Niels Petersen

Author's details

Name: Niels Petersen
Date registered: 25 januar, 2011

Latest posts

  1. Ungir leikarar í fokus — 8 mai, 2013
  2. Nicky er klárur — 16 mars, 2013
  3. U16 dreingir spældu seg í A-bólkin — 15 mars, 2013
  4. TB bjóðar foreldrum til fundar — 11 mars, 2013
  5. Leikaratilgongdin er vaksandi — 5 mars, 2013

Most commented posts

  1. Pláss eru tøk á Summer Camp 2011 — 4 viðmerkingar
  2. Útvarpað verður úr Havn sunnudagin — 4 viðmerkingar
  3. TB-AB – Beinleiðis í morgin kl. 15 — 3 viðmerkingar
  4. TB er í Vodafone í 2012 — 3 viðmerkingar
  5. Sevmýri kemur okkum til hjálpar — 3 viðmerkingar

Author's posts listings

Ungir leikarar í fokus

Sum liður í menningini av ungu leikarunum á Tvøroyri og í Hvalba, hevur TB avgjørt, at høvuðsvenjari felagsins, Hans Fróði Hansen framyvir fer at hjálpa til í venjingunum hjá U16 liðnum hjá TB/Royn. Hans Fróði krevur onga víðari presentatión, tá hann er eitt kent navn innan fótbóltsheimin. Hann hevur drúgvar royndir sum leikari, og hevur sína serligu styrki í persónligari coaching. Hann er sum stoyptur til, at arbeiða við ungum leikarum, og tí vænta vit, at leikararnir fáa tætt við perfektar umstøður at mennast undir.

Nicky er klárur

Nicky Diverdics

Nicky F. Diverdics er álopsinnaður miðvallari, og vit eru sera spentir uppá at síggja, hvussu hann fer at roynast í sínum fyrsta dysti fyri TB í morgin. Best of luck Nicky, we’re all rooting for you and the boys (Mynd: Kim Roest)

Seinastu vikurnar hevur bretin, Nicholas Ferenc Diverdics vant við Effohópinum hjá TB, og beinanvegin sást, at hesin hevði góðar dygdir. Farið varð tískil alt fyri eitt í gongd við at skaffa hesum spæliloyvi úr Bretlandi, so at hann kann umboða TB. Nú er greitt, at pappírini eru avgreidd, og sostatt verður álopsinnaði bretin við í Effodeildardystinum í Sørvági í morgin. Aðrastaðni byrjar kappingin í 1. Deild í morgin, og okkara vitja á Skála í fyrsta umfari.

U16 dreingir spældu seg í A-bólkin

Hóast tað bleiv spælt í Gundadali, vórðu tað suðuroyarliðini, ið fóru avstað við spennandi plássunum (Mynd: google.com)

Hóast tað bleiv spælt í Gundadali, vórðu tað suðuroyarliðini, ið fóru avstað við spennandi plássunum (Mynd: google.com)

Síðsta vikuskifti varð innleiðandi kapping spæld í Havn í U16 árganginum. Fýra lið skuldu kappast um tvey pláss í A-bólkinum í sama aldursbólki, og tá avtornaði vunnu tvey suðuroyarlið seg upp í besta bólkin. Liðini sum kappaðust, og tey vóru AB, B36, FC Suðuroy og TB/Royn. -Vit vistu ikki hvat vit kundu vænta okkum, tí vit kendu so lítið til hini liðini, segði venjarin, Palle Eysturberg, sum samstundis fegnast yvir, hvussu raskir ungu beiggjarnar eru. Kappingin á A-bólkinum byrjar eina av komandi vikunum.Kendu okkara vitjunartíð
Okkara unglingar stóðu seg rættuliga væl í undankappingini í U16 aldursbólkinum, sum spæld bleiv í Havn seinasta vikuskifti. So stinnir vóru beiggjarnar, at teir spældu seg til rættin at spæla í A-bólkinum í hesum kappingarárinum. Fyri at gera søguna enn søtari, so megnaði hitt suðuroyarliðið, FC Suðuroy eisini at gera okkum eftir, og sostatt blivu havnamenn lumpaðir av suðuroyingum.

