Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Aftur til Margáir

| On 05, Apr 2012

Bojan Timic fær nýggjan álopsmakkara í morgin, og spennandi verður, hvussu tað fer at ganga (Mynd: Birita Hansen - NSÍ)

Á seinasta leikdegi í fjør, vann TB ein knúsandi stórsigur á teimum næstbestu við Margáir, og kempaðu seg harvið upp í Effodeildina. Tað verður neyvan talan um líka stóran sigur í morgin, tá TB fyri fyrstu ferð vitjar aftur, men leggja menn líka stóran innsats fyri dagin, og koyra á, sum óðir menn, so letur tað seg væl gera, at fáa eitt gott úrslit. Okkara hava eftir fyrstu tvær royndirnar, ikki megnað at fingið stig burturúr, men í triðja umfari í morgin fáa teir aftur møguleikan, og so er at taka av. Uppgávan er trupul, men als ikki ómøgulig, og tað eigur at verða farið til verka, við stórari trúgv á egnan mátt. Heimaliðið, EB/Streymur hevur ikki fingið eina góða byrjan á kappingarárið, og hava bert fingið eittans, av seks møguligum stigum higartil.

Málini fara at koma
Spælið hjá TB hevur fyri tað mesta verið heilt gott í teimum báðum undanfarnu landskappingardystunum. Móti Víkingi í Vági, spældi man heilt væl fyrsta hálva tíman, og fingu okkara skorað uppá málmøguleikarnar, kundi dysturin lættliga fingið aðra gongd, enn hann seinni fekk. Eisini við Løkin gekk framúr væl, og satt at siga, kundu okkara hava verið á odda við í minsta lagi tveimum máli, longu til hálvleiks. Stóru møguleikarnar blivu tó ikki gagnýttir, og so streyk NSÍ avstað við øllum. Í morgin verður triðja royndin so við Margáir, og á tí leikvøllinum duga okkara væl at skjóta mál. So vit trúgva á, at í morgin, so fara okkara treystir til verka, og geva ein innsats, sum vit øll kunnu vera stolt av. Eitt er so sikkurt, og tað er, at málini nokk skulu koma. Tað er bara spurningurin um tíð, og inntil tá, so skal bara koyrast á.

Næstan allir eru tøkir
Venjarin, Milan Kuljic hevur næstan allar leikararnar tøkar til úttøku, og einasti maður, sum, við vissu, ikki verður við, er serbiski áloyparin, Igor Grjkajac, sum beklaði høgra fót heilt illa í dystinum við Løkin. Við allari kropsvektini lendi hann skeivt, og tí kunnu vit rokna við, at vit mugu vera áloyparan fyri uttan í nakrar vikur. Hvussu longi talan fer at verða um, er ov tíðliga at siga enn, men nakrar dystir verður tað uttan iva. Tað skal tó ikki fallast í fátt, tí hópurin er bæði breiður og góður. Maður kemur í mann stað, og væntandi er, at ungi Poul Ingason kemur at fylla plássið hjá skadda serbanum. Poul hevur staðið seg framúr væl í venjingardystunum undan kappingini, og hevur eisini roynt seg rættuliga støðugan í báðum dystunum higartil. Tá hugsað verður um, at drongurin einans er 16 ára gamal, og at hetta er fyrsta ár hansara í vaksnamanna fótbólti, so kann man ikki gera annað, enn at vera imponeraður av hansara vilja og dirvi. Hann stendur sera lítið aftanfyri hinar í kappingini um týdningarmiklu plássini í áloypinum, og nú fær hann vónandi møguleikan til veruliga at vísa sítt virði.
Sjálvt um Poul ikki skuldi verið valdur til at byrja, so hava vit eisini aðrar, ið skjótt skuldu verið klárir til at traðka til, so spenningurin er stórur undan dystinum í morgin.

Dysturin byrjar kl 15

Drívið á dreingir, og minnist til handan ótrúliga kappingarandan frá síðsta leikdegi í fjør.