Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skrivað hevur Jan Smedemark

Munandi færri mál í Effodeildini

7. mai 2017 |

Vit hava hugt eitt sindur aftur í hagtalsgrunnin hjá Faroesoccer, hesu ferð við tí fyri eyga at kannað og samanbera, hvussu nógv mál eru skotin samanlagt eftir hesum fyrstu sjey umførunum.

Árið í ár liggur væl undir miðal samanborið við … Les meira

Trý stig ella onki higartil

7. mai 2017 |

TB/FC Suðuroy/Royn er einasta liðið í Effodeildini, sum hevur spælt sjey dystir uttan ein einasta javnleik í Effodeildini. Eftir fyrstu sjey umførini hava vit 12 stig eftir fýra sigrum, hinvegin eru hinir tríggir dystirnir taptir.

Samanbera vit við úrslitunum, ið … Les meira

HB dró longra stráðið

6. mai 2017 |

Í dag var dystur í Gundadali og tað sum merkti ein stóran part av upptaktini var ivamáli um nær dysturin skuldi spælast. Endin bleiv, at dysturin bleiv bríkslaður í gongd klokkan 15:00 í mun til klokkan 17:00, sum annars var … Les meira

Suðuroyggin ímóti svørt-reyðu Havnini

3. mai 2017 |

Hetta vikuskiftið verða dystirnir í Effodeildini leiktir leygardagin í staðin fyri sunnudagin. Orsøkin er, at har eru steypakappingardystir miðskeiðis í komandi viku og tí er sjeynda umfar av Effodeildini framskunda ein dag.

TB/FC Suðuroy/Royn skal til Havnar at spæla ímóti … Les meira

Støðan í hinum deildunum

2. mai 2017 |

Effodeildarliðið er komið serliga væl frá byrjan og er tað einamest tann deildin, sum hevur verið í brennideplinum, men nú fara vit at hyggja eftir hinum deildunum. TB/FC Suðuroy/Royn luttekur í øllum teimum lægru deildunum, altso 1. deild, 2. deild … Les meira

NSÍ vitjar skansan við Stórá

29. apríl 2017 |

Sunnudagin klokkan 14:30 tekur TB/FC Suðuroy/Royn ímóti NSÍ við Stórá. NSÍ verður sostatt fyrsta liðið, sum TB/FC Suðuroy/Royn møtir fyri aðru ferð. Fyrstu ferð liðini hittust var við Løkin í Runavík, tá var talan um dyst í steypakappingini. Hesin dysturin … Les meira

Jón Krosslá Poulsen toppskjútti

25. apríl 2017 |

Jón Krosslá Poulsen leikti ikki nógv í fjør við Víkingi, 349 minuttir blivu tað til í alt, tí hann var nógv darvaður av álvarsligum skaða. Undan kappingarbyrjan var sáttmáli skrivaður við Jón Krosslá Poulsen til TB/FC Suðuroy/Royn og má sigast, … Les meira

Stefan við til U17 EM endaspælið

25. apríl 2017 |

U17 landsliðið megnaði at leika seg víðari til EM endaspælið í Kroatia og nú er endaligi hópurin úttikin. Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið hópin og er Stefan Radosavljevic partur av 19-mans hópinum.

Umframt TB/FC Suðuroy/Royn leikaran … Les meira

Leikbann í væntu

24. apríl 2017 |

Vit hava hugt nærri eftir hvussu býtið millum kortini hava verið hesi fimm fyrstu umførini. Samanlagt í Effodeildini eru fallin 101 gul kort og fýra reyð. TB/FC Suðuroy/Royn hava fingið 16 gul kort, men onki reytt. Hetta gevur sambært Faroesoccer … Les meira

Heimsklassa comeback við Stórá

23. apríl 2017 |

Í dag stóð tað, sum serfrøðingarnir hava kalla fyri okkara fyrsta veruliga roynd fyri framman, tá B36 vóru komnir suður um fjørð. Keðiligt veður var í dag, tað skifti millum regn og vátakava – hetta hevði við sær, at vøllurin … Les meira

