Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Betri-fótbólturin fer av bakkastokki við Stórá

Betri-fótbólturin fer av bakkastokki við Stórá

| 06/03/19

Dagurin, ið tey fótbóltsáhugaði hava bíðað eftir síðan oktober í fjør, er upprunnin – fótbólturin í bestu mannsdeildini byrjar nú aftur. Við Stórá tekur TB ímóti besta liðnum hjá AB.

Í fjør endaði AB á næstaftasta plássi við 18 stigum. Av tí at bert eitt lið flutti upp úr næstbestu deildini, so flutti AB ikki niður. TB, sum í fjør var partur av samanlagda suðuroyarliðnum, endaði á 7. plássi, við 28 stigum. Í 2018 hittust liðini 3 ferðir: Á útivølli vunnu suðuroyingar heili 4-0 móti AB, men á heimavølli okkara við Stórá endaðu báðir dystirnir við einum 0-1 tapi.

Nú er eitt heilt nýtt fótbóltsár á skránni og nógv er broytt, ikki minst fyri heimaliðið sunnudagin. Felagsliðið fór sundur aftur og TB skal byggja upp næstan av nýggjum. Av teimum 11, ið byrjaðu inni í seinasta dystinum í fjør, eru einans málmaðurin Milos Budrakovic, Poul Ingason, Dánjal Godtfred, Stefan Radosavjlevic og John Villi Wøldike við í hópinum sunnudagin. Av royndum kreftum er Ndende komin aftur til TB, har hann seinast leikti við í 2016. Styrkur er eisini komin úr Serbia og Montenegro: Veljko Vukovic er heintaður inn fyri at styrkja miðvøllin og Ivan Ivanovic til álopið. Úr HB er 18 ára gamli Tórmóður Petursson Djurhus komin. Hann er álopskendur miðvallarleikari og hevur roynst væl í venjingardystum fyri TB í ár. Petur Mortensen hevur eisini tikið skógvarnar av hyllini aftur, Carl Bech er byrjaður aftur og tað sama er superveteranurin Aron Sørensen. Páll Heri Nolsøe, ið mest hevur leikt fyri næstbesta liðið, venur eisini saman við besta liðnum.

TB hevur eisini fleiri ungar, evnaríkar leikarar, ið nú veruliga fáa seg royndar – kanska nakað áðrenn teir annars høvdu væntað. Hesir hava tikið venjingina sera seriøst og gjørt sítt ítarsta fyri at gerast klárir til fyrsta dystin. Nevnast kunnu Bárður Dimon, ið venur hart saman við Milos, sum eykamálmaður, Nikolaj Johannesen, Andrias Sørensen, Regin í Lágabø, Jens Erik Bruhn, Hávar Albinus og Bartal Gram. Allir leikarir, ið vit hava sera stórar vónir til.

Við stýrisvølin hava vit Zoran Pavlovic úr Serbia, ið eisini vandi TB í 1998, saman við Karl Øster, hjálparvenjara. Tað er eingin loyna, at vit koma at kempa hart fyri plássinum í bestu deildini, men tað er ikki nýtt fyri okkum og vit taka gleðiliga ta ábyrgdina á okkum. TB er kent fyri stríðsvilja – fyri ikki at geva skarvin yvir og tað gera vit heldur ikki í ár.

Leikarar og venjarar kenna sína ábyrgd og fara at gera sítt ítarsta fyri at geva okkum eitt spennandi kappingarár. Vónandi fara fólk rundan um felagið eisini at vísa sín stuðul og gera sítt fyri at teir 11 inni á vøllinum kenna teirra stuðul – ikki minst tá heimadystir eru. Tað er so ofta nevnt, at tá undirtøkan er góð kring vøllin, so kennist tað fyri leikarunum, sum um at teir hava ein eyka mann við á vøllinum.

TB er Føroya elsta fótbóltsfelag, ja Føroya fyrsta ítróttarfelag. Tað er her, at leikurin við tí runda bóltinum byrjaði í Føroyum. Latið okkum enn einaferð standa saman um TB og møta fjølment upp við Stórá, sunnudagin kl. 15:00!

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing