær fyrrverandi føroyska landsliðsleikaran. Nú hann hevur verið í felagnum eitt ár, kann hann dúva á allar tær royndir, hann hevur nomið sær gjøgnum árini, og kanska serliga í fjør.
– Drúgvu royndirnar hjá Hans Fróða, á ymiskum økjum, samantvinnað við hansara persóni, fekk okkum at halda, at hann er júst tann rætti maðurin til TB. Nógvir ungir leikarar eru í hópinum, og hesar kann Hans Fróði leggja lag á, og fáa teir at trúgva á egnan mátt. Hetta er jú av størsta týdningi, og um nakar veit tað, so er tað júst Hans Fróði, sigur formaðurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag, Andre Dalfoss.

Byrjaði sum venjari í 2006

Hans Fróði valdi at nema sær venjaraútbúgving frá FSF í 2006, og fekk sama ár venjarastarvið í barndómsfelagnum, LÍF úr Leirvík og tad árið gekk sera væl hjá LÍF. Seinasta árið hevur leirvíkingurin roynt at endurstarta venjarayrkið, sum hjálparvenjari í TB í fjør, og nú sum høvuðsvenjari. Vit fara at ynskja Hans Fróða alla bestu eydnu í felagnum, og blíðan byr framyvir. Hans Fródi er annars útbúgvin Mental Coach og fer undir A-venjaraútbúgvingina hjá FSF nú í januar. Kendur hjálpari
Sevmýrisingurin, Karl Øster spældi nógv ár við besta liðnum hjá TB, áðrenn hann noyddist at gevast í 1999, orsakað av afturvendandi skaðum. Karl var kendur sum tann kviki vongbakkurin, sum ótroyttiliga tuskaði aftur og fram eftir vonginum. Afturat hesum, hevur hann eitt gott fótbóltsforstáilsi. Barndómsheimið hjá Karl er beint omanav vøllinum á Sevmýri, so tað eru sera sera nógv fótaspor, sum Karl, undirritaði, og øll børnini á Sevmýri eiga á vøllinum, har alt byrjaði. Vøggan er okkara á Sevmýri, og har høvdu vit tað ómetaliga gott og trygt.
Nú fer Karl Øster so at hjálpa Hans Fróða við bestu og næstbestu hópunum hjá TB, og tað sum karl viðførur, er serliga áræði, hjarta og fótbóltsgleði.
Vit ynskja Karl alt tað besta í nýggja leiklutinum, og væl afturkomnan í felagið, sum aktivur partur.

 

Pin It

Viðmerkingar

UA-7184704-6