Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skrivað hevur TB

TB’ari á U15 landsliðið

25. apríl 2017 |

Øssur Hansen landsliðsvenjari hjá U15 landsliðnum hevur úttikið hópin, sum skal luttaka til Esbjerg Elite Cup. Esbjerg Elite Cup hevur luttøku av liðum úr norðanlondum umframt liðum úr øðrum norðureuropeiskum londum.

18 dreingir hava fingið úttøkuboð, millum teirra er Emil … Les meira

Kvinnukvøld 27. apríl

22. apríl 2017 |

27. apríl klokkan 19:00 verður árliga kvinnukvøldið, sum Tvøroyrar Bóltfelag skipar. Nógv spennandi er á skránni, millum annað mótasýning, skemt, tónleikur og annað. Øll skráin sæst á myndini niðanfyri.

Atgongumerkir kunnu keypast hjá Effo á Tvøroyri til 25. apríl … Les meira

Mynd av Effodeildarhópinum

19. apríl 2017 |

Eyðfinn Debes tók undan dystinum móti Skála ársins liðmynd av Effodeildarhópinum.

Aftast frá vinstru: Andrias Sørensen, Daniel Hofgaard, Tóki Krosslá Mortensen, Búi Egilsson, Dánjal Godtfred, Ragnar Joensen, Jón Áki Jacobsen, Rógvi Joensen, Marius Berntzen, Poul Ingason, Mats Walberg, Heri Kjærbo, … Les meira

U17 fyrireikar seg til EM endaspælið

18. apríl 2017 |

Sum flestum kunnugt, so megnaði U17 landsliðið eitt framúr úrslit á Kýpros, sum førdi við sær, at teir skulu luttaka í EM endaspælinum í mai mánaða.

Fyrireikingarnar eru sostatt í gongd og í vikuskiftinum verður venjing á skránni har vant … Les meira

Sigur og sól við Stórá ímóti Skála

17. apríl 2017 |

Í dag var dystur við Stórá og mótstøðuliðið var Skála, sum eftir trimum teimum fyrstu dystunum bert hevði latið eitt mál fara inn. Sostatt gittu flestu ekspertarnir hjá FSF, at dysturin fór at blíva málfátækur, men tað vildi TB/FC Suðuroy/Royn … Les meira

Skála á vitjan 2. páskadag

16. apríl 2017 |

Fyrstu fýra umførini hjá TB/FC Suðuroy/Royn vóru undan kappingarbyrjan spádd at vera sera umráðandi, av tí at mótstøðuliðini hava verið tey, ið flest hava vænta fara at kappast beinleiðis við TB/FC Suðuroy/Royn um plássini í niðaru helvt av Effodeildini. Sannast … Les meira

Avgerð tikin um døming hjá TB/FC Suðuroy/Royn

15. apríl 2017 |

Í samband við samstarvinum í vaksnamannafótbóltinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagnum Royn hevur FSF staðið frammanfyri einari dómaraavbjóðing. Vanligt hevur verið higartil, at dómarar hjá einstøku feløgunum hava dømt hjá hvørjum øðrum, men við nýggja samstarvinum var neyðugt … Les meira

Spennandi dystur við Løkin hóast tap

13. apríl 2017 |

Í dag var fjórðingsfinaluumfar í steypakappingini á skránni og TB/FC Suðuroy/Royn fóru til Runavíkar fyri at dystast ímóti NSÍ við Løkin.

Fyrsti hálvleikur var einamest í hondunum á NSÍ og teir fingu eisini úrslit burturúr trýstinum móti TB/FC Suðuroy/Royn málinum, … Les meira

U14 Dreingir víðari í steypakappingini

12. apríl 2017 |

Í dag var fyrsti dystur her um páskini og vóru tað U14 dreingirnir í SB samstarvinum, sum løgdu fyri. Dysturin varð leiktur við Stórá seinnapartin í dag.

Argjadreingir vóru komnir suður við Smyrli og byrjaði dysturin klokkan 16:00.

Tá bríksla … Les meira

Fjórðingssteypafinalan skírisdag

12. apríl 2017 |

TB/FC Suðuroy/Royn mátti lúta fyri EB/Streymi sunnudagin, sum samstundis gjørdist fyrsta tapið hjá fótbóltssamstarvinum í vaksnamannafótbóltinum í Suðuroynni – nú skírisdag stendur NSÍ fyri skotum í Runavík. Talan er um fjórðingsfinaluna í steypakappingini.

