Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Leikaratátturin: Poul Ingason

| 22/02/13

Leikari hesuferð er eitt av okkara størstu talentum seinastu mongu árini, sonur málrevin úr Hvalba, Inga Mortensen, áleyparin Poul Ingason. Poul hevur verið á fleiri U-landsliðum, og er tað enn. Hann er einans 17 ára gamal og kom við á besta liðið í fjørð. Poul svarar her nøkrum spurningum.

Navn: Poul Kjartan Signar Ingason
Føðiár: 1995
Hædd: 1,88
Plàss á liðnum: Álop
Lið umboðaði: TB

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein?

Tað er nokk tí, at pápi mín hevur spælt fótbólt, so áhugin er komin tann vegin frá.

Tú hevur altíð verið TB-ari og kom upp í bestu mannsdeildina í fjørð, sum einans 16 ára gamal, hvussu var tað ?

Tað var heilt fantastiskt at koma uppá hattar støðið so ungur, at spæla við spælarum sum man hevur staðið og hugt eftir sum lítil drongur.

Var tað ikki ov tíðliga?

Tað halda sikkurt fleiri fólk, men nei tað haldi eg ikki. Tá man hevur víst til venjing og venjingardystir at man klárar seg gott, so haldi eg eisini, at man skal sleppa og spæla.

Nú hevur tú royndirnar frá í fjørð,kennist tað annaleiðis í ár?

Tað er altíð gott at vita frammanundan hvussu støðið og ferðin er, men nei, kennslan er tann sama.

Nógv vænta sær eina rúgvu av málum frá tær í ár, hvussu kennist tað hjá tær, at vita at fólk hava stórar vónir til tín?

Tað følist gott at fólk hava so stórar vónir til ein, og eg skal royna mítt besta, og arbeiða hart fyri at skorða so nógv mál sum møguligt.

Nú nærkast kappingarbyrjan. Hvussu eru menn fyri ?

Eg haldi at vit er munandi betur fyri enn í fjørð.

Metir tú tað hava týdning, at TB hevur fingið Einherjar at stuðla sær til dystir bæði úti og heima?

Ja !!! Tað hevur stóran týdning fyri liðið og hugburin inni á vøllinum, og tað gerð, at man hevur hug at kempa til síðsta bríksl.

Er tað nakað serligt við Einherjum, ið tú vilt nevna?

Ja eg haldi at teir gjørdu tað heilt fantastiskt í fjørð, og stuðlaðu sjálvt um tað ikki gekk so gott ì seinnu helvt, og tað seta vit stóran prís uppá. Og vit vóna sama stuðulin í ár

Umstøðurnar kring nýggja vøllin, metir tú at tær fara at hava nakran týdning fyri avrikini á sjálvum vøllinum? Umstøðurnar hava altíð nakað at siga. Jú betri umstøður, betri hug hevur man at spæla.

Heldur tú, at vit skjótt fara at síggja ein TB- leikara á landsliðnum, og um ja, hvør verður hann so?

Eg haldi ikki at vit fara at síggja ein TB- leikara á landsliðnum í ár, men um nøkur ár vóni eg at síggja fleiri.

Hvør verður toppskorari hjá TB í ár?

Tað verður vònandi eg, vóni eg.

Besti leikari í TB?

Teitur Olsen.

Besti leikari í deildini?

Arnbjørn T Hansen.

Hvørjum plássi á stigatalvuni fara tit eftir í ár?

Top 5

Stuttligasta uppliving sum leikari í TB:

Tað er heilt sikkurt mítt fyrsta mál í EFFO deildini ímóti B68.

Besta uppliving sum leikari í TB:

At hoyra síðsta brìksl í síðsta dystinum, har vit taptu 1-4.

Besti leikari í TB nakrantíð:

Heilt sikkurt Henrik Thomsen.

Besta mál hjá tær sjálvum:

Tað var ímóti B68 tá vit vunnu 3-1.

Ynski fyri 2013:

At TB klárar seg væl í kappingini.

Einaferð TB Altíð TB.

Fakta um Poul : http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=P&gender&_&playerID=5719

Til stuttleikar, fakta um pápan: http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=I&gender&_&playerID=2181

Viðmerkingar