Í vikuskiftinum 18,19 og 20 mars verða FM finalur hjá teimun yngru spældar í ítróttarhøllini í Trongisvági. Hesar deildir verða: Gentur 14, Dreingir 14, Gentur 16, Dreingir 16, Kvinnuunglingar og Mansunglingar.
Category Archive: Flogbóltur
Úrslit, vika 10
Eik ligan Menn
Fríggjakvøldið 11/3: Fleyr – TB, 3-0 (25-15,25-19,25-11)
Leygardagin 12/3: ÍF – TB, 3-0 (25-12,25-19,25-11)
Flogbólts dystir vika 10
Leygardagin 12 mars
Eik ligan kvinnur: ÍF – TB
Eik ligan menn: ÍF – TB
Bert fýra sløg frá sigrinum
Í einum sonnum gysara, bastu greipuvinnararnir tí unga TB-liðnum í Trongisvági. Tað mátti javnbrótari til, áðrenn skerdi SÍ hópurin kundi fegnast um sera tepra útisigurin móti TB. Hyggið eftir kykmyndini við at trýsta á yvirskriftina omanfyri.
Flogbóltsúrslit frá vikuskiftinum
Her eru úrslitini frá vikuskiftinum:
Leygardagin 12 feb:
Eik-ligan kvinnur: Dráttur – TB: 3-1 (16-25,25-22,26-24,25-22)
Sunnudagin 13 feb:
Eik-ligan menn: TB – SÍ: 2-3 (17-25,22-25,25-19,25-23,11-15)
Eik-ligan kvinnur: TB – KÍF: 3-1 (25-23,27-25,26-24,23-25,25-21)
Dystir mangla til yvirlitið, roynt verður at fáa fatur á teimun úrslitinum.
Trýst á yvirskriftina fyri at síggja stigatalvurnar.
Dystir í viku 6
Hesir flogbóltsdystir verða spældir í vikuskiftinum
TB-SÍ beinleiðis á netinum
Eins og vit hava gjørt nógvu undanfarnu vikuskiftini, fer TB Studio aftur í sving hesaferð, við beinleiðis dystarfrásøgn av flogbólti. Dysturin í morgin er millum kvinnuliðini hjá TB og SÍ, og er her talan um dyst, ið kann fáa stóran týdning fyri stríðið um plássini í oddinum. Hendan dystin hava óivað nógv ein áhuga í at fylgja, og við TB Studio ber hetta eisini til. Vit fara nevnuliga at varpa dystin út gjøgnum TB heimasíðuna, so eisini tit, ið onkursvegna ikki kunnu vera til staðar, fáa møguleikan at fylgja við. Dysturin byrjar kl 15 í morgin.






