Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

3. deild enn ein javnleik

3. deild enn ein javnleik

| 23/04/13

3. deild: Skála 1-1 TB

Tað var eitt vælmannað 3. deildarlið, sum fór at spæla dyst móti Skála. Fyrsta dystin millum liðini, vunnu okur 2-0, so vónirnar vóru rímuliga góðar. Trupuleikin hjá okkum er bara tann, at hóast okur hava havt greiða yvirvág í øllum dystunum, so vil bólturin bara ikki í kassan.

Liðið hendan dagin var, Hugin Albinus í mál. Í miðverjuni vóru Páll Heri og Jákup Thomasen. Úti á bakkunum spældu Ólavur Sigurheim í vinstru og Eirikur var í høgru. Jonhard og Jan mannaðu miðjuna saman við Olivur og Búa. Í álopinum vóru Júst og Kai. Á bonkinum høvdu okur 5 verjuleikarar, Pætur, Brandur, Danjal Eli, Mortan og Kristin Andrias. Tað ikki altíð so lætt at blanda kortini, tá liðið er so lítið harmonerandi.

Taktiska uppleggið var enn sum áður, at okkara framherjar skuldu liggja sindur aftarliga, og so skuldu okur royna at finna teir í holunum við longum sendingum, sum Skála verjan fór at geva okkum pláss til, tá teir komu í álop.

Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá hetta hendi. Júst Johannesen fær ein fríleypara. Tað tókti mær, at hann var so skelkaður av hesum, og møguliga var upphitingin áðrenn dystin ikki so góð, tí tá hann kom í 16 meturin, sá tað út sum at Júst rann í kyksendi, hann kom bara ikki vegin fram, og blívur taklaður áðrenn hann fær skot á. Nú skuldi ein hildið at heimamenninir vóru ávaraðir, men okur fingu einar tveir heilt stórar kjansir afturat. Bernnivarganir Búi, Kai og síðan Olivur driblaðu seg í skúm, tí tað er ikki góður siður, at skjóta bóltin framvið málmanninum og í netið, hetta er sera frustrerandi.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fáa okur enduliga hol á. Jan fangar fóltin í verjustøðu, og sær at Olivur hevur eitt kúfóður, at bóltra sær á. Olivur gjørdi alt rætt, rak í feltið, gjørdi eina lætta skotfintu og setti bóltin í kassan. 1-0 til TB og okur fóru í cruise control til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki sást at okur møddust. Skála hevði bóltin stórtsæð allatíðina, men teir blivu als ikki vandamiklir, og tó. Ein skal altíð ansa sær í hesari deildini. Dómaraavrikið, sum annars var framúr, haltaði alvorliga tá einir 15min vóru eftir. Dómarin foreraði Skála eitt brotsspark, tí bólturin kom í hondina á Páll Hera. Hetta fall ikki í góða jørð hjá okkum, men tað nyttar onki at gremja seg, og so var 1-1.

Nú fóru okur at pressa enn harðari, og tá komið var í yvirtíðina, er Olivur um reppi at skora, tá hann stendur púra blankur í 5 metrinum, men hann sparkaði bóltin á stongina, og megnaði ikki at vinna eftirfylgjandi nærdyst við ein bulmiklan norðing í verjuni.

Alt í alt kunnu okur verða hampuliga væl nøgdir við eitt stig. Okur liggja enn á odda í bólkinum við 8 stigum. Víkingur hevur 6 og Undrið og Skála hava 4 stig. Málúrtøkan er 5-2, tað er óhoyrt. Hini oddaliðini hava skorað 10-15 mál. Men so leingi okur halda tætt í verjuni, so er tað nóg mikið við einum 1-0 sigri.

Í næstu viku kemur Víkingur suður. Har mugu og skulu okur vinna, so eru okur tryggjaðir í finalubólkinum.

ME

Frámerkir