Brakið við Løkin byrjar kl. 15

Nakrir av hesum fara at dystast í dag, og vit ynskja teimum alt tað besta (Mynd: Bjarni Nygaard)

Í dag klokkan 15 byrjar ein av teimum meira spennandi dystunum í Effodeildini í ár. Hóast tað bert er annað umfar, so er tað greitt, at dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Bæði liðini eru undan kappingarbyrjan spádd at fáa tað torført í deildini í ár, og tí er tað av størsta týdningi, júst at fáa stig móti hvør øðrum. Skal man trúgva spámonnunum, so koma TB, FC Suðuroy og NSÍ at liggja í tyngra endanum á stigatalvuni í ár, og um so verður, so fáa innanhýsisdystirnar ein enn størri týdning. Hvussu er og ikki, so verður tað eitt sera ágrýtið TB lið, sum í dag fer at dystast við runavíkingar, og vit vóna, at okkara megna at fáa eina góða úrtøku við sær suður aftur.

So gott sum fullmannaðir
Einasti leikarin, ið ikki verður klárur til dagsins dyst, er miðvallarin úr Fámjin, Jón Magnusarson. Hann var nevnuliga so óheppin undir venjing mánakvøldið, at hann beklaði fótin. Jón var í røntguni týsdagin, og hevði tíbetur ikki nakað brot í fótinum. At spæla dyst verður hann so undir ongum umstøðum klárur til enn.

Hópurin er breiður
Eftir at hava sitið yvir tann fyrsta dystin, er liðskiparin, Bárður Dimon klárur til dyst aftur, og væntandi verður hann eisini at síggja í hópinum til dystin í dag. Venjarin, Milan Kuljic hevur tó nógvar evnaríkar leikarar at ráða yvir, og kann líka væl velja eina aðra uppstilling, og enn hava eitt krútsterkt lið.
Hvørjir 16, ið Milan velur, eigur undir øllum umstøðum at vera líkamikið, tí hvør einasti leikari kennir fullvæl sínar uppgávur, og eigur at fara inn á vøllin, og kempa sum ein svakur maður, fyri hvørjum einasta bólti.

Drívið á dreingir

Scroll to Top