Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

AB fór við øllum í hurlivasanum

AB fór við øllum í hurlivasanum

| 17/09/18

Heystarkuldin nærkast fyri hvønn dag, og sama kann sigast um dystin við Stórá í dag, ein heldur linur og líkagyldigur spenningskaldur dystur. Suðringar lógu áðrenn dystin á talvuni í ongamanna landi á 7. plássi við 21 stigum meðan gestirnir av Argjum lógu nr sjokk við 9 stigum.

Vindurin var frískur av vestri og hetta setti eisini sín stóra dám á dystin. Vindurin órógvaði leikagongdina í stóran mun og avleveringarnir/hornaspørk vóru ofta óneyv.

Dysturin gjørdist ongantíð serliga spennandi og tað hendi sjáldan nakað frammanfyri málunum báðum. Heimaliðið hevði bóltin heldur meira og royndi seg við nógvum longum avleveringum og onkrum langskotum, meðan gestirnir lógu kompakt aftarliga og royndu seg við onkum skjótálopum, sum kortini ikki vóru so skjót. Bestu royndina hevði Stefan, tá hann við einum góðum flatum langskoti noyddi Stenberg í AB málinum á kasta seg í fulla long og bjarga.

Tað var týðuligt, at Suðringar eru eitt betri lið enn AB, og ein hevði kenslu av at um dysturin hevði størri týdning, so kundi heimaliðið sagtans eisini fari eitt ella tvey gear upp og vunnið dystin. Tað hendi bara ikki, og dysturin bleiv i mestanmun ein bardagi á miðuni meir enn ein vakur fótbóltsleikur.

Bæði liðið fingu hvør sítt mál kolldømt av dómarinum, og serliga tað hjá TB/FC Suðuroy/Royn beint áðrenn leiklok tóktiskt løgið. Undirritaði dugir ikki at siga hví dómarin kolldømdi málið, tí je sá onki óregluligt, men tað gjørdi dómarin tíverri. Minuttin seinni fór AB í álop og fekk skot á undan vindinum. Bólturin rakti ein suðuroyingafót og brast í netið og sendi øll trý stigini norður til Argir. Sanniliga súrt at tapa á stokkinum.

Ongin ivi um at vinnarin av dystinum í dag, ikki var betri liðið men soleiðis er nú fótbóltur viðhvørt. Vónandi er TB/FC Suðuroy/Royn ikki longu farið í vetrardvala og hugsa um næsta ár, tí sjálvt um okur í løtunum liggja væl frá niðurflytingarstríðnum, so er onki avgjørt fyrrenn alt er avgjørt.

Argjamenn fegnaðust eins og meistaraheitið var komið í hús og sum ein áskoðari av Argjum segði: “lat okum bara fáa tey 3 stigini, vit hava meira brúk fyri teimum enn tit”, og ja, tað er sikkurt nakað um tað.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing