Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

21 stig frammanfyri nr. 2!

21 stig frammanfyri nr. 2!

| 24/06/14

Hjá besta liðnum hjá okkum er ikki so nógv tvass, ALT skal vinnast og tað skal helst vinnast stórt. Herfyri vórðu argjamenn flongdir norðurum fjørðin aftur, við einum 5-0 tapi í skjáttuni. Menn okkara, ið ein skuldi trúð vóru hálvmettir av fantastisku gongdini higartil í ár, skúgva allar tílíkar tankar til viks vikuskifti eftir vikuskifti!

Leygardagin fór ferðalagið til Leirvíkar at bjóða Víkingi av. Leirvíkin hevur ofta verið torfør hjá TB og 1-0 sigurin, ið TB megnaði við Stórá 19/4, bar heldur ikki vitnisburð um tann heilt stóra munin liðini ímillum. Eftur eina hampuliga byrjan uppá kappingina, hevur gingið heldur striltið hjá Víkingum, men á heimavølli hevur gingið sera væl. Einasta tapið hjá Víkingum á heimavølli, var móti B36 3/5 og sigrar móti FC Suðuroy, AB og javnleikur móti 07 Vestur siga okkum, at liðið kann bjóða teimum bestu í deildini av.

Nú bar ikki til hjá undirritaða at vera til staðar og tíverri var eingin, ið kundi gera eina dystarfrásøgn, men hyggja vit at dystargongdini á Faroesoccer, so eru tølini øgilig á at líta… 7-0 til okkara menn! Rógvi setti hol á í 40. minutti, Ragnar T 49., Teitur J 53., Ragnar T 77., Ragnar T. 80., Arthur 90. og at enda Eirikur í 91. minutti. Víkingar fingu sostatt horn, svørð og alt annað viðfeingið skrætt  av og eisini teir, vórðu sendir til hús ongul í reyv! Tveir teir seinastu dystirnir hjá TB siga 12-0 til okkara menn!

Eg haldi ikki tað kann undirstrikast nóg mikið, hvussu einastandandi flott hettar kappingarárið hevur verið! Venjarar og spælarar hava saman megnað at varðveita fokus hvønn einasta dyst. Sjálvandi hevur tað ikki verið tað poleraða spælið hvørja einastu ferð, men eingin vinnur 16 út av 17 dystum uttan at vera í serflokki!

TB liðið er tað einasta ósigraða liðið í deildini. Flest sigrar, flest stig, flest mál, minst mál ímóti, besta málmunin og nú leygardagin, tá okkara fantastiski porkeningur – Ragnar Tausen – enn einaferð vísti seg frá hansara bestu síðu, tá fingu vit eisini toppskoraran í deildini!

Støðan á stigatalvuni talar eisini týðuligt – TB er á odda við 21 stigum (ja har stendur 21 stigum) frammanfyri nummar tvey, ið nú aftur er B36. Grannarnir fyri sunnan, ið vóru um reppið at fara avstað við øllum úr Trongisvági, snávaðu enn einaferð á heimavølli. Hesuferð móti ringastu kappingarneytunum í uppflytingarstríðnum, 07Vestur, ið vann 4-2 á Eiðinum í Vági. Spenningur er sostatt einamest um hvat lið fer at flyta upp við TB, tí TB siglur sín egna sjógv í ár.

Komandi leygardag verður aftur dystur við Stórá, tá KÍ kemur á vitjan. KÍ liggur nr 9 á stigatalvuni við 11 stigum, men lítil ivi er í at venjari og spælarar taka dystin í størsta álvara. Latið nú ikki okkara part liggja eftir – møtið væl upp til dystin og latið hoyra frá tykkum alt tit eru ment!

Einaferð TB – Altíð TB!

(Myndina eigur Jan Smedemark)