Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Aftur málríkur sigur til 3. deild

| 24/06/13

3. deild: Giza/Hoyvík 2-4 TB

3. deild fór leygardagin norður um fjørð at møta Giza/Hoyvík og hetta skuldi gerast ein frálíkur dagur við  góðum málum og samstundis hevur 3. deild endiliga víst at tað ber væl til at skjóta fleiri enn 2 mál í einum dysti fyri aðru ferð.

Liðið hendan dagin var: Hugin – Kristin Andrias, Pætur Mikal, Arthur, Pætur K – Júst, Heine, Páll Heri, Jan – Benjamin – Kai. Á bonkinum vóru, Petur, Páll og Brandur.

Tað skuldi vísa seg at gerast eitt sindur av panikki í áðrenn dystarbyrjan, tí Jan var í útlegd á Strondum og kom alt ov seint til bæði taktikfund og upphiting, men náddi at fáa hita upp í einar 5-10 minuttir áðrenn dysturin var bríkslaður í gongd. Hetta bæði til stórt undirhald fyri hinar, men eisini anledning til nervøsitet um hann nú ikki kom fram yvirhøvur.

Sum heild um allan kann sigast, at spælið  ikki var nógv at reypa av, men málini harafturímóti vóru nøkur klassa mál.

Vit høvdu í Heina og Pætur Mikal fingið góðan styrk til dystin móti Giza/Hoyvík og skuldi teir vísa seg at roynast sera væl á 3. deildar liðnum. Heine var júst heimkomin í summarferiu frá lesnað niðri, so tað var ikki frítt at hann var eitt sindur moyrur, tá dómarin endiliga bríkslaði dystin av fyri seinastu ferð.

Dómarin var annars ein ungur maður hvørs lungu ikki kunnu vera nógv oyru verd á svarta marknaðinum, tí hann fekk ikki floytuna at ljóða hart nokk til at leikarar kundu hoyra at tað var bríksla fyri eitthvørjum brot á fótbóltslógina. Hetta skapti stóra frustratiónir millum okkara leikarar og fingu vit okkurt býtt gult kort fyri at brúka okkum um hetta.

Vit fingu  fýra mál hendan dagin í Gundadali. Málini vóru nakrar perlur, tað er so onki at ivast í. Fyrst var tað Arthur sum við einum skallara, eftir eitt frálíkt horna frá Benjamin, setti okkum í gongd. Okkara seinna mál stóð Kai’urin fyri, tá hann var sendur í gjøgnum við einari góðari fríspæling úr miðjum vølli. Einsamallur við einum gomlum TB kenningi, Fróða Bærendsen, er hann púra eviga cool og lobbar bóltin lætt og elegant yvir Giza/Hoyvík málmannin til stóra gleði fyri okkum.

Okkara spæl hongur til tíðir illani saman og tað endar við at støðan gerst 2-1, tá teir fáa eitt mál.

Vit fáa tó svara aftur við einari perlu av Hr. Petersen, sum skamt uttanfyri 16-meturin fær bóltin og leggur hann perfekt í handara horn. Avgjørt ein kandidatur til ársins mál í 3. deild.

Aftur fær Giza/Hoyvík svara aftur og reduserað til 3-2 uppá horna har tað møguliga kundi verið bríkslað fyri frísparki til Hugin, men faktum er, at dómarin als ikki tordi at taka nakrar avgerðir hendan dagin, men bríkslaði sum oftast til teir, ið róptu harðast.

Nú skuldi tað vísa seg, at kunna gerast nakrir nervapirrandi síðstu minuttir av dystinum, men vit hava ikki meira enn givið bóltin upp, so hevur Jan sett hann í kassan aftaná eitt sololøb frá miðjum vølli. Vit byrja spælið aftaná at Giza/Hoyvík skoraðu og tað fyrsta sum verður gjørt er, at Kai leggur bóltin út til Jan í vinstru, hann tekur nøkur skjót trekk forbí nakrar Giza/Hoyvík menn og fer allan vegin fram í brotsteigin hjá teimum, har hann ætlaði at leggja innfyri, men endin var, at hann setti hann í kassan til endaligu støðuna 4-2 til TB.

Harvið fingu vit reist okkum eftir katastrofuna í Leirvík og eru nú til reiðar at fara í summarferiu, tó skal B36 fyrst spæla móti okkum á jóansøku, har tað verður leikt um steyp leygardagin.