Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

3. deild góða byrjan

| On 08, Apr 2013

3. deild: Víkingur 0-1 TB

Liðið hjá TB í 3. deild hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið, har málsettningurin er uppflyting í 2. deild.

Niðanfyri endurgeva vit dystarfrásagnina fyri dystinum Víkingur – TB, sum varð leiktur leygardagin 6. apríl. Áður hevur 3. deild hjá  TB vunnið 2-0 móti Skála í fyrsta umfarinum.

Sólin skein av heiðum himli, tá okur fóru av Tvøroyri kl 0930 leygarmorgunin. Komnir umborð á Smyril frættist, at alt var kavaklætt norðanfjørðs, og onkur møgulig avlýsing kundi koma fyri, men okur valdu tó at gera eina roynd; og gott var valt.

Liðið sum byrjaði hendan dagin, hevði eitt útgangsstøðið í einari vanligari 4-4-2 uppstilling. Har annar áleyparin skuldi agera, sum ein hálvgum miðvallari í verjustøðu.

Okur høvdu Arthur í málinum, Mortan og Jákup vóru í miðverjuni, Eirikur og Ólavur tóku bakkplássini. Á sentrala miðvøllinum høvdu okur Páll Hera og Jan, Hanus og Danjal Eli West høvdu vengurnar. Olivur og Páll Brattalíð vóru í álopinum. Á bonkinum vóru: Páll Højsted, Petur Joensen, Kristin Andrias Poulsen og Brandur Kristensen. Umframt hetta, so høvdu Kjartan, Hugin, Magnar og Tróndur leita sær leiðini norður, sum moralskir stuðlar.

Lat okkum so fara til sjálvan dystin, sum ikki var meira enn 15 sekund gamal, tá Mortan, fumlaði bóltin í verjustøðu, og ein víkingur fekk ein fríleypara, men Arthur var kvikur at verja úr málinum, og undirritaði kundi anda lættari.

Liðini royndu síðan at koma til sættis á vøllinum, og tempoið var so sum so. Tað var mest gúpp aftur og fram. Okur fingu tó nøkur fín álop gjøgnum síðurnar, og hetta skuldi vísa seg at verða lykilin til málið, sum kom eftir eini 10min. Páll Brattalíð (hann koma okur at hoyra meira til seinni) bleiv feldur uttan fyri horni á 16m í okkara vinstru álopssíðu. Olivur legði eitt gott innlegg í feltið, har fyrst Danjal Eli, strekti seg í hvørjari lykkju og smekkaði bóltin á yvirleggjaran. Víkingur megnaði ikki at sparka bóltin burt, og hann endaði síðan hjá Jákup Thomasen, sum við sínum fyrsta skoti upp á mál í vaksnamannafótbólti, knallaði bóltin, umvegis málmannin, í kassan til 1-0 til útiliðið. Tað var sum kunnugt stór frøði á okkum øllum.

Eftir hetta yvirtók Víkingur spælið, men teir blivu als ikki farligir, okur noyddu teir at spæla nógv á tvørs, og tá teir nærkaðust brotsteigarmarkinum, jamen, so var eitt TB bein, høvd ella labbanir hjá Arthur fyri. Soleiðis myndaði restin av hálvleikinum seg.

Okur gjørdu okkum dælt av, at Víkingur stóð so ovarliga, og av røttum átti Brattalíð at hava lagt okkum á odda, við einum stórum møguleika seint í hálvleikinum. Hann bleiv púra leysur, men brendi á tað skammiligasta einsamallur við málverjanum.

Í hálvleikinum royndu okur at rætta uppá nøkur ting. Menn stóðu onkuntíð og dekkaðu skeivt upp, tá okur vardu, og okkara sentrali miðvøllur, sum arbeiddi knallhart allan dystin á tamb, fekk av tí sama ov nógv at gera til tíðir.

Mynstrið broyttist lítið í seinna hálvleiki. Víkingur hevði bóltin, men okur virkaðu farligari. Einar tvær ferðir fekk Brattalíð góðar møguleikar at økja, men hann misnýtti enn sum áður.

Víkingur fekk tvær sera vandamiklar støður. Tann fyrra var, tá bólturin bleiv spældur inn um verjuna, Mortan tókti at hava kontrol á støðuni, men víkingaáleyparin hevði sæð, at Arthur var komin nakað langt úr málinum, og lobbaði hegnisliga bóltin, sum faktist var á veg í málið. Arthur, við sínum 198cm og 94kg, trodsaði allar tær fysiskt lógirnar og lá skerfaltur í luftini. Í staðinfyri at vippa bóltin til horna, valdi hann at smasha bóltin til innkast. Tað var rættuliga komiskt at síggja, men sera flott av dagsins leikara.

Seinna roynd víkingana kom eftir vánaligt TB-verjuspæl. Teir blivu fríðir í okkara høgrusíðu og komu í brotsteigin. Ein víkingur, Arthur og Sigurheim fáa í felag spælt bóltin á stongina. Tað var ruðuleiki í feltinum hesa løtuna.

Eftir hetta vóru tað okur sum stýrdu. Teir megnaðu als ikki at leggja okkum undir trýst. TB burdi økt, tá komið var í yvirtíðina. Brattalíð, sum arbeiddi sera hart, fekk bóltin í høgru síðu, leggur hann til Jan Smedemark, sum púra eviga blankur, lobbar bóltin yvir málmannin, men ein víkingur er árvakin og bjargar á strikuni.

Meira er ikki vert at skriva um. Dómarin floytaði av, og tað var gleið og gleim í TB-leirinum

Dagsins detalja var, tá Brandur kavaði millum tveir bulmiklar víkingar, og við einum “flying header,” skallaði bóltin av vandaleið.

Næsti dystur verður komandi leygardag, tá Undri kemur á vitjan við Stórá.

Einaferð, altíð!

ME