Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

B1 venjaraskeið við Stórá

B1 venjaraskeið við Stórá

| 13/11/17

Ein týðandi partur av okkara arbeiði at menna ungdómsfótbóltin í felagnum, er at fáa fleiri fólk at hjálpa til við venjingunum, og ikki minst at okkara venjarir fáa tær neyðugu venjaraútbúgvingarnar.

Í vikuskiftinum var so B1-venjaraskeið hildi við Stórá.

B1-venjaraskeiði er fyrsta av íalt 4 stigum í UEFA B-venjaraútbúgvingina, ið FSF bjóðar út.

FSF høvdu sent Janus Rasmussen og Svenn Olsen suður at undirvísa teir 12 luttakarirnir á skeiðinum. Talan var um seks luttakarir frá TB, fýra frá Royn og tveir frá AB.

Talan var um eitt skeið á 20 tímum, deilt yvir alt vikuskifti. Byrja var fríggjakvøld kl 18:00, og skeiði endaði sunnudagin kl 16:30.

Sigast skal at tað var eitt gott og mennandi skeið, og tá luttakarirnir fóru heim aftur sunnudagin, vóru tey full av nýggjum íblástri, og hvussu ein venjari skal fyrihalda sær til venjingar í barnafótbólti.

Evni, sum m.a. vóru viðgjørd á B1-skeiðunum:

  • Fótbóltur, foreldur og felag
  • Leikarin/barnið
  • Venjing og dystur
  • Venjarin/ungdómsleiðarin
  • Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar
  • Etikkur og virðisgrundarlag

Frá TB luttóku:

  • Martin Bogi Einarsson
  • Teitur Rasmussen
  • Niels Hammer
  • Júst Johannesen
  • Stefan Joensen
  • Elisabeth Hammerfoss

Ætlanin er eisini at fáa eitt B2-venjaraskeið her suðri í vetur, og verður kunnað um tað seinni.

Takk til allar luttakarirnir, og ikki minst til undirvísarirnir, Janus og Svenn fyri eitt gott og læruríkt vikuskifti inni við Stórá.