TB bjóðar foreldrum til fundar

Ungdómsdeildin hjá Tvøroyrar Bóltfelag bjóðar til foreldrafund í hallarkantinuni í Trongisvági, Mánadagin 11 mars kl 19:00. Á skránni verður, framløga av ætlanum hjá ungdómsdeildini fyri árið 2013, og so hava vit fingið Hans Mourits Foldbo, Barnasálarfrøðing, at halda ein stuttan fyrilestur. Hans Mourits kemur m.a. at greiða frá týdninginum av, at foreldur ella avvarandi stuðla ungdóminum í ítróttinum. Ungdómsdeildin vónar at síggja minst eitt foreldur hjá øllum TB-spælarum og TB/ROYN-spælarum á foreldrafundinum. Eisini eru foreldur, sum hava børn, ið ikki áður hava íðka fótbólt, og ynskja at taka lut í fótbóltinum í ár, hjartaliga vælkomin.

Leikaratilgongdin er vaksandi

Rúni Thomsen - Miðvøllur - 94 dystir í 1. Deild - 89 dystir í 2. Deild - 25 steypadystir - 33 mál (Kelda: faroesoccer.com)

TB hóparnir í Effodeildini og í 1. Deild eru sterkir í ár. Nógvir leikarar kappast um plássini, og tað fær tað besta fram í hvørjum einstøkum. Sterka tilgongdin ger tað bert enn meira spennandi, nú kappingarárið fer av bakkastokki um vikuskiftið (Mynd: Savnsmynd frá Bjarna Nygaard)

Vanligt hevur altíð verið, at einkultir leikarar frá øðrum feløgum hava roynt seg í TB eina tíð. Hetta árið er onki undantak í so máta. Munurin er tó tann, at enn fleiri enn vanligt eru komnir til felagið í ár, og at nakrir teirra eru rættuliga ungir, er spennandi fyri framtíðar TB liðið. Nakrir hvalbingar komu til felagið í fjør til dømis, og onkur nýggjur er komin til felagið í ár afturat. Umframt styrkin úr Hvalba, eru tríggir komnir úr FC Suðuroy. Uttan iva er tað nýggju og sera góðu karmarnar, sum draga og lokka, men tað er als ikki óhugsandi, at TB, sum fremsta felag í oynni, hevur eitthvørt serligt yvir sær. Ein so sterkur felagskapur, sum harafturat arbeiðir knallhart, fyri framhaldandi at mennast, er sannuliga lokkandi.

Unglingar ímponera og fáa sáttmála

TB Smápiltar, árgangur 94-95- Frá vinstru: Húkandi frá vinstru: Teitur Olsen, Heini M. Mortensen, Patrik Johannesen og Hjalti Vestergaard.

TB Smápiltar, árgangur 94-95- Frá vinstru: Eirikur Magnusarson, Fróði Bærendsen, Rasmus M. Potts, Margeir Kjærbo og Poul Ingason. Húkandi frá vinstru: Teitur Olsen, Heini M. Mortensen, Patrik Johannesen og Hjalti Vestergaard.

Tveir tilkallaðir til U-21 landsliðið

Poul Ingason - Álop - 25dystir í Effodeildini - 3 dystir í 2. Deild - 1 steypadyst - 11 mál.
7 U17 landsdystir - 3 U19 landsdystir - 1 mál (Mynd: Niels Petersen)

TB var umboðað við fýra leikarum á U19 landsliðnum í fjør: Eirikur Magnusarson, Poul Ingason, Ragnar Tausen og Teitur Olsen (Mynd: fsf.fo)

Í hesum døgum verður roynt at finna fram til tann endaliga U21 landsliðshópin, og í hesum sambandi eru tveir TB leikarar boðsendir. 19 ára gamli Rógvi Joensen og 17 ára gamli Poul Ingason eru innkallaðir, og skulu teir møta til venjing leygardagin í Havn. Sunnudagin er so ætlanin, at dystur skal spælast móti Effodeildarliðnum hjá KÍ. Báðir hava teir roynt seg á bæði U17 og U19 landsliðunum, og nú er áhugin vaknaður hjá U21 landsliðsvenjaranum eisini. Vit vóna, at beiggjarnir klára seg væl, og fylgja gongdini við stórum spenningi. Einans ein TB leikari hevur verið á U21 linum undan hesum báðum, og stóð hann seg eisini avbera væl. Vit tosa sjálvandi um Gilla Sørensen, sum undan kappingarárinum valdi at flyta til B36.

