Tekna teg sum lim

At TB er aftur í ovasta tindi í føroyskum fótbólti er í sjálvsum sær júst tað vit hava ynskt okkum og nú eru vit her. Vit eru stólt av at aftur vera á ovastu rók og tað vóna vit at tit vilja vera saman við okkum.

Tí fara vit at geva tykkum møguleikan at gerast limur í TB. Umframt at vera limur í TB, so vera tit eisini nevnd sum TB limir á heimasíðuni. Um ein tó ikki ynskir at vera nevndur TB limur er hetta eisini møguligt.

Felagið hevur í dag á leið 500 limir, og tað talið meta vit eigur at vera eitt sindur hægri. Við hesum kunnu áhugaði nú lættliga tekna seg sum lim.

Gjaldið fyri at gerast limur í TB í 1 ár er: Kr 210 ,-
Upphæddin skal gjaldast inn á konto í Eik Banka: 9181 – 358.825.6

Viðmerkjast skal navn.

Tvøroyrar Bóltfelag