Fótbóltur

Greinar viðvíkjandi fótbóltsdystir í felagnum.

Ársins fyrsti venjingardystur

Sunnudagin 2. februar verður møguligt at síggja TB leika fyrsta dystin í 2014, tá venjingardystur verður ímóti grannunum úr FC Suðuroy. Dysturin verður spældur við Stórá í Trongisvági, og byrjar kl 13:30. TB hevur í ár, sum nakað nýtt, ætlanir um, at hava beinleiðis dystaruppdateringar á netinum, umvegis Twitter. Ætlanin er royna hetta nýggja tiltakið …

Ársins fyrsti venjingardystur Read More »

Koyribøkur frá N.J.Mortensen

Koyribøkurnar í stuðulsavtaluni millum N.J. Mortensen og TB skulu latast inn í Effo á Tvøroyri frá í dag av. Teir verða avheintaðar um eina viku, 15. januar. TB takkar fyri stuðulin

Gleðilig jól

Tvøroyrar Bóltfelag vil hervið ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Serliga vilja vit nýta høvið at takka okkara stuðlum. Vit gleða okkum til 2014 og komandi kappingár, saman við tykkum stuðlum, fjepparum, leikarum og øllum øðrum.

Formaðurin føðingardag

Dagurin í dag er ein av teimum minst hugaligu sunnudøgum í vetur, við sera keðiligt veðrið. Tó so er ein maður í Tvøroyrar Bóltfelag, ið verður feiðraður í dag. Talan er um formann felagsins, ið hevur føðingardag í dag. Niels Pauli Eysturberg, ella sum tey flestu kenna og nevna hann, Palli, verður í dag 52 …

Formaðurin føðingardag Read More »

Liðskiparin gevst í TB

Tað hevur verið sera nógv at lisið um Rógva Joensen í miðlunum, eitt nú serliga In.fo og Norðlýsið hava dúgliga gitt, um hvar hann endar eftir vetrarsteðgin. Nú er eitt so greitt og tað er, at Rógvi Joensen skiftir felag og fer úr barndómsfelagnum. Nýggja felagið hjá Rógva er B36, sum harvið fáa ágóðan av …

Liðskiparin gevst í TB Read More »

Leikarafundur mánakvøldið

Mánakvøldið verður boðið til leikarafund fyri øllum teimum, ið hava áhuga at spæla fótbólt í Tvøroyrar Bóltfelag komandi kappingarár í 1. og 2. deild. Heitt verður tí á allar leikarar um at møta upp til fundin, ið verður í TB Húsinum við Stórá klokkan 19.00 mánakvøldið 25. november. Nýggir leikarir eru vælkomnir.

Aðalfundurin 2013

Tvøroyrar Bóltfelag hevði í kvøld aðalfund, og tað stóð longu greitt undan aðalfundinum at formaðurin, Andre Dalfoss, ikki fór at taka við endurvalið. Tað var sostatt lagt upp til at nýggj starvsnevnd skuldi setast saman. Fyrsta punkt á dagsskránni var val av orðstýrara, og fall valið á Jóhan Petur Olgarsson. Síðani kom roknskapurin fyri 2012, …

Aðalfundurin 2013 Read More »

Vinnandi seðilin

Mykjukappingin, ið Tvøroyrar Bóltfelag skipaði fyri í gjár, leygardagin, eydnaðist væl og tarvskálvurin gjørdi sína skyldu. Vinnandi nummarið bleiv: 519 Vinnarin kann venda sær til Charlottu Nielsen á 28 20 60.

Aðalfundurin útsettur

Aðalfundurin sum skuldi vera týskvøldið er útsettur eina viku. Aðalfundurin verður sostatt í hølum felagsins í TB Húsinum við Stórá týskvøldið 19. november klokkan 19:00 Tvøroyrar Bóltfelag

Vinnandi tøl frá basarinum

Basarurin eydnaðist stak væl aftur í ár og Tvøroyrar Bóltfelag takkar hjartaliga fyri stuðulin. Lutaseðlar vóru seldir har inni og tá tølini vórðu lisin upp bar ikki til at finna eigararnar av trimum ymiskum seðlum. Vinnarirnir av niðanfyri standandi lutum, vóru ikki til staðar, tá lutaseðla drátturin fór fram í gjárkvøldi á basarinum: D30600 ljósareyður …

Vinnandi tøl frá basarinum Read More »

Nú nærkast til basarin

Dagarnir fækkast til árligi basarurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag skal haldast. Tvøroyrar Bóltfelag hevur í mong ár skipa fyri einum basari og hevur hetta verið eitt væleydna og vælmótikið tiltak, ið vónandi aftur í ár fer at eydnast væl. Basarurin í ár verður hildin í Ítróttarhøllini í Trongisvági sunnudagin 3. november klokkan 16:00. Sum altíð verður …

Nú nærkast til basarin Read More »

Ársins hagtøl fyri Effoliðið

Faroesoccer er ein gáva frá himni til okkum, ið dáma væl at fáast við ella lesa hagtøl yvir ymiskt, í hesum førið fótbólt. Faroesoccer er ein datagrunnur við dómaraseðlum frá teimum flestu deildunum í føroyskum fótbólti, eisini kvinnufótbólt og landsliðshagtøl eru at finna. Árið hjá okkum Hyggja vit eftir tølunum fyri TB í Effodeildini 2013 …

Ársins hagtøl fyri Effoliðið Read More »

Farvæl Effodeildin

Effodeildin er nú liðug og vit fara ta tungu leiðina niður í 1. deild at leika til næsta ár, men hetta vælvitandi um at vit vóru ein avbjóðing fyri fleiri av teimum størri liðunum í deildini. Men samstundis sum vit hótta teimum stóru megna vit ikki at taka av, tá vit eru favorittar og er …

Farvæl Effodeildin Read More »

Seinasti dystur í ár

Tað er greitt áðrenn okur fara í holt við seinasta leikumfar, at stórtsæð onki er at spæla fyri. Víkingur liggur á einum tryggum 4. plássi og kunnu við einum sigri røkka bronsukrónunum. Eg haldi ikki eg taki munnin ov fulla, tá eg sigi at málsetningurin hjá Gøtu og Leirvíksmonnum er rokkin. Teir vunnu steypakappingina og …

Seinasti dystur í ár Read More »

Páll verður við næsta ár

Páll Hagbert Guðlaugsson, sum traðkaði til sum venjari 14. august eftir at Hans Fróði Hansen varð koyrdur og Bill McLeod Jacobsen hevði staðið við stýrisvølin eina tíð, hevur nú avdúkað at hann verður venjari komandi kappingarár. Hetta varð avdúkað í prátið við Trónd Arge á Rás 2 eftir HB dystin. Sostatt er venjara spurningurin fyri …

Páll verður við næsta ár Read More »

Avgerðin fallin

Í dag bleiv lagnudagurin hjá TB, og vit sita eftir við eina stóra ónøgd, tí vit noyðast niður í 1. deild. Dysturin í dag hevði sera stóra áhuga millum teir ymsu miðlarnir – eitt nú útvarpaði KVF og Rás 2 dystin, men tað sum var munandi meira forkunnugt og spennandi var at Portal.fo við Knassum …

Avgerðin fallin Read More »

Møguleikarnir fækkast

Effodeildin: B36 2-1 TB Triðseinasta umfar er farið afturum bak og vit standa eftir við einum 2-1 tapið fyri B36. Tíverri var hetta ein av teimum dystunum, ið vit so at siga skuldu hava stig, tí KÍ megnaði at vinna á AB og harvið eru teir í verandi løtu trý stig framman fyri okkum.

Hvíta havnaliðið bíðar

Sunnudagin er triðseinasta leikumfarið á skránni og har skulu vit norður til Havnar at leika móti B36. Hetta verður ein trupul uppgáva, sum tó væl kann fara at koppa til okkara fyrimun, tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð. Eftir at hava verið vitni til dystin móti AB, har TB’arnir leveraðu ein mannfólka innsats, so sigur …

Hvíta havnaliðið bíðar Read More »

Scroll to Top