Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skrivað hevur TB

Byrja heima ímóti NSÍ

29. januar 2018 |

Leikskráin fyri Betrideildina 2018 er nú fastløgd og byrjar TB/FC Suðuroy/Royn við Stórá ímóti NSÍ. Fyrsta umfarið verður leikt 11. mars. Kappingin endar 27. oktober, tá TB/FC Suðuroy/Royn spælir heima ímóti 07 Vestur.

Summarsteðgurin í ár byrjar fyri TB/FC Suðuroy/Royn … Les meira

Allan hjálparvenjari hjá U17 landsliðnum

29. januar 2018 |

U17 landsliðið hevur seinastu árini tikið risafet og í mars 2017 luttók landsliðið í UEFA Elite Round á Kypros. Tá vóru venjararnir Áki Johansen og Pól F. Joensen. Eisini kann nevnast at Elias El Moustage og Stefan Radosavljevic vóru við … Les meira

Eykaaðalfundur 8. februar

18. januar 2018 |

Tvøroyrar Bóltfelag lýsir við hesum til eykaaðalfund í hølum felagsins við Stórá tórskvøldið 8. februar klokkan 19:00.

Á skránni er framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri 2017, eisini skulu nevndirnar fullmannast.

Les meira

Minningarorð um Poul Erik Smedemark

12. januar 2018 |

Poul Erik andaðist  5. januar, 68 ára gamal.

Eg kom at kenna henda nordjyda í 1977, tá vit báðir leiktu á besta TB liðnum og hetta árið vunnu vit alt sum vinnast kundi.

Poul … Les meira

Jóla- og nýggjársheilsan frá TB

22. desember 2017 |

Nevndin í TB vil hervið takkað øllum, ið hava stuðlað felagnum í 2017.

TB er saman við hinum oyggjafeløgunum í holt við at fyrireikað kappingarárið 2018. Í 2018 fer felagið sum nakað nýtt at luttaka við einum U21 liðið.

Undir … Les meira

Sáttmáli gjørdur við Salmund

12. desember 2017 |

Hart arbeiðandi, ungi porkeningurin verður eisini partur av Effodeildarliðnum hjá TB/FC Suðuroy/Royn í 2018. Formaður Tvøroyrar Bóltfelags, Henrik Thomsen og Salmundur Bech skrivaðu undir sáttmála fyri 2018 í vikuni.

Felagið fegnast um, at Salmundur eisini verður partur av besta fótbóltsliðnum … Les meira

Hovedungdomstræner til TB

1. desember 2017 |

Tvøroyrar Bóltfelag (TB) søger en hovedungdomstræner til klubbens ungdomsafdeling med start i januar 2018.

Om stillingen som hovedungdomstræner

Som hovedungdomstræner kommer du til at have det fodboldfaglige ansvar for børne- og ungdomstræningen i klubben.

Hovedungdomstræneren har ansvaret for, at klubbens … Les meira

Eirikur longt sáttmálan

23. november 2017 |

Í løtuni eru fyrireikingarnar til Effodeildina 2018 í gongd og hevur felagið eitt nú avgreitt venjaraspurningin. Seinastu dagarnarnir eru sáttmálar longdir við fleiri leikarar, í dag kunnu vit so boða frá, at Eirikur Magnusarson hevur longt sáttmálan við TB/FC Suðuroy/Royn … Les meira

B1 venjaraskeið við Stórá

13. november 2017 |

Ein týðandi partur av okkara arbeiði at menna ungdómsfótbóltin í felagnum, er at fáa fleiri fólk at hjálpa til við venjingunum, og ikki minst at okkara venjarir fáa tær neyðugu venjaraútbúgvingarnar.

Í vikuskiftinum var so B1-venjaraskeið hildi við Stórá.

