Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

3 stig hóast vánaligt avrik.

3 stig hóast vánaligt avrik.

| 02/06/14

Sjálvt um TB í dag við Stórá spældi ein vánaligan dyst ímóti EB/Streymi, so eydnaðist teimum at fáa 3 stig á kontuna.

Nógvir áskoðarar høvdu væntað og vónað at fingið ein góðan fótbóltsdyst við Stórá í dag, tá TB møtti EB/Streymi, men soleiðis varð ikki.

Tórsdagin spældi TB ein góðan dyst ímóti H B, men einki av góða fótbóltsspælinum frá tórsdegnum sást við Stórá í dag.

Samanumtikið má sigast, at dysturin í dag ikki hevði eitt stórt undirhaldsvirði. Fyrstu 20 minuttirnar skaptu liðini ikki ein einasta málmøguleika. TB hevði bóltin so at siga allatíðina, men teir megnaðu ikki at spæla seg fram

til ein tann einasta málmøguleika. Men í 24.minutti fingu bæði TB-spælarar og TB-viðhaldsfólk ein hvøkk, tá Allan Hansen hjá EB/Streymi eftir eitt innlegg úr høgru síðu ódekkaður kundi skalla bóltin í TB-málið til støðuna

0-1. Og støðan var framvegis 1-0 til EB/Streym, tá dómarin bríkslaði til hálvleiks.

Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrri. So at siga eingir málmøguleikar, nógvar skeivar avleveringar og lág spæliferð. Tá 15 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, byrjaðu TB-viðhaldsfólk at tosa um, at hetta helst fór at

verða fyrsti ósigurin hjá TB í ár. Men soleiðis skuldi ikki verða. Tá 62 minuttir vóru spældir, eydnaðist Heina Mortensen við einum langskoti at javna til 1-1, og lítla løtu seinni, í 65.minutti, eydnaðist Óla Johannesen at fáa bóltin í netið til støðuna 2-1 til TB.

Tá dómarin, Páll Augustinussen, bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum, var støðan framvegis 2-1 til TB, og TB kundi enn einaferð fara av vøllinum ósigrað. TB hevur spælt 13 dystir í kappingini í ár, vunnið allar og fingið 39

stig. Hetta er eitt bragd, so hóast dysturin í dag ikki taldist millum teir bestu, so er einki at ivast í, at TB-liðið í ár er sterkt.

Tað er ikki av tilvild, at eitt lið hevur 39 stig fyri 13 teir fyrstu dystirnar.

 

Myndin er lánt frá Jens Róa Sørensen og vísir ein flúgvandi Arthur D. Poulsen.

Viðmerkingar