Brendir møguleikar kostaðu

NSÍ leikarar hálsfevnast og gleðast yvir at TB ikki kendi sína vitjunartíð (Mynd: nsi heimasíðan

Ofta er tað soleiðis í fótbólti, at um man ikki ger sær dælt av sínum møguleikum, so fer mótstøðuliðið aloftast at straffa teg. Hetta var júst tað sum hendi í dagsins dysti, tá TB vitjaði við Løkin. Bæði liðini høvdu tapt í fyrsta umfari, og tí var spenningurin stórur undan dystinum. Tvøramenn byrjaðu betur, og løgdu beinanvegin eitt støðugt trýst á heimaliðið. Hetta trýst helt fram fyrsta hálva tíman, men so hendi brádliga tað, at NSÍ fór í eitt av sínum fyrstu álopum, og mín sann, teir skoraðu. TB royndi nú, av øllum alvi, at berja seg inn í dystin aftur, men í staðin fyri at javna, skorar NSÍ aftur í øðrum hálvleiki. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og vann NSÍ sostatt ein dyst, sum eins væl kundi verið taptur longu fyrsta hálvan tíman. TB tóku ikki av møguleikunum, og tað kom at kosta teimum í dag.

Brendu, brendu og brendu
Vóru okkara leikarar meira beinraknir, kundi vit lættliga havt skorað eftir bert fimm minuttum, men óhepni og stongin forðaði Bojan Timic og TB í at leggja seg á odda. TB leikararnar vóru nógv grammari enn vertirnar frá fyrsta bríksli, og løtu seinni, kundi staðið enn betur til, tá TB rennur í mótálop. NSÍ missa bóltin á miðjum vølli, og Rógvi Joensen fær ein líknandi møguleika, sum tann hjá Bojan. Rógvi miðjar tó eftir handaru stong, og rakar beint uttanvert stongini. Tað var gjøgnum høgra borð, at uppleggini komu í dag, og eisini triðji risa møguleikin kom úr høgru síðu. Bojan, sum var trupul at halda hjá NSÍ verjuni, slapp innum, og úr spískum sendi hann hart og flatt innfyri. Óeydnutíð fyri TB, so var Aron Sørensen bert hálvan sentimetur frá at fáa tánna á.
Eftir so stórar møguleikar, og yvirvág í spæli, kom tað heilt óvæntað, tá NSÍ fer í mótálop, og eydnast at spæla Magnus Olsen leysan innanvert verjuketuna. Magnus takkar fyri, og hamrar bóltin í netið. Írestandi 12 minuttirnar av fyrsta hálvleiki kom heimaliðið væl betur við, meðan TB royndi at lyfta seg eftir skelkin.

NSÍ byrjaðu betur eftir steðgin
Sum um teir blivu drignir fram av leiðslumálinum, byrjaði heimaliðið betur eftir steðgin, og tóktust meira ágrýtnir. Tað gingu eisini bara tríggir minuttir, so høvdu runavíkingar økt um leiðsluna. NSÍ gera eitt skjótt mótálop, eftir at TB hevur skotið eitt fríspark inn fyri málið. NSÍ fanga bóltin, og heilt skjótt fáa teir sent bóltin fram til Klæmint A. Olsen, sum tryggur økir til 2-0. Eftir hetta bylgjaði spælið aftur og fram, og seinasta part av seinna hálvleiki satsaði TB eisini nógv, við at senda fleiri fólk fram. Fleiri mál komu tó ikki, og eftir standa TB leikararnar ristandi við høvdinum, undrandi yvir, hvussu teir ikki megnaðu at skora nøkur mál í dag. Vertirnar leggja líka í, tí teir hava hervið fingið síni fyrstu stig í ár, meðan TB enn hevur tey til góðar. Hvør veit, møguliga koma tey tórsdagin, tá TB vitjar við Margáir.

Hava fyrsta mál og stig til góðar
Enn hevur tað ikki eydnast okkara at skora í landskappingini, men tórsdagin fáa teir aftur møguleikan, tá ferðin gongur til Margáir. Dysturin verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva, men kempa okkara leikarar eins væl og teir gjørdu í dag, og bara blíva eitt sindur meira neyvir í avgerandi løtunum, so kann tað væl henda seg, at tað spyrst eitt heilt gott úrslit burturúr.

HAGTØL
Effodeildin 2012 – 2. umfar

Víkingur-EB/Streymur 2-1 (1-0)

1-0: Sorin Anghel (35.) (s.m.)
1-1: Arnbjørn Hansen (53.)
2-1: Evrard Ble (69.)

B68-ÍF 0-2 (0-0)
0-1: Simon Skibsted (78.)
0-2: Jákup Johansen (82.)

FC Suðuroy-HB 0-1 (0-0)
0-1: Hallur Hansson (70.)

KÍ-B36 0-2 (0-0)
0-1: Róaldur Jacobsen (55.)
0-2: Suni Olsen (58.)

NSÍ-TB 2-0 (1-0)
1-0: Magnus Olsen (33.)
2-0: Klæmint A. Olsen (48.)

Scroll to Top