Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fótbóltur

Greinar viðvíkjandi fótbóltsdystir í felagnum.

Enn eitt hatrick

9. februar 2013 |

 

Kviku vongspælararnir hjá TB góvu gestunum mikið høvurbrýggj, tá teir fleiri ferðir sloppu gjøgnum í síðunum. Ragnar Tausen, var ein teirra, og hann royndist, sum hann plagar, sera væl (Mynd: Álvur Haraldsen)

Í einum óvanliga tomum venjingardysti millum Effodeildarliðið hjá TB og FC Suðuroy, fingu vit tó nakrar løtur av spæli, sum má metast til at vera á høgum støði. Tað vóru gestirnir sum byrjaðu dystin betur, og teir løgdu seg eisini á odda, men sum dysturin leið, skavaði TB seg meira og meira inn í dystin, og seinastu løtuna skrædnaði heilt hjá gestunum. Tá alt kom til stykkis, hevði TB sigrað við fýra málum, móti tí eina hjá sunnanmonnum. Hetta var fyrsti dystur í ár, hjá meginpartinum av TB leikarunum skal tó viðmerkjast, og tað sást til tíðir rættuliga væl. Ein var tó, sum skaraði framúr, og tað var Poul Ingason, sum aftur í dag skoraði trý mál.
Les meira

Góður venjingardystur

8. februar 2013 |

At Poul Ingason er ein vandamikil álopsleikari, tað máttu sunnanmenn ásanna farna vikuskifti, tá unglingin bombaði trý skot í málið. Poul verður sannuliga ein spennandi leikari at fylgja í ár (Mynd: Bjarni Nygaard)

Farna vikuskifti, var 1.Deildarliðið hjá TB í Vági, har FC Suðuroy, sum í ár spælur í 1. Deild, hevði bjóðað til venjingardyst. Veðrið var ikki tað besta til fótbólt, og vindurin hevði hug til at darva viðhvørt. Úrslitið av ársins fyrsta venjingardysti bleiv 4-3 til vertirnar, sum uttan iva ætla sína tilveru, í næstbestu deildini, at vera stokkuta. Í morgin verður so høvi til at síggja Effodeildarliðið hjá TB royna seg móti FC Suðuroy, og spælt verður við Stórá. Hetta verður fyrsti venjingardysturin hjá okkara fremstu manning, so spennandi verður at síggja, hvussu teir fara at royna seg. Dysturin byrjar kl. 18 við Stórá í Trongisvági.
Les meira

Leikaratátturin: Rógvi Joensen

4. februar 2013 |

Næsti leikari á skránni er elegantierurin úr Froðba, Rógvi Joensen. Pápin er væl kendur innan føroyskan fótbólt – Pól F. Joensen – og var Pól og royndi seg á føroyska landsliðnum á sinni. Vit eru mong, ið lættliga kunna ímynda okkum at eisini Rógvi sleppur at royna seg á A-landsliðnum. 19 ára gamli Rógvi fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá TB í fjørð, men við royndunum frá í fjørð, so rokna vit við at síggja ein enn meira tendraðan Rógva við Stóra í 2013!

Navn: Rógvi Joensen
Føðiár: 1993
Hædd: 182,5
Pláss á liðnum: Miðvallari
Lið umboðaði: Einaferð TB, altíð TB (VB/TB í drongja-deildini)

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein? 
Tað kemur nokk av, at pabba sjálvur hevur havt nógv við fótbólt at gera. So hann hevur sparka nógv við mær og beiggja mínum.

Tú er rættuliga nýggjur í vaksnamannadeildini, hvussu var skiftið frá dreingjadeildunum og so til vaksnamannadeildina?
Tað var ein stórur munur. Har slapp man ikki at skumpa aðrar upp koll, men harafturímóti gekk tað hart út yvir meg sjálvan, hehe. Les meira

Leikaratátturin: Martin Tausen

4. februar 2013 |

So er næsti leikaratáttur á skránni og í dag hava vit enntá tveir leikarar í brennideplinum. Vit leggja út við stríðsmanninum, Martin Tausen:

Navn: Martin Tausen
Føðiár: 1990
Hædd: 181 cm
Pláss á liðnum: Defensivur miðvallari
Lið umboðaði:
VB/sumba, FC.Suduroy, TB

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein? 
Mær hevur altíð dámt gott fótbolt, so tí valdi eg fótbolt.

