Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

AB stendur fyri framman

AB stendur fyri framman

| 29/04/14

Leiðin gongur leygardagin til Argir, har vit skulu møta AB – hetta er ikki fyrst ferð í ár, at vit fara til Argir. Vit møttu teimum í byrjanini av apríl mánaða, men tá var talan um besta liðið hjá argjamonnum í steypakappingini. Nú er tað 1. deild, ið tað ræður um.

AB leiktu seinast móti EB/Streymi við Margáir og tá endaði tað 2-2 millum teirra, vit fingu samstundis ein sigur á KÍ í Klaksvík áljóðandi 3-2 við málum frá Rógva, Jonhard og Ragnar Tausen.

Tá vit leiktu móti AB í steypakappingini gekk tað sera væl – mong høvdu møguliga væntað at AB fór at vinna við fleiri málum, men tað skuldi ganga so long tíð, at brotssparkskapping skuldi til áðrenn tað var greitt, at tað bleiv AB, ið skuldi víðari.

Spennandi verður tí eisini við Argir, tí teir liggja í løtuni nummar trý í 1. deild við teirra 11 stigum. Til sammetingar hava vit 21. Okkara málmunur er +12 meðan AB hava +4.

Í Klaksvík var tað sum eyðkendi sigurin tvey frálík langskot og ein mannfólka innsatsur av aðrari verð við tí fyri eyga at varðveita fullu úrtøkuna, sum førir við sær, at vit hava 21 stig.

Ragnar framvegis toppskjútti

Ragnar Tausen hevur verið ein støðug hóttan móti øllum verjunum, ið vit hava staðið yvir fyri. Seinasta vikuskifti í dystinum móti KÍ er eitt ávíst ivamál, um hvørt Ragnar ella Óli skulu skrásetast fyri triðja og vinnandi málið. Sambært einari videoupptøku av TB fjeppara sæst tað, at Ragnar skallar bóltin, spurningurin er bara, um hann hevur verið innanfyri strikuna, tá Ragnar nertir bóltin.

Ragnar hevur higartil skotið seks mál í sjey dystum – hetta er við steypakappingardystinum móti AB, men uttan møguliga málið í Klaksvík. Tølini eru funnin á hagtalssíðuni FaroeSoccer. Sostatt er eitt sindur av óvissu um, hvussu nógv mál Ragnar veruliga hevur skotið, men sum onkur politikari tók til: “Lat fara…”, vit gleðast allarmest um gongdina og at stigini skola inn á kontoina!

Martin skaddur

Martin Tausen bleiv borin av vøllinum í Klaksvík eftir ein harðan brest og endaði hann á skaðastovuni. Hann kann tí roknast sum verandi úti í nakrar dystir, hvussu nógvir er ilt at siga enn, men vónandi verður Martin tøkur aftur skjótt.

Eirikur meiðslaði seg eisini undir dystinum móti KÍ og hann dragist við pínu í fótinum. Vit vita ikki um hann verður klárur til dystin.

Óli fast inventar

Við skaðanum hjá Martin kann roknast við, at vit fáa Óla at síggja, sum meira ella minni fast inventar í miðverjuni saman við supertalentinum Teitur Olsen. Óli hevur annars at kalla mest verið innskiftari higartil í ár og tá hann er innkomin, hevur hann sum oftast verið settur fram í álopið.

Dysturin á Argjum verður klokkan 14:00 leygardagin 3. mai. Alt dystaryvirlitið sæst í høgrabredda.

Viðmerkingar