Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Aftur í Gundadal

Aftur í Gundadal

| 11/04/15

TB kom væl og virðiliga á jørðina aftur um páskirnar. Hetta er einans okkum sjálvum at takka. Okur góvu NSÍ ov langar teymar í fyrra hálvleiki, og teir revsaðu okkum. Hóast TB bardi seg manniliga aftur í dystin, var NSÍ omaná til seinast. B36 vann ein tepran sigur á TB í løgmanssteypinum, og har eru okur so ikki við longur.

Tað verða eisini B36 og TB sum spæla í Gundadali sunnudagin. TB skal spæla sín fjórða útidyst higartil, tann fimta um ein telur løgmanssteypið við, men við 6 stigum í truplari byrjan, er tað ein støða okur kunnu liva við. Ein má spyrja seg sjálvan, hvussu teir mingulera í FSF, tá kappingin er so skeiklað, at teir ikki finna útav at leggja kappingina soleiðis, at liðini kunnu spæla heima og síðan úti annan hvønn dyst.

Steypadysturin um páskirnar er allarhelst ein lítil ábending um, hvussu leikur fer at fara fram sunnudagin. B36 mátti kempa fyri sigrinum, og TB fer uttan iva at gera tað betur enn seinastu dystirnar. Kenni eg Karl Øster og Páll Hagbert rætt, so hava teir arbeitt miðvíst móti dystinum, og tað er ikki óhugsandi, at TB fer at gera ein vørr og okur vóna, at nóg mikið av luft er í ballónini til stig.

Góðan dyst