Tú byrjaði sum smádrongur við TB, seinni fórst tú til VB/Sumba – FCS, men kom so aftur til TB, hvussu bar tað til? 
eg fór til VB/sumba tí eg flutti til Vágs at ganga í skúla, og so lá ikki so væl fyri hjá mær at trena vid TB og allir mínir klassakammeratar úr vági spældi VB/sumba. Tí valdi eg at skifta felag til Vágs… men so fyri 2 árum síðani flutti eg aftur til TB . TB vísti mær stóran áhuga og so valdi eg at skifta aftur til TB. Mær hevur altíð dámt sera væl TB, so tað var ein løtt avgerð hjá mær at taka, tá eg flutti til TB aftur. Les meira

Venjingardystur á Eiðinum

2. februar 2013 |

Vøllurin í Havn varð mettur til at vera hættisligur at spæla á. Vónandi verður vøllurin í Vági klárur í morgin (Mynd: google.com)

Í morgin er ætlanin, at FC Suðuroy og TB skulu fara at dystast í venjingardysti vesturi á Eiðinum í Vági. FC Suðuroy spælur í ár í 1. Deild, so tað verður væntandi ikki tað sterkasta TB liðið, sum fer á vøllin í morgin. Hvussu verður og ikki, so verður tað í øllum førum spennandi at síggja, hvussu hópurin er fyri, í hesum okkara fyrsta venjingardysti í ár. Dysturin byrjar kl. 13:30
Les meira

Leikaratátturin: Hans Fróði Hansen

31. januar 2013 |

Vit seta spælarum og venjarum nakrar spurningar og svarini kunnu tit so lesa her. So hava vit okkurt at undirhalda okkum við, nú bíðitíðin kenst í so long.
Fyrstur á “bananum” er nýggi venjari okkara, Hans Fróði Hansen.

Navn: Hans Fródi Hansen
Føðiár: 25/08/75
Hædd: 191cm
Pláss á liðnum: Midverji
Lið umboðaði: LÍF, B68, HB, FC Sogndal, FC FRAM, FC Breidablik, TB

Hví valdi tú fótbóltin sum tína ítróttargrein?
Tí tað gav mær gleði og avbjódingar.

Tú byrjaði í LÍF í Leirvík, nær gjørdist tað greitt fyri tær, at tú vildi meira enn 1. deildarfótbólt og hvat gjørdi tú fyri at koma víðari? 
Sum 16/17 ára gamal, vildi eg sleppa at spæla í bestu deildini og í toppinum í FØ, so eg flutti til B68 í ’96 og so til HB í ’97 og vann greipuna í ’98 við HB. Les meira

TB grafikkur

14. januar 2013 |

Myndirnar báðar, ið nýtast kunnu til telduskýggjan og til facebook vanga tín, eru tær báðar svørtu niðarliga í greinini. Myndirnar hevur Jan Smedemark framleitt

Nú tað stundar til, at teir fyrstu dystirnar skulu spælast, so er tíðin komin til, at fara at lata sín telduskíggja, og ikki minst, sín Facebook vanga í TB “klæðir”. Í tí sambandi, er ein bakgrund til telduskíggjan, umframt eitt sokallað Facebook Cover gjørt, sum kann setast ovast á tín Facebook vanga.
Les meira

Spennandi leikari longir við TB

12. januar 2013 |

Ragnar Tausen er sera kvikur vongleikari, og hansara ágangandi spælistílur gevur mongum verjuleikara nógv at hugsa um. Vit gleðast øll yvir, at Ragnar aftur í ár er í felagnum (Mynd: Álvur Haraldsen)

TB eiga nógv talentir, ið eru á gáttuni til, at fáa sítt stóra gjøgnumbrot í fremstu deildini. Ein av hesum er porkeningurin, Ragnar Tausen, ið hevur verið í TB, tvey tey seinastu árini. 18 ára gamli vongurin hevur undirskrivað sáttmála við aldursforsetan fyri komandi árið, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hann fer at royna seg, nú nýggjur venjari er komin til felagið. Hans Fróði Hansen kennir Ragnar frá í fjør, tá lorvíkingurin var hjálparvenjari í felagnum, so dygdirnar hjá unglinginum skuldu verið honum kendar. Aftur í ár er TB hópurin sera ungur, men nakrir rutineraðir leikarar eru tó, sum ávirka soleiðis, at hópurin  er ein væl blandað eind, ið harafturat er væl samansjóvað.
Les meira

TB styrkir seg við landsliðsleikara

8. januar 2013 |

Hóast hann einans er 23 ár, hevur hann longu fleiri landsdystir fyri Senegal. Her sæst hann í venjingardysti móti Meksiko í fjør, har sjálvasti Javier Hernandez, hjá Manchester United hevur tað sera trupult við afrikansku bjørnini (Mynd: Getty Images)