Eitt sigursleyst B36 kemur suður

21. apríl 2017 |

Sunnudagin verður aftur heimadystur hjá TB/FC Suðuroy/Royn við Stórá og tá er tað árstalsfelagið úr Tórshavn, sum kemur suður. Við sær í viðføri hava teir enn ongan sigur, men hinvegin hava teir ei heldur tapt í Effodeildini higartil. B36 hevur … Les meira

Betri byrjan enn Víkingur og 07 Vestur

14. apríl 2017 |

TB/FC Suðuroy/Royn samstarvið varð sjósett í vetur og verður at byrja við talan um eitt royndarár, sum so skal eftirmetast av luttakandi feløgunum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagið Royn. Samstarvið er nýtt, men higartil má ásannast at felagið er … Les meira

Suðringur, Holva Fish og Defa stuðla liðnum

20. mars 2017 |

Tvøroyrar Bóltfelag kann við hesum kunngera enn ein stuðul til liðið, hesu fer er talan um trý feløg í oynni, ið øll virka innan fiskivinnuna. Feløgini talan er um eru Suðringur, P/F Holva Fish og P/F Defa.

Felags fyri allar … Les meira

TB Flogbóltur í steypafinaluni

21. februar 2017 |

Tvørafólk og serliga okur við kærleika fyri svørthvítu búnunum hjá Tvøroyrar Bóltfelag eiga leygardagin at visa okkara stuðul til kvinnu-flogbóltsliðið í svørthvítum. Tær skulu nevniliga leika steypafinaluna leygardagin 25. februar. Dysturin verður leiktur í ítróttarhøllini á Hálsi klokkan 13:00.

Við … Les meira

Klassikari við Stórá í dag

3. apríl 2016 |

Havnar Bóltfelag og Tvøroyrar Bóltfelag hava havt mangar minniligar samanbrestir gjøgnum ár og dag – vónandi verður dagsins dystur onki undantak. HB hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, har millum annað fyrrverandi TB leikarin Poul Ingason hevur verið eyðsýndur … Les meira

Toftamenn standa fyri skotum

10. mars 2016 |

Sunnudagin verður annað umfar av Effodeildini á skránni – talan verður um eitt spennandi umfar, har millum annað John Petersen í FSF Varpinum hevur sagt, at hann væntar eitt umfar við nógvum málum.

Leiðin gongur norður um fjørð, inn á … Les meira

Dómaraskeið við Stórá fríggjadagin

8. mars 2016 |

Skipað verður fyri dómaraskeiði við Stórá fríggjadagin 11/3 kl. 17:00.

Endamáli við skeiðinum er m.a.:

Førleika menna tey, sum virka sum “heimadómarar” úti í feløgunum, soleiðis at tey hava kunnleika til fótbóltslógina, fyri at betri døma dystirnar har heimafelagið setir … Les meira

So fer Effodeildin vónandi av bakkastokki

4. mars 2016 |

Langt um longi er bíðitíðin av fyri okkum TB fjepparir, Effodeildin verður bríksla í gongd leygardagin klokkan 15:00. Á skránni eru tríggir dystir og uttan iva tann mest spennandi av teimum, fyri okkara viðkomandi, er KÍ-TB, sum verður leiktur í … Les meira

Lutakast til Løgmanssteypið

22. februar 2016 |

Eins og Effodeildin byrjar í mars, so verður innleiðandi umfarið í Løgmanssteypinum eisini á skránni. Innleiðandi umfar verður leikt 26. mars meðan fyrsta umfar verður 24. apríl, sum verður okkara fyrsti dystur í kappingini.

Lutakast var skipað fyri í 3-2 … Les meira

Venjingardystur móti FC Suðuroy

22. februar 2016 |

Í vikuskiftinum sum júst er farin aftur um bak vóru vit í Gundadali og spældu venjingardyst móti HB, talan bleiv um eitt 4-2 tap móti HB, men hálvleikirnir báðir vóru sera ólíkir. HB átti at kalla tann fyrsta, meðan vit … Les meira