Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Barnagarðsfótbóltur við Stórá

Barnagarðsfótbóltur við Stórá

| 22/05/19

Í fjør vunnu Føroyar forkunnuga Fair Play virðisløn frá UEFA. Vinningurin var ein peningaupphædd, ið FSF, saman við UEFA, valdu at nýta til at kveikja áhugan hjá børnum fyri fótbóltin, við at skipa fyri fótbóltstiltøkum fyri barnagarðar kring landið.

Tá FSF so heiti á feløgini kring landið um at vera við, vóru okur í TB sjálvandi klár. Í samstarv við barnagarðin Mýrufípuna, skipar TB longu fyri fótbóltsvenjing fyri børnunum í barnagarðin, hvønn týsdag. Hettar hevur verið ein stór succes, og børnini og starvsfólkini í barnagarðin hava lati væl at.

Endamálið við hesum er sum sagt at kveikja áhugan hjá børnunum fyri fótbóltin og at tey síggja at her er ein felagsskapur har mann hevur tað gott og stuttligt saman. Vónandi er hettar við til at okur fáa fleiri leikarir í framtíðini.

32 børn frá Mýrufípuna luttóku hendan dagin, og høvuðsungdómsvenjarin í felagnum, Kian, hevði skipa fyri eina góða stuttliga venjing til børnini. Ein fragd at síggja børnini hugna sær saman á vøllin.

Aftaná venjingina fingu øll børnini hvør sín fóltbólt, dunk og vimpul frá FSF. Eisini fingu tey frukt og kakao.

Ein deiligur dagur við Stórá, og gleða okur okkum til at taka ímóti børnunum aftur týsdagin.

Felagið hevur eitt fótbóltstilboð til tey yngstu, ið okur kalla U7, har venjing er hvønn mána- og ónsdag kl 16:00-17:00, har øll eru vælkomin.

Myndir frá degnum

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing