Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Búmerki til Ítróttardepilin við Stórá

Búmerki til Ítróttardepilin við Stórá

| 31/05/16

Tíðliga í ár skipaði Tvøroyrar Kommuna fyri búmerkjakapping fyri Ítróttardepilin við Stórá. Ynskiligt var at fáa eitt búmerki, ið er savnandi og lýsir, at talan er um eitt ítróttarøki. Tað skal kunna nýtast á bygninginum, umframt eisini á brævpappíri, heimasíðu, marknaðarføringstilfari o.l.

Tá freistin at lata uppskot inn var úti, høvdu 5 uppskotsstillarir latið íalt 12 uppskot til búmerki inn. Hesi vóru síðan løgd fyri dómsnevndina, ið var mannað av mentanarnevndini hjá Tvøroyrar býráði og einum starvsfólki úr umsitingini hjá Tvøroyrar Kommunu. Dómsnevndin valdi síðan besta uppskotið til búmerki millum innkomnu uppskotini.

Týsdagin 31.05.2016 kl. 17.00 verða vinnarin av búmerkjakappingini til Ítróttardepilin við Stórá og vinnandi búmerkið avdúkaði í hølunum við Stórá.

Øll eru hjartaliga vælkomin.