Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Breiddin sigraði

| On 05, Feb 2012

TB spældi ársins fyrsta venjingardyst í Vági í dag, og hóast tað var heimaliðið, ið var á odda 1-0 í steðginum, megnaðu tvøramenn at vinna 3-1. Bæði liðini skiftu nógvar leikarar í steðginum, og tí var tað ikki so lætt at fáa spælið at glíða heilt væl. Man fekk tó kensluna av, at TB hevði breiðari hóp enn vertirnar, og møguliga var tað júst hendan sannroynd, sum legði lunnar undir úrslitið.

Spælið má fínpussast
Eftir ein taman og rótutan  fyrsta hálvleik, har hvørgan av liðunum heilt megnaðu at fáa tamarhaldið, var tað tó heimaliðið, ið var á odda í hálvleikinum. Fáir málmøguleikar vóru teir fyrstu 45 minuttirnar, men einaferð eydnaðist FC Suðuroy at koma framat einum innleggi. Hetta innlegg rakti Martin Tausen hjá TB, og reyk inn um Ivan, sum var einasti útlendski leikarin hjá TB í dag. Hetta mál kom longu aftaná 10 minuttir, og alt tað, ið eftir var av hálvleikinum, strýddust liðini við at koma sær fram at møguleikum. Hetta gekk tó ikki so væl, og tað er vanligt í dystum, so tíðliga á árinum.

Skiftu nógvar í steðginum
Bæði liðini brúkti steðgin til at skifta fleiri leikarar, og venjarin hjá TB, Milan Kuljic valdi bert at hava tríggjar av byrjunaruppstillingini inni eftir steðgin. Teir ungu dreingirnar sluppu nú at royna seg, og tað má man siga, at teir kláraðu væl. Allir stóðu seg væl, vístu greið tekin um, at teir heilt skjótt fara at banka á dyrnar á besta liðnum. Onkur teirra fer møguliga longu í ár at fáa sítt gjøgnumbrot. Livst so spyrst.

TB hevði munin í seinna hálvleiki
Eftir 10 minuttir, skoraði heimaliðið, eftir at eitt innlegg rakti ein óhepnan Martin Tausen hjá TB. Liðini fylgdust síðani til hálvleiks, men eftir steðgin byrjaði TB so smátt at fáa tamarhaldið, og eftir 60 minuttir var javnt á Eiðinum. Málið skoraði bert 16 ára gamli Poul Ingason, sum vísti rættuligt dreparainstinkt, við einum neyvum stútara, eftir innlegg úr høgru síðu. Gott og væl 15 minuttir seinni legði aldursforsetin seg á odda, og hesaferð var tað 17 ára gamli Heini M. Mortensen. Málið kom eftir at Benjamin Petersen hevði snarað seg leysan á vinstra vongi, fyri síðani at hamra eitt innlegg innfyri. Heini var vakin, og við einum snildum snittara, fekk hann beint bóltinum við høvdinum framvið málverjanum.
Tá fimm minuttir írestaðu av dystinum, sá man enn eitt dømi um, hvat er í væntu frá unga ættarliðnum av TB leikarum. 16 ára gamli Teitur Olsen fann ein leysan Poul Ingason, við einari sukursøtari sending úr 40 metrum. Innanvert brotsteigin tamdi Poul bóltin væl, og sendi hann i mál við einum kanónslagi av einum skoti.
Gamaní var tað bara talan um ein venjingardyst, men tað positiva kann man altíð leggja í skjáttuna, til næstu ferð.

FC Suðuroy-TB 1-3 (1-0)
1-0: Martin Tausen (10.) (s.m.)
1-1: Poul Ingason (60.)
1-2: Heini M. Mortensen (75.)
1-3: Poul Ingason (85.)