TB hópurin sær meira og meira spennandi út, nú fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í hæddini. Sunnukvøldið kundi aldursforsetin í føroyskum fótbólti kunngerða, at Senegalski miðvallarin, Joseph Bassene var komin aftur til felagið, og í dag kunnu vit aftur kunngerða eitt nýtt navn í TB høpi. Talan er um Babacar Ndiour, sum er verjuleikari úr Senegal, og sum hevur spælt fleiri A-landsdystir, hóast sín unga aldur. 23 ára gamli Babacar, skuldi eftir ætlan spæla fyri B68 í fjør, men pappírsarbeiðið bleiv handfarið ov seint, og tískil fekk sterki verjuleikarin ikki spæliloyvi í Føroyum. Í næstum kemur hann til royndarvenjing hjá TB, og vísir hann seg at verða eins góðan, og vit vóna og vænta, so verður sáttmáli undirskrivaður, veit TB venjarin, Hans Fróði Hansen at siga.
Les meira

Bassene kemur heim aftur

4. januar 2013 |

Joseph Youssoupa Bassene – Miðvøllur / Álop: 45 Effodeildardystir – 81 dystir í 1. Deild – 8 Steypadystir – 2 Europa Leauge dystir – 38 mál (Mynd: Bjarni Nygaard)

Eftir kappingina í 2010 bleiv greitt, at hann ikki fór at umboða TB komandi árini. Men nú er burturvilsti sonurin, Joseph Y. Bassene vendur heim aftur, og kemur í komandi ár, at hjálpa aldursforsetanum í stremban okkara í Effodeildini. Joseph Youssoupa Bassene er vorðin 25 ár, og hevur vunnið sær nógvar royndir, síðan hann seinast umboðaði TB. Fyrsta skiftið varð til Sands, har hann umboðaði B71 í hálvt ár, áðrenn hann flutti til Vágoynna, at umboða 07 Vestur. Í fjør umboðaði fryntligi afrikanarin Víking, og var hann ein av høvuðsmonnunum handan steypasigurin hjá teimum í fjør. Nú  er hann so komin heim aftur til staðið, har tað heila byrjaði, og felag og fjepparar eru sera spent, eftir at síggja evnaríka bóltsnillingin í svørt-hvítu TB troyggjuni. Vælkomin heim Joseph, og bestu eydnu framyvir.
Les meira

Gleðilig jól

23. desember 2012 |

Tvøroyrar bóltfelag ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.

Ein serlig tøkk til stuðlar, hjálparfólk, nevndir, leikarar, venjarar og fjepparar fyri eitt serstakt 2012, við vón um eitt enn betri 2013.

Tvøroyrar Bóltfelag

Les meira

Einherjar hittast um jólini

22. desember 2012 |

Øll elska TB, eisini KULT tónleikarabólkurin, Páll Finnur Páll (Mynd: TB húsið)

Árið tekur at halla, og hetta árið hevur, á fleiri mátar, verið eitt serligt ár. Tvøroyrar Bóltfelag og nýstovnaða fjepparafelag tess, Einherjar, hava veruliga stolið yvirskriftir í føroyska miðlaheiminum, og saman við serstaka útvarpara teirra, og hart kempandi TB leikarunum á vøllinum, hava hesir fylt mangar ítróttarstubbar. Tvøroyrar Bóltfelag bleiv, sum øllum kunnugt, 120 ár í ár, Einherjar blivu kosnir Ársins fjepparafelag,  og útvarparin hjá TB Studio bleiv kosin Ársins Eldsál. Alt hetta ætla okur at hátíðarhalda 27. desember (3. jólakvøld) í nýumvælda ‘Gamla’ TB Húsinum – sjálvandi!
Les meira

Tann perfekta TB jólagávan

15. desember 2012 |

TB arir, okur síggjast (Mynd: facebook)

Í Sportmaster á Tvøroyri ber nú til, at keypa eina ørgrynnu av ymiskum TB souvenirs. Givið, at tað stundar til jóla, er ein av hesum lutum, eitt sera gott boð uppá eina jólagávu. Vørurnar, ið keypast kunnu, eru millum annað trý ymisk sløg av TB turrikløðum, tvey sløg av TB húgvum, TB poloshirt og TB venjingardraktir. Um tit ætla tykkum eina venjingardrakt, mugu tit tó skunda tykkum, tí seinasta freistin til at bíleggja eina tílíka til jólagávu, er í morgin kl 16. Hinar vørurnar eru flestar á lagur. So gleðið tykkara børn ella tykkum sjálvi til jóla, samstundis sum tit stuðla TB.
Les meira

TB venjarin er settur

11. desember 2012 |

Hans Fróði Hansen hevur drúgvar royndir sum leikari í Føroyum, eins væl og uttanlands. Hann hevur eisini spælt 26 landsdystir. Hóast hansara royndir sum venjari ikki eru drúgvar, so trýr nevndin uppá, at Hans Fróði er rætti maðurin. Leikararnir lata eisini væl at, so tað verður spennandi í ár (Mynd: Norðlýsið)

