Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Betri byrjan enn Víkingur og 07 Vestur

Betri byrjan enn Víkingur og 07 Vestur

| 14/04/17

TB/FC Suðuroy/Royn samstarvið varð sjósett í vetur og verður at byrja við talan um eitt royndarár, sum so skal eftirmetast av luttakandi feløgunum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagið Royn. Samstarvið er nýtt, men higartil má ásannast at felagið er komið væl frá byrjan – hetta skal sjálvsagt takast við ávísum fyrilitum av tí at kappingarárið er so mikið ungt enn.

Um vit fara at samanbera hetta samstarvið við tær tvær nýggjastu samanleggingarnar í føroyskari fótbóltssøgu; Víkingur (2008) og 07 Vestur (2007), so hevur TB/FC Suðuroy/Royn fingið eina væl betur byrjan.

Sum flestum kunnugt so hevur TB/FC Suðuroy/Royn seks stig eftir trý umfar, felagið hevur vunnið tveir og tapt ein dyst.

Viðmerkjast má tó, at 07 Vestur byrjaði søgu sína í næstbestu deildina og samanberingar grundlagið er á bestu deildina í føroyskum fótbólti. Fyrsta árið 07 Vestur var við í bestu deildini var í 2009.

Hetta fyrsta árið hjá 07 Vestur í bestu føroysku deildina eydnaðist ikki serstakliga væl, tí felagið mátti tungu leiðina niður í 1. deild eftir kappingarárið. Eftir trimum dystum høvdu teir fingið null stig. Nevnast kann, at teir í inniverandi kappngarár heldur onki stig hava fingið.

Víkingur byrjaði sína tilveru í føroyskum fótbólti í 2008 og vóru longu tá partur av bestu deildini. Eftir trimum dystum høvdu teir megnað at fingið ein sigur og tapt tveir dystir. Trý stig eftir trimum dystum. Í ár liggja teir á odda við 7 stigum. Tá 2008 kappingarárið var liðugt lógu Víkingur nummar 5 við 42 stigum.

Sostatt kann staðfesast, at tá tað kemur til stigatalvuna, at TB/FC Suðuroy/Royn hava fingið eina betur byrjan uppá fyrsta árið í bestu deildini enn Víkingur og 07 Vestur fingu, tá tey vóru við í bestu deildini fyri fyrstu ferð.

Hendan samanbering eigur sjálvsagt at takast við fyrivarni, men vísir bert á stigatalvuna eftir trimum dystum.

Mótstøðuliðini hjá Víkingi fyrstu trý umførini í 2008 (Dystarúrslit): B68 (V), B36 (T), ÍF (T).

Mótstøðuliðini hjá 07 Vestur fyrstu trý umførini í 2009 (Dystarúrslit): EB/Streymur (T), NSÍ (T), Víkingur (T).

Mótstøðuliðini hjá TB/FC Suðuroy/Royn fyrstu trý umførini í 2017 (Dystarúrslit): ÍF (V), 07 Vestur (V), EB/Streymur (T).

Kelda: Hagtalsgrunnurin hjá Faroesoccer