Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kappingin hjá U12 dreingjum er nú liðug

| On 30, Sep 2012

Avmyndaði børnini eru nøkur av teimum, ið umrødd verða í greinini. Myndin bleiv tikin í Vági fyri trimum ella fýra árum síðani. Tey blíva bert raskari og raskari, so spennandi verður at fylgja teimum framyvir (Mynd: Bárður Hansen)

U12 liðini hjá TB vóru í Gundadali og við Løkin í dag, og ikki kann sigast annað enn, at tað gekk sera væl. Tað vóru heystkappingar á skránni í dag, og tað var samstundis markering fyri, at kappingarárið er lokið. Hetta er ein frálíkur máti til at enda kappingarnar hjá børnunum av við, og at tað verður gjørt nakað serligt burturúr, gevur børnunum ein virðiligan enda fyri árið. Eitt frálíkt átak, ið vit vóna fer at verða fastur táttur.

Eitt flott triðja pláss
Við Løkin spældu beiggjarnir stundum sera positivan fótbólt, og hugburður teirra var fyrimyndarligur. Tað varð ALDRIN givið upp, og tað varð arbeitt saman. Allir tóku eisini tøk fyri hvønn annan, tá hetta kravdist.
Spælt bleiv móti NSÍ, FC Suðuroy og HB. Og TB liðið endaði árið við einum flottum triðja plássi.
Venjarin er sera stoltur av tykkum !!!

Vunnu silvur
Í Gundadali spældi hitt U12 liðið, og har var bólkaspæl í tveimum bólkum, áðrenn ½ finalur og finala bleiv spæld.
Okkara vunnu sín bólk greitt, frammanfyri tvey HB lið og eitt B36 lið. Í ½ finaluni stóðu dreingir av Argjum fyri skotum, og eisini har var onki at koma eftir. Tað vísti seg at vera ein øðiliga stórur munur á. Argjamenn høvdu ongan livandi møguleika, og vegurin til finaluna bleiv lagdur við einum flottum sigri, har spælið í stórum pørtum av dystinum var á allarhægsta støði.
Í finaluni møttu vit HBa, sum vístu seg at hava yvirtakið í dag, og vunnu teir sostatt eisini.

Silvurmerkir fyri árið er ikki so galið hóast alt, og tað eru vit sera væl nøgdir við. Mest av øllum eru vit tó sera væl nøgdir við spælið.

Um sinnið viðhvørt kókar yvir hjá onkrum, so hevur tað samanumtikið verið eitt sera læruríkt og mennandi ár fyri leikararnir, eins væl og fyri venjaran. Fótbólt duga teir at spæla, tað er slettis onki at ivast í.
Venjarin væntar sær at síggja fleiri av leikarunum koma langt innan fótbóltin.

Styrkur úr Hvalba
Vit hava havt góðan styrk frá fimm hvalbingum í ár, og hesir hava milt sagt verið fantastiskir. Venjarin vildi ikki verið ein einasta av teimum fyri uttan, og teirra partur hevur avgjørt ikki ligið eftir. Nakrir evnaríkir garpar, hvørs hugburður er til eina stóra gullmedalju. Takk fyri í ár, og vónandi síggjast vit aftur komandi kappingarár.

Tað er ikki vanligt, at undirritaði tekur nakran fram um aðrar, men í hesum føri loyvi eg mær at gera eitt undantak.
At síggja ein leikara sum Brynjar Jacobsen Poulsen spæla í ár, tað hevur veruliga nortið mítt hjarta. Ein so fantastiska hugagóðan og evnaríkan drong sær man sjálvdan. Hóast ávísar fysiskar forðingar, hevur hann aldrin givið upp, hann hevur aldrin mist mótið, og hann er ein sovorðin sólskinsøga, at tað eru ikki orð fyri tí.

Takk fyri í ár beiggjarnir allir, og bestu eydnu víðari.