Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Árskort eru nú til keyps

| On 14, Feb 2012

Í londunum kring okkum, hoyra vit ofta um tey sokallaðu árskortini, sum fjepparar hjá feløgunum keypa sær undan kappingarbyrjan. Við slíkum kortum kunnu fjepparar keypa sær rættin til allar heimadystirnar tað givna kappingarárið, og spara sostatt pengar, umframt at teir sleppa frá at baksast við at keypa atgongumerki til hvønn dyst. Sovorðin árskort verða í næstum eisini til keyps á Tvøroyri, tí Tvøroyrar Bóltfelag bjóðar nú sínum fjepparum hendan møguleika.

Eitt gott tilboð til fjepparan
Í næstum fer Tvøroyrar Bóltfelag at selja sokallaði árskort fyri kappingarárið 2012. Hesi kort kosta kr. 900, og við hesum, fær tú atgongd til allar heimadystirnar hjá TB.
Sum tey flestu vita, so stendur nýggjur fótbóltsvøllur í gerð vesturi í Stópunum, og hesin nýggi leikvøllur við nýggjum felagshúsi verður karmur um eina nýggja tíð, har TB fer at royna at veita sínum trúgvu fjepparum okkurt afturfyri trúgvan stuðul gjøgnum mong trupul ár.
Árskort eru tó ikki nakað nýtt hugskot í TB, tí frammanundan hevur verið tosað um hetta átak. Men í ár varð mett, at tíðin er búgvin, til at geva fjepparunum hetta góða tilboð.
Ynskir tú at gerast ein av teimum fyrstu at bíleggja tær eitt sovorðið árskort, so ring til formannin í fótbóltsdeildini, Kim Roest, á tlf.: 214310 ella send honum ein mail á roestkim.kr@gmail.com

Ársveitslan verður í mai
Tvøroyrar Bóltfelag, ið er elsta ítróttarfelag í landinum, og eitt at teimum elstu í heiminum, fyllur 120 ár tann 13 mai í ár. Hendan søguliga dag, vil nenvdin sjálvsagt fegin hátíðarhalda, og tí verður í næstum møguleiki hjá áhugaðum, at bíleggja sær atgongumerki til hetta brak av eini veitslu. Nógv fer at verða gjørt burturúr, og fyrireikararnar vænta eina veitslu sum verður minst líka góð sum 100 ára veitslan í 1992.
Hvar tað fer at bera til at bíleggja sær atgongumerkir til hesa rimmar veitslu, og hvat kostnaðurin verður, verður nærri kunnað um seinni.

TB dróg HB í 1. umfari
Í ítróttarsendingini hjá Kringvarpinum, bleiv í kvøld drigið um, hvør skal møtast í innleiðandi og í 1. umfari av ársins steypakapping. TB telist nú millum liðini í bestu deildini, og tískil komu teir ikki í fyrsta bollan, har innleiðandi umfarið bleiv drigið. Tá so tey stóru liðini blivu stoytt í bollan, bleiv TB eitt av liðunum, ið varð drigið til heimavøll, og mótstøðuliðið bleiv gamli arvafíggindin, HB. Lagt verður tí upp til eitt ordans brak, tá HB tann 9. apríl kemur á vitjan á Tvøroyri, og tað er ikki sørt við kenslum av nostalgi surrandi um hendan dyst, sum so mangan hevur borðreitt við ógloymandi upplivilsum. Lat okkum spíla okkum út, og geva havnarmonnum ein góðan dyst, og sjálvandi spæla okkum víðari.
Í vikuskiftinum spældu júst hesi bæði lið ein venjingardyst í Gundadali, og har sigraði HB við 5-1. Hetta úrslit skal tó ikki dvalast ov longi yvir, tí enn er tíðliga í fyrireikingunum til kappingarárið. 9. apríl verður søgan við statsgaranti ein onnur, og tað gleða vit okkum øll til at síggja.