Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Bassene kemur heim aftur

| 04/01/13

Joseph Youssoupa Bassene – Miðvøllur / Álop: 45 Effodeildardystir – 81 dystir í 1. Deild – 8 Steypadystir – 2 Europa Leauge dystir – 38 mál (Mynd: Bjarni Nygaard)

Eftir kappingina í 2010 bleiv greitt, at hann ikki fór at umboða TB komandi árini. Men nú er burturvilsti sonurin, Joseph Y. Bassene vendur heim aftur, og kemur í komandi ár, at hjálpa aldursforsetanum í stremban okkara í Effodeildini. Joseph Youssoupa Bassene er vorðin 25 ár, og hevur vunnið sær nógvar royndir, síðan hann seinast umboðaði TB. Fyrsta skiftið varð til Sands, har hann umboðaði B71 í hálvt ár, áðrenn hann flutti til Vágoynna, at umboða 07 Vestur. Í fjør umboðaði fryntligi afrikanarin Víking, og var hann ein av høvuðsmonnunum handan steypasigurin hjá teimum í fjør. Nú  er hann so komin heim aftur til staðið, har tað heila byrjaði, og felag og fjepparar eru sera spent, eftir at síggja evnaríka bóltsnillingin í svørt-hvítu TB troyggjuni. Vælkomin heim Joseph, og bestu eydnu framyvir.

Fjølbroyttur og evnaríkur
Joseph Youssoupa Bassene er 25 ára gamal álopsinnaður miðvallari úr Senegal, og hansara styrkir eru fleiri. Hansara ferðmiklu driblingar hava mangan givið honum fyrimun, og hevur hann eisini skorað nøkur undurfull mál á hendan hátt.

Hansara evnir, til ofta at útfordra beinleiðis mótstøðumann sín, hava givið honum eitt yvirtak mangar ferðir, og tað skapar massar av plássi til viðleikarar hansara – serliga tá renningar verða framdar, tey røttu støðini.

Her sæst Joseph, í einum av sínum mongu ferðmiklu trekkum fram eftir vøllinum. Hann er okkum ein fongur, tað er sikkurt !

Hansara skotstyrki er fyrimyndarlig, og hvør man ikki minnast dundurskot hansara úr 35 metra fjarstøðu, tá teir næstbestu hjá HB blivu knústir 10-1 á Sevmýru í 2010.

Seinasta av styrkjunum hjá Joseph, sum møguliga ger hann sera væl egnaðan til TB júst nú, tað er hansara evnir at avlevera fram eftir vøllinum. Hann er ikki bangin fyri at leggja nakrar sokallaðar sukurbóltar frameftir, og hann er eisini rættuliga dugnaligur til tað. Hann hevur gott eyga málmøguleikum, og tað verður, uttan nakran iva, júst her, at vit fara at fáa størstu nyttu burturúr evnaríka miðvallaranum.

Eftir er bert at ynskja Joseph alt tað besta, nú hann er afturkomin til TB, og vit vóna, at steðgurin hesaferð verður fleiri ár.