Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ársins veitsla – Keypið atgongumerkir í Effo

| 23/03/12

13. mai 2012 kann Tvøroyrar Bóltfelag at hátíðarhalda 120 ára føðingardag sín, og í hesum sambandi verður ein rimmar TB veitsla hildin í høllini í Trongisvági, leygardagin tann 12. mai. Atgongumerkir til hesa stóru veitslu fáast til keyps í Effo handlinum hjá Gudmundi Mortensen á Tvøroyri, og kostnaðurin er kr. 300. Tað verður 18 ára aldursmark til veitsluna, og fyrireikararnar lova eina rimmar veitslu. Teir vóna at síggja eina ørgrynnu av fólki samlast inni í høllini, so vit øll í felag kunnu heiðra aldursforsetan á hesum merkisdegi. Við í prísinum er borðhald við trýrættaðari matarskrá, undirhald, við skemtingarsama Roberti Mc Birnie, umframt dansurin aftaná, har kenda orkesturið 1448 spælur. Freistin at tekna seg, er leygardagin 5. mai.

Vit síggjast, og minnist til veitslulagið