B1-venjaraskeiði … Les meira

Óheintaðir basarvinningar

6. november 2017 |

Vinningar á lutaseðli, sum ikki eru heintaðir í samband við basarin eru hesir:

  • 1 eskj karamellir: Hvítur G 7075
  • Gávukort frá Alval: Hvítur G 7021
  • Gávukort frá Bónus: Ljósabláur H 31525
  • Gávukort Bónus: Grønur H 28502
  • Fototól: Ljósareyður H … Les meira

Aðalfundur felagsins

2. november 2017 |

Tvøroyrar Bóltfelag skal við hesum boða frá aðalfundi tórskvøldið 16. November klokkan 18:00. Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins við Stórá og skrá sambært lógum felagsins.

Nevndin.

Les meira

Myndir frá ársveitslu

29. oktober 2017 |

Leygarkvøldið var ársveitslan hjá TB/FC Suðuroy/Royn hildin.

Í samband við veitsluna vóru leikararnir úr Effodeildini og 1. deild heiðraðir. Niðanfyri sæst listin yvir heiðursvinnararnir.

1.deild Ársins framstig: Rani Johansen Ársins Ungi Leikari: Andrias Sørensen Ársins Leikari: Teitur Krosslá Mortensen

EffodeildinLes meira

Stefan til U19 EM undankapping

17. oktober 2017 |

Í døgunum 6. til 15. november er EM undankapping hjá U19 landsliðnum hjá monnum. Jógvan Martin Olsen er venjari og hevur hann úttikið Stefan Radosavljevic til hesa kappingina.

Restin av hópinum sæst niðanfyri.

Skráin í samband við EM undankappingina … Les meira

Yvirlit yvir neytamykjukappingina

14. oktober 2017 |

Í samband við neytamykjukappingina, ið verður í Ørðavík nú klokkan 13:00 í dag, so leggja vit her út yvirlitið yvir økið, ið tarvskálvurin hevur at gera sína skyldu á.

Samanlagt eru 834 puntar.

Tak niður yvirlit her (PDF-fíla)

Les meira

TB basarur 5. november

11. oktober 2017 |

Tvøroyrar Bóltfelag fer aftur í ár at skipa fyri basari eins og mong undanfarin ár. Basarurin hjá TB í ár verður hildin í Skúlagarðinum í Trongisvágs skúla sunnudagin 5. november. Basarurin letur upp klokkan 15.

Sum altíð verður nógv gott … Les meira

Lutaseðlar til neytamykjukappingina

5. oktober 2017 |

Í næstum verður farið runt at selja lutaseðlar til neytamykjukappingina, sum Tvøroyrar Bóltfelag skipar fyri.

Í hesum sambandið verður heitt á fólk at hava kontantir við hús, um ein ynskir at keypa lutaseðlar frá felagnum.

Kostnaður fyri ein lutaseðil er … Les meira

Neytamykjukapping

27. september 2017 |

Tvøroyrar Bóltfelag skipar aftur í ár fyri neytamykjukapping í Ørðavík. Tarvskálvurin ger sína skyldu 14. oktober klokkan 13.

Sølan av lutaseðlum byrjar hesa vikuna og til ber at ogna sær møguleikan fyri at vinna tarvskálvin í samband við dystin hjá … Les meira

Samstarvið longt eitt ár

22. september 2017 |

Í fjør var avgjørt at fara undir miðvíst samstarv við hini fótbóltsfeløgini í oynni, sum eina roynd at framtíðartryggja fótbóltinum í Suðuroynni. Fyrsta árið av samstarvinum er um at vera av og í gjár var eykaaðalfundur hildin har einasta málið … Les meira

Eykaaðalfundurin framskundaður

19. september 2017 |

Lýsti eykaaðalfundurin verður framskundaður ein tíma og verður hann soleiðis í hølum felagsins við Stórá 21. september klokkan 18.00.

Hetta er lagt soleiðis til rættis, at til ber at fara yvir í SALT í samband við kunningarfundin hjá høvuðsstuðulin hjá okkum, … Les meira

U14 gentur vunnu á Skála

17. september 2017 |

Okkara U14 gentur høvdu í dag vitjan av Skála. Lagt var upp til eina spennandi uppgerð. Okkara gentur lógu, við 31 stigum, undan dystinum á einum deildum 1. plássi, saman við B36.

Gestirnir av Skála lógu á 3. pláss við … Les meira