Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

B1-venjaraskeið um vikuskiftið

B1-venjaraskeið um vikuskiftið

| 01/02/15

Her um vikuskiftið hava fleiri mans úr Suðuroynni luttikið á venjaraskeið, sum Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri. Talan var um byrjunarstigi á venjaraútbúgvingini, sum verður nevnt B1.

Petur Simonsen stóð fyri skeiðnum vegna FSF, sum instruktørur.

Veðrið hevur ikki verið alt ov gott til venjingar hesar dagarnar, tað hevur ligið kavi á vøllinum, men tað forðaði tó ikki luttkarunum at herja á við Stórá.

Alt í alt vóru 19 luttkarar tilmeldaðir. 11 vóru tilmeldaðir umvegis Tvøroyrar Bóltfelag har tó ein gjørdist sjúkur. Í dag fingu teir 10 luttakararnir umvegis Tvøroyrar Bóltfelag prógv og hava nú tikið hol á venjaraútbúgvingarnar, sum FSF bjóðar.

Teir luttakandi umboðandi Tvøroyrar Bóltfelag, sum fingu B1-venjaraprógv, vóru:

Allan Smedemark

Bjarni Nygaard

Boas Nitschke

Kári Sørensen

Kristian Olsen

Niels Pauli Eysturberg

Páll Augustinussen

Søren Bruhn

Søren H. Jensen

Steen H. Sørensen

Myndina hevur Steen H. Sørensen tikið.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing