B2 venjaraskeið

Í vikuskiftinum blivu fýra av okkara venjarum lidnir við B2-venjarskeiði. B2 skeiði er framhald av B1 skeiðnum hjá FSF. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt har dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum. Talan er um eitt skeið á 50 tímum, deilt yvir tvey vikuskifti.

Undirvísarir vóru Jón Pauli Olsen og Sigfríður S. Clementsen, ið var venjari hjá TB í 2016.

Evni, sum vóru viðgjørd á skeiðinum, vóru m.a.:

  • Teknisk venjing
  • Likamlig venjing
  • Leiðsla
  • Læruhættir/metoda
  • Málmansvenjing

Skeiðið var hildi í Vági, har tað praktiska fór framm í nýggju Marghøllini.

Frá TB luttóku:

  • Aleksandar Radosavljevic
  • Teitur Rasmussen
  • Steen Hjartan Sørensen
  • Palle Eysturberg
  • Páll Augustinussen

Luttakarirnir lótu sera væl at skeiðinum, og vónandi hava teir fingið nógv burturúr, og ivast okur ikki í at hettar kemur at síggjast aftur í dagligu venjingina í felagnum.

Okur meta tað sera týdningarmikið at okkara venjarar fáa so góðar førleikar sum gjørligt, og tí eru hesi venjaraskeiðini hjá FSF ein týdningarmikil at hava. Tað er okkara vón at okur fáa so nógvar venjarar sum gjørligt at taka hesi venjaraskeiðini í framtíðini.

Takk til FSF og undirvísarir fyri eitt gott venjaraskeið.

Scroll to Top