Byrja heima ímóti NSÍ

Leikskráin fyri Betrideildina 2018 er nú fastløgd og byrjar TB/FC Suðuroy/Royn við Stórá ímóti NSÍ. Fyrsta umfarið verður leikt 11. mars. Kappingin endar 27. oktober, tá TB/FC Suðuroy/Royn spælir heima ímóti 07 Vestur.

Summarsteðgurin í ár byrjar fyri TB/FC Suðuroy/Royn á jóansøku, tá HB kemur at vitja – tann dysturin verður leiktur 23. juni. Fyrsti dystur eftir summarsteðgin er á Argjum 27. juli.

Øll skráin sæst á FSF.fo við hetta leinkið.

Scroll to Top