Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Aðalfundurin 2013

Aðalfundurin 2013

| 19/11/13

Tvøroyrar Bóltfelag hevði í kvøld aðalfund, og tað stóð longu greitt undan aðalfundinum at formaðurin, Andre Dalfoss, ikki fór at taka við endurvalið. Tað var sostatt lagt upp til at nýggj starvsnevnd skuldi setast saman.

Fyrsta punkt á dagsskránni var val av orðstýrara, og fall valið á Jóhan Petur Olgarsson. Síðani kom roknskapurin fyri 2012, ið skuldi góðkennast av frammøttu limunum.

Roknskapurin fyri 2012 var lagdur fram fyri uppmøttu limunum og bleiv hann góðtikin. Orsøkin til at talan er um roknskapin fyri 2012 er, at roknskaparárið hjá Tvøroyrar Bóltfelag fylgir álmannakkanum.

Fráfarandi formaðurin greiddi frá árinum sum heild, og tók saman um bæði tað fíggjarliga og fótbóltsliga, seinni takkaði hann eisini fyri seg og tíðina sum formaður í felagnum.

Vit her á heimasíðuni ynskja Andre alt tað besta framyvir og takka fyri samstarvið.

Formaðurin í fótbóltsdeildini, Kim Roest, hevði onki at leggja aftrat tí sum Andre hevði sagt frá um árið, ið er farið.

Eftir hetta fekk forkvinnan í ungdómsdeildini, Charlotta Nielsen, orðið og hon greiddi frá at árið hevði eydnast væl, serliga tá tað kom til at lúka krøv hjá FSF og at felagið hevði eina rating á seks út av sjey møguligum stjørnum. Hetta kemst av miðvíst arbeiði fyri at tryggja ungdómsdeildini so góðar umstøður sum møguligt og eitt nú at felagið hevur ein høvuðsungdómsvenjara, Pól F. Joensen, er ein av orsøkunum til at felagið stendur seg so væl á ratingini hjá FSF.

Nýggj fólk vald

Starsnevndin sum áður var mannað av Andre, formann, Palla, varaformann, Eyðdis, peningarøkil, og Eyðhild, skrivara, verður nú mannað av Jens Róa Sørensen, Armgarð Sørensen og Palla Eysturberg, sum sostatt var einasti sum tók við endurvalið. Skrivarin verður valdur seinni. Nevndin skipar seg sjálva.

Í fótbóltsnevndini stóð tað eisini til eina broyting. Kim Roest og Jan Ole Farstad tóku við endurvalið, sum teir einastu í fráfarandi nevndini. Fyrrverandi nevndin var hendan: Kim Roest, Dánjal Olsen, Kári Dann Niclasen og Jan Ole Farstad.

Nýggja nevndin verður mannað av: Danjal Eli West, Poul Erik Smedemark, Kim Roest, Jan Ole Farstad og Mortan Enni. Nevndin skipar seg sjálva.

Nevndin fyri ungdómsdeildini heldur fram, tó uttan Armgarð, sum nú verður partur av starsnevndini. Sostatt verða hesar í nevndini fyri ungdómsdeildini: Charlotta Nielsen, Jónvør Bjarkhamar, Eyðdis Ellendersen og Angelie Johannesen. Hvussu hon skipar seg er ikki greitt, men alt hetta verður fingið greiði á so skjótt ymisku nevndirnar hava skipa seg.

Aðalfundurin var væl møttur, og tað var í mun til fyri nøkrum árum síðani ongin trupulleiki at fáa fólk at mannað nevndirnar.

Nágreiniliga hvussu ymisku nevndirnar verða mannaðar verður avtala í næstum.

Viðmerkingar