Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ársins fyrsti venjingardystur

Ársins fyrsti venjingardystur

| On 31, Jan 2014

Sunnudagin 2. februar verður møguligt at síggja TB leika fyrsta dystin í 2014, tá venjingardystur verður ímóti grannunum úr FC Suðuroy.

Dysturin verður spældur við Stórá í Trongisvági, og byrjar kl 13:30.

TB hevur í ár, sum nakað nýtt, ætlanir um, at hava beinleiðis dystaruppdateringar á netinum, umvegis Twitter. Ætlanin er royna hetta nýggja tiltakið fyrstu ferð nú sunnudagin, tá liveuppdate verður frá dystinum móti sunnanmonnum. Til ber at fylgja við her á heimasíðu felagsins.