Category Archive: Annað

Tann perfekta TB jólagávan

TB arir, okur síggjast (Mynd: facebook)

TB arir, okur síggjast (Mynd: facebook)

Í Sportmaster á Tvøroyri ber nú til, at keypa eina ørgrynnu av ymiskum TB souvenirs. Givið, at tað stundar til jóla, er ein av hesum lutum, eitt sera gott boð uppá eina jólagávu. Vørurnar, ið keypast kunnu, eru millum annað trý ymisk sløg av TB turrikløðum, tvey sløg av TB húgvum, TB poloshirt og TB venjingardraktir. Um tit ætla tykkum eina venjingardrakt, mugu tit tó skunda tykkum, tí seinasta freistin til at bíleggja eina tílíka til jólagávu, er í morgin kl 16. Hinar vørurnar eru flestar á lagur. So gleðið tykkara børn ella tykkum sjálvi til jóla, samstundis sum tit stuðla TB.

Dagføringar

Eins og at leikarir hjá TB hava ein steðg í løtuni, so hevur heimasíðutoymi eisini havt eina lítla hvíld – nú er tó við at vera gongd komin á aftur.

Tvøramenn eru vónríkir

Málið um felagshúsið fyllur nógv í dagliga kjakinum millum manna, og tað merkti eisini fundarvirksemið í kvøld. Áhugin er, sum vera man, sera stórur. Týdningurin er heldur ikki til at taka feil av. (Mynd: Jan Smedemark)

Formaður Tvøroyrar Bóltfelags, Andre Dalfoss var bjartskygdur, tá hann tosaði um vónirnar fyri seinnu kappingarhálvu (Mynd: Jan Smedemark)

Eftir eykaaðalfundin, og eftirfylgjandi kunnandi fundin hjá Tvøroyrar Bóltfelag í kvøld, stendur man eftir við kensluni av, at fjøldin er vónrík, um hvønn leist felagið hevur stungið út í kortið. Eins og hjá vaksnamannadeildunum, gongur eisini sera væl hjá ungdómsdeildini, og árið hevur higartil verið merkt av stórum áhuga frá nærumhvørvinum. Arbeitt verður miðvíst, fyri at flyta felagið upp á tindin, og øll tykjast draga somu línu.

Ein heilsan frá Thorolf Dam

Thorolf Dam yrkti TB sangin, og týddi Tvørasangin úr enskum til føroyskt. Bæði hesi verk komu úr hansara hondum, á fótbóltsferð við TB í Hetlandi í 1956 (TB-bókin)

Thorolf Dam yrkti TB- og Tvørasangin. Bæði hesi verk, komu úr hansara hondum, á fótbóltsferð við TB í Hetlandi í 1956 (Mynd: TB-bókin)

Thorolf Dam sendi, eins og Pauli Nolsøe, eina heilsan til Tvøroyrar Bóltfelag, undan 120 ára føðingardegi felagsins. Onkursvegna kom heilsanin ikki fram til tíðina, og vit endurprenta tí heilsanina hjá Thorolf niðanfyri. Thorolf er ivaleyst kendur av øllum tvørafólki, tí hann yrkti TB sangin og týddi eisini Tvørasangin úr enskum, báðir blivu til, á minningarríku hetlandsferðini hjá TB í 1956.

TB legði sínar ætlanir fram í kvøld

Á kunnandi fundi á Seglloftinum í kvøld, legði Tvøroyrar Bóltfelag sínar ætlanir fyri árið fram. Fjøldin var toluliga stór, og áhoyrararnar hoyrdu fyrst formannin, Andra Dalfoss taka orðið, áðrenn venjarin, hjálparvenjarin og forkvinnan í ungdómsdeildini fingu orðið. Eisini varð kunnað eitt sindur um vallarverkætlanina, sum umboð fyri Suðuroyar Ítróttardepil tóku sær av. Felags fyri røðararnar var, at teir greiddu frá um fyritaksemi sítt í næstum, og sigast má, at tað verður sera spennandi hjá TB viðhaldsfólki, tvørafólki og suðuroyingum sum heild í ár.

TB sangur um seinasta dystin í 1. deild

Henda fitta TB sangin eigur 9 ára gamla Jórun Viderø í Húsgarði, hon hevur gjørt tekstin, lag og syngur eisini. Eg takki Jórun fyri loyvi til at leggja henda fitta sangin online.

Rimmar BINGO verður í TB húsinum

Tórskvøldið, 13. oktober skipar TB fyri rimmar bingo í TB húsinum. Nógvir góðir vinningar eru at vinna, umframt lamb, dunna, karameleskjur og annað á lutaseðli.
Vit byrja kl 19, og til ber at fáa sær ein góðan drekkamunn í steðginum, afturvið einum leskiligum søtum bita.

TB blusan fæst til keyps

Vakra fótbóltsblusan verður nú til keyps í Sport Master á Tvøroyri

Vakra fótbóltsblusan verður nú til keyps í Sport Master á Tvøroyri

Seinni í vikuni verður møguleiki hjá TB fjepparum at keypa sær eina TB spæliblusu frá Sports Master á Tvøroyri. Dagligi leiðarin, Hans Pauli Ziska Jacobsen sigur seg vera spentan um áhugan, ið TB viðhaldsfólk fara at vísa hesum tilboði, og vónar at sølan fer at ganga væl.

Tilboð uppá lendisarbeiðið innkomin

Tilboðini uppá gerð av fótbóltsvøllinum í Trongisvági, vórðu latin upp á lisitatiónsfundi í Býráðshølunum á Tvøroyri í dag.  Lægsta tilboð var  kr. 5.887.770 og hægsta ljóðaði uppá kr. 9.186.740,50. Kostnaðarmetingin til útbjóðingina var kr. 7.635.000. Allir prísir uttan mvg. Arbeiðið umfatar jørð og lendisarbeiði, tvs undirlendið til sjálvan vøllin umframt veg, kloakk, gyrðing og ljósmastrar.

Lutaseðlarnir frá síðsta heimadysti

Undir síðsta heimadysti hjá TB í 1. deild, tá teir spældu móti 07 Vestur, vórðu lutaseðlar seldir. Hesir seðlar eru drignir, og vinnandi tølini verða hervið almanna kunngjørd.

Eldri greinar «