Tvey ára sáttmála til ungan leikara

16 ára gamli Rógvi Kárason er ein fyrimynd fyri aðrar ungar leikarar. Hann er ikki bara sera dugnaligur bóltspælari, men serliga er tað hansara góði hugburður, ið vann honum ein tvey ára sáttmála við TB (Mynd: Niels Petersen)

TB hópurin er við at vera klárur til kappingarárið, og fyrireikingarnar ganga sína vanligu gongd (Mynd: Bjarni Nygaard)

TB skrivaði í farnu viku undir sáttmála við tríggjar av lokalu leikarunum, umframt ein tvøramann í útlegd, ið komin er frá grannunum úr FC Suðuroy. Hóast teir allir eru týdningarmiklir og spennandi leikarar, so er ein teirra, sum vit fara at leggja serligan dent á hessaferð. Talan er um bert 16 ára gamla Rógva Kárason, sum við einum fantastiskum hugburði, og ikki minni arbeiðsinnsatsi, veruliga hevur gjørt vart við seg í vetur. Hinir leikararnar eru; brøðurnir Tórur og Dan Mortensen og Tóki Brattalíð, ið júst er komin úr FC Suðuroy.

Enn eitt hatrick

 

Kviku vongspælararnir hjá TB góvu gestunum mikið høvurbrýggj, tá teir fleiri ferðir sloppu gjøgnum í síðunum. Ragnar Tausen, var ein teirra, og hann royndist, sum hann plagar, sera væl (Mynd: Álvur Haraldsen)

Í einum óvanliga tomum venjingardysti millum Effodeildarliðið hjá TB og FC Suðuroy, fingu vit tó nakrar løtur av spæli, sum má metast til at vera á høgum støði. Tað vóru gestirnir sum byrjaðu dystin betur, og teir løgdu seg eisini á odda, men sum dysturin leið, skavaði TB seg meira og meira inn í dystin, og seinastu løtuna skrædnaði heilt hjá gestunum. Tá alt kom til stykkis, hevði TB sigrað við fýra málum, móti tí eina hjá sunnanmonnum. Hetta var fyrsti dystur í ár, hjá meginpartinum av TB leikarunum skal tó viðmerkjast, og tað sást til tíðir rættuliga væl. Ein var tó, sum skaraði framúr, og tað var Poul Ingason, sum aftur í dag skoraði trý mál.

Góður venjingardystur

At Poul Ingason er ein vandamikil álopsleikari, tað máttu sunnanmenn ásanna farna vikuskifti, tá unglingin bombaði trý skot í málið. Poul verður sannuliga ein spennandi leikari at fylgja í ár (Mynd: Bjarni Nygaard)

Farna vikuskifti, var 1.Deildarliðið hjá TB í Vági, har FC Suðuroy, sum í ár spælur í 1. Deild, hevði bjóðað til venjingardyst. Veðrið var ikki tað besta til fótbólt, og vindurin hevði hug til at darva viðhvørt. Úrslitið av ársins fyrsta venjingardysti bleiv 4-3 til vertirnar, sum uttan iva ætla sína tilveru, í næstbestu deildini, at vera stokkuta. Í morgin verður so høvi til at síggja Effodeildarliðið hjá TB royna seg móti FC Suðuroy, og spælt verður við Stórá. Hetta verður fyrsti venjingardysturin hjá okkara fremstu manning, so spennandi verður at síggja, hvussu teir fara at royna seg. Dysturin byrjar kl. 18 við Stórá í Trongisvági.

Eldri greinar «