Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skrivað hevur TB

Oyggjauppgerð ónsdagin

9. apríl 2019 |

Í morgin, ónsdagin 10. apríl, verður fyrsti dystur hjá okum í steypakappingini. Lutakastið hjá FSF vildi tað soleiðis, at tað verður talan um eina uppgerð ímillum TB og FC Suðuroy, ið saman við Royn í fjør vóru í samstarvið í … Les meira

Á deildum fjórðaplássi

8. apríl 2019 |

Sunnudagin var EB/Streymur á vitjan við Stórá og var lagt upp til ein dyst har EB/Streymur skuldi royna at fáa síni fyrstu stig, men tíbetur so stóðu tvøramennirnir stinnir saman og tryggjaðu trý stig afturat á kontoina.

Einsamalla málið hjá … Les meira

Fótbóltsskúlin við Stórá 2019

7. apríl 2019 |

Aftur í ár skipar TB fyri fótbóltsskúla við Stórá. Hettar er 17. ferðin, at TB skipar fyri fótbóltsskúla. Í fjør víðkaðu okur um skúlan bæði á og uttanfyri vøllin. Sum nakað nýtt var møguligt at bíleggja gisting, og skipað bleiv … Les meira

Tap á Skála

18. mars 2019 |

Sunnudagin var annað umfar í Betri Deildini á skránni og vóru tað nakrir TB’arir við góðari vón, ið fóru til Skála, tí lagið var gott eftir frálíku byrjanina uppá kappingarárið.

Tíverri gjørdist dysturin á Skála ikki nøkur fragd og endaði … Les meira

Fótbóltur fyri børn við tilflytarabakgrund

14. mars 2019 |

For English see below.

Leygardagin 30. mars 2019 bjóðar Fótbóltssambandið øllum børnum (5 – 12 ár) við tilflytarabakgrund til eitt stuttligt fótbóltstiltak í Sandavági og á Eiði.

Flestu føroysk børn eru virkin í einum ella fleiri ítróttarfeløgunum og er hetta … Les meira

Betri-fótbólturin fer av bakkastokki við Stórá

6. mars 2019 |

Dagurin, ið tey fótbóltsáhugaði hava bíðað eftir síðan oktober í fjør, er upprunnin – fótbólturin í bestu mannsdeildini byrjar nú aftur. Við Stórá tekur TB ímóti besta liðnum hjá AB.

Í fjør endaði AB á næstaftasta plássi við 18 stigum. … Les meira

Limagjald ungdómsdeildin 2019

14. februar 2019 |

Í fjør byrjaðu okur sum nakað nýtt uppá at brúka skipanina hjá Holdsport til at avgreiða okkara limagjøld. Hettar var fyri at gera tað lættari hjá okkum sum felag at umsita, umframt at tað framyvir skuldi vera so ómaksleyst hjá … Les meira

Eykaaðalfundur

13. februar 2019 |

Tvøroyrar Bóltfelag lýsir við hesum til eykaaðalfund týskvøldið 26. februar klokkan 19:00 í hølum felagsins.

Á skránni eru tvey mál:

  • Framløga og góðkenning av roknskapi felagsins
  • Ymiskt

Les meira

Lima- og familjudagur

10. februar 2019 |

Fríggjadagin 15. februar hava okur aftur TB-limadag við Stórá. Limadagurin verður frá kl 16:00-18:00. Í fjør var fyrst ferð okur hildu slíkan limadag, og hann vísti seg at vera sera væleyðnaður. Nógv fólk møttu og hugnaðu sær, bæði ung sum … Les meira

Høvuðsungdómsvenjari settur

22. januar 2019 |

Sum nakað nýtt í fjør valdu okur at seta ein høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarv. Hettar var heilt víst við til at hækka um støðið á venjingunum í felagnum, og at fáa gongd á ymsik nýggj tiltøk, eitt nú morgunvenjing, ið var … Les meira

Limagjald fyri hvílandi limir

22. januar 2019 |

Nógv hava seinastu tíðina heitt á ymsar nevndarlimir í felagnum um, hvussu ein gerst passivur limur í felagnum. Hetta eru vit í felagnum sera fegin um, at áhugin fyri felagnum tykist sera stórur í ár og tí er her ein … Les meira

Fyrsti heimadystur í VFF Cup leygardagin

16. januar 2019 |

Venjarafelagið skipar fyri kapping, ið feløgini nýta sum venjingardystir. Kappingin er eitt sindur øðrvísi skipa í ár og sostatt verður fyrsti heimadystur við Stórá nú leygardagin. Mótstøðuliðið eru uppflytararnir úr Fuglafirði, ÍF. Dysturin verður kl. 13. Lars Müller verður dómari.

Les meira

Skráin fyri Betri Deildina kunngjørd

12. januar 2019 |

Nú hevur FSF almannakunngjørt skránna fyri Betri Deildina 2019. Í byrjanini av desember var greitt, hvussu fyrsta umfarið fór at verða skipa, umframt hvørji lið fingu fjúrtandi heimadystin. Tá var greitt at Tvøroyrar Bóltfelag ikki fór at fáa ein eyka … Les meira

Leikaratilgongd

11. januar 2019 |

Tvøroyrar Bóltfelag kann í kvøld boða frá, at sáttmáli er gjørdur við tveir serbar. Talan er um tveir 29 ára gamlar leikarar, ið fara at styrkja um hópin til hetta kappingarárið í Betri deildini.

Annar er miðvallarleikarin Veljko Vukovic og … Les meira

Venjingartíðir hjá vaksnamannadeildini

8. januar 2019 |

Nú árið er væl og virðiliga byrja eru venjingartíðirnar komnar í fasta legu hjá teimum vaksnu.

Venjingartíðirnar eru soleiðis:

Mánadagar kl 18.00Týsdagar kl 18.00Tórsdagar kl 18.00Fríggjadagar kl 18.00Leygarmorgnar kl. 10.00

Les meira

Heilsufótbólturin byrjar aftur

8. januar 2019 |

Jólafrítíðin er av og tí er eisini tíðin komin til at finna sær fótbóltsklæðini fram aftur.

Heilsufótbóltur byrjar aftur í kvøld, týskvøldið 8. januar klokkan 20:00 við Stórá.

Heilsufótbóltur hjá TB er tvær ferðir um vikuna, týs- og tórskvøld klokkan … Les meira

Fríggjadagsvenjing

3. januar 2019 |

Enn ein venjing á skránni, hon verður í morgin (fríggjadagin) 4. januar við Stórá.

Eru spurningar kann Sigvald Steinkross hittast á tlf. 507 507.

Les meira

TB sigur í Vági um jólini

2. januar 2019 |

Eyðkendi og frálíki svart-hvíti búnin hjá Tvøroyrar Bóltfelag var um jólini við til at sigra í Marghøllini í Vági, har fótbóltskapping varð fyriskipa.

Millum luttakararnir var eitt lið av ungum monnum, ið hava ella hava havt teirra dagligu … Les meira

Venjing tórsdagin

2. januar 2019 |

Venjingin til kappingarárið er byrja og verður næsta venjing í morgin, tórsdagin 3. januar 2019 klokkan 18:00 við Stórá.

Eru spurningar kann Sigvald Steinkross hittast á tlf. 507 507.

Les meira

Venjing fyri vaksin byrjar 28. des

25. desember 2018 |

Hervið skal boðast frá, at venjingin fyri vaksin t.e. U17 og uppeftir byrjar nú 28. desember.

Venjingin verður við Stórá klokkan 18:00.

Eru spurningar kann Sigvald Steinkross hittast á tlf. 507 507 um ivamál eru.

Les meira