TB/FC Suðuroy/Royn hevur sostatt fyri fyrstu ferð … Les meira

Ársins fyrsta tap

10. apríl 2017 |

Sunnudagin var dystur millum TB/FC Suðuroy/Royn og EB/Streym við Margáir. TB/FC Suðuroy/Royn høvdu víst sera fínan form áðrenn dystin við trimum sigrum í trimum dystum og sostatt vóru vónirnir góðar tá TB/FC Suðuroy/Royn hópurin fór norður um fjørðin sunnumorgun.

Tíverri … Les meira

Fyrsta yvirtøkan á Instagram

6. apríl 2017 |

Eitt av hugskotunum til at stovna ein almennan vanga á Instagram fyri Tvøroyrar Bóltfelag var, at koma nærri teimum ymisku leikarunum og liðunum. Hetta verður nú roynt av fyrstan tíð, tá liðskiparin á TB/FC Suðuroy/Royn, Rógvi Joensen stendur fyri allarfystu … Les meira

Nancy Einarsson til U15 landsliðsvenjing

6. apríl 2017 |

Kvinnulandsliðið hjá U15 venur 12. apríl og er tað við luttøku úr Suðuroynni, tí Nancy Einarsson er úttikin til hesa bruttohópsvenjingina sum verður á Svangaskarði ónsdagin.

Tað vera tvær venjingar hendan dagin, tann fyrra verður frá 10:00 til 11:30, meðan … Les meira

TB/FC Suðuroy/Royn skal møta NSÍ

3. apríl 2017 |

Lutakast var í kvøld í fjórðingsfinaluna í steypakappingini og endin varð, at TB/FC Suðuroy/Royn skal møta NSÍ á útivølli.

Fjórðingsfinalan skal leikast skírisdag 13. apríl.

Hinir dystirnir í fjórðingsfinaluna eru:

B36 – Víkingur ÍF – KÍ HB – EB/Streymur

Les meira

Víðari til fjórðingsfinaluna

2. apríl 2017 |

Argja Bóltfelag steðgaðu ikki sigursstímanum hjá TB/FC Suðuroy/Royn og sostatt eru allir tríggir fyrstu dystirnir hjá samstarvsliðnum vunnir. Í dag var talan um dyst í kappingini um løgmannssteypið og endaði dysturin við einum 1-0 sigri til TB/FC Suðuroy/Royn.

Einsamalla málið … Les meira

Løgmannssteypið á skránni

30. mars 2017 |

Argja Bóltfelag bleiv drigið úr pottinum, tá lutakast var millum liðini, ið luttaka í Løgmannssteypinum. Staðfestast má, at kappingarárið hjá TB/FC Suðuroy/Royn er byrja sera væl við fullum stigatali eftir tveimum dystum í Effodeildini, har sigrar vóru vunnir á ÍF … Les meira

Kristin úttikin til U19 landsliðsvenjing

22. mars 2017 |

Hin 1. apríl verður landsliðsvenjing hjá U19-kvinnum. Í hesum sambandið er ein hópur úttikin til venjingina og á listanum finna vit ungu tvøragentuna Kristin Højsted.

Skráin til leygardagsvenjingina 1. apríl er hendan:

Kl. 08.30 – Møta í gamla FSF-húsinum Kl. … Les meira

Kunnandi fundur um Fótbóltslógina

22. mars 2017 |

Lassin Isaksen frá FSF, kemur suður næsta tórsdag, at halda kunnandi fund, har evni verður Fótbóltslógin 2017.

Lassin fer at at tosa um døming og undirvísa í broytingunum í Fótbóltslógini.

Fundurin verður í húsinum Við Stórá tórskvøldið tann 30. mars  … Les meira

Kemilux stuðlar Tvøroyrar Bóltfelag

21. mars 2017 |

Tað legst í heilum til av skaranum av stuðlum til hetta kappingarárið. Tvøroyrar Bóltfelag kann kunngera Kemilux sum ein av stuðlunum í ár.

Kemilux hevur meira enn 50 ár á bakið, 1965 fór Kemilux undir at framleiða sápu. Høvuðsendamálið var … Les meira

U17 landsliðið til EM

20. mars 2017 |

Í summar verður heilt serligur fyri nakrar ungar dreingir í Føroyum, tí U17 landsliðið hevur í dag tryggjað sær luttøku til EM endaspælið, sum verður í Kroatia um slakar tveir mánaðir. Í dag var seinasti dystur í hesari undankappingini og … Les meira