Í eina tíð, hevur tað dúgliga verið gitt, hvør næsti TB venjarin fór at blíva. Starvsnevndin hevur ikki ynskt at gjørt nakrar viðmerkingar, annað enn tað, at fyrrverandi venjarin, Milan Kuljic, ikki fór at halda fram í felagnum. Men nú er nýggjur venjari settur, og afturat honum, eisini ein hjálpari. Maðurin, sum frá síðulinjuni, fer at stýra TB, er 37 ára gamli leirvíkingurin, Hans Fróði Hansen. Hans Fróði bleiv fyrr í vetur eisini settur sum Ítróttarstjóri í TB, so hann verður í stóran mun, ein leiðandi figurur í TB í ár. Afturat Hans Fróða, fer sevmýrisingurin, Karl Øster at hjálpa. Felags fyri báðar hesar venjarar er, at teir hava drúgvar royndir sum spælarar, frá føroysku landskappingini í bestu deildini, umframt at teir kenna styrkir og veikleikar hjá øllum leikararunum í hópinum. TB hevur ein sera spennandi hóp sum er, og áðrenn nýggjár vænta vit, at fleiri av ungu leikarunum skriva undir sáttmála eisini.
Les meira

Fyrrverandi venjari vitjar TB í summar

10. desember 2012 |

Finn Røntved sæst her avmyndaður, saman við sterka TB liðnum frá 1991 (Mynd: TB bókin)

Verður navnið Finn Røntved nevnt, so vita flest øll tvørafólk, hvønn talan er um. Fryntligi danin, sum var venjari hjá besta mansliðnum hjá TB, kappingarárini 1991 og 1992, fall fullkomuliga fyri felagnum og fólkinum í býnum. Hann hevur líka síðan, víst áhuga fyri, og hevur roynt at hildið kontaktir við líka, umframt at hann hevur roynt at fylgt gongdini hjá ymisku liðunum í felagnum. Fryntligi danin er framvegis venjari, og hevur tikið sær av nøkrum ungum dreingjum í Holbæk, seinastu fimm árini, sum hann nú vil vitja okkum við. -TB har givet mig så meget, og hvis jeg på nogen måde kan give lidt tilbage, så gør jeg det gerne, fortaldi vinarligi danin, í samrøðu við undirritaða herfyri.
Les meira

TB styrkir seg við stórum profili

2. desember 2012 |

Ndende skoraði einsamalla málið hjá B68, í 1-1 javnleikinum á Svangaskarði í fjør (Mynd: Álvur Haraldsen – Sosialurin)

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir afrikansku kempuni hjá B68, eftir at tað gjørdist greitt, at hann mest sannlíkt vildi halda fram í bestu deildini. Fleiri feløg hava eisini ligið framvið, men dystin um undirskriftina hjá Ndende Adama Guéye, vann TB.
Les meira

Tamur aðalfundur

27. november 2012 |

Savnsmynd av TB búmerkinum

Tvøroyrar Bóltfelag hevði aðalfund herfyri, og hóast tað var rættuliga spennandi, at hoyra um vitjanina hjá Sheffield FC á Tvøroyri í summar, so hoyrdist lítið um leikaratilgongd, og venjaraspurningurin er eisini ósvaraður enn. Fundarfólkið spurdi, sum vera man, um hesi týdningarmiklu mál, men svarið var eintýtt, frá endurvalda formanninum, Andra Dalfoss; -Arbeitt verður við málunum, og meira fæst at vita, um miðjan desember. Fyribils verða tað Hans Fróði Hansen og Karl Øster, ið taka sær av hópinum, til venjarin verður settur, og arbeiðið veruliga byrjar, segði formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag, Andre Dalfoss, sum tók við afturvali á aðalfundi felagsins
Les meira

Tvøroyrar Bóltfelag í spennandi samstarvi

7. november 2012 |

Fyrireikingarnar eru væl í gongd, og framtíðin er av sonnum, sera spennandi hjá Tvøroyrar Bóltfelag (Mynd)

Íslendska stórfelagið FH Hafnafjørður hevur vunnið bestu íslendsku fótbóltsdeildina 6 ferðir, seinastu 10 árini, og hesir eru nú sinnaðir, at taka upp samstarv við elsta fótbóltsfelagið í Føroyum. Samstarvið, vit her tosa um, er eitt nýtt slag av samstarvi, sum fer at geva ungum talentum í TB ein møguleika, til at royndarvenja í Íslandi, og kann hetta gerast teimum ein lopfjøl, longur út í heim. Hví tað júst er í Íslandi, at TB leitar sær samstarv, er ikki nøkur tilvild. Tvøroyrar Bóltfelag hevur søguliga havt nógva og góða kontakt við íslendsku brøður okkara, og mangan hava lið haðani vitjað her, umframt at okkara garpar eisini hava vitjað í Íslandi.
Les meira

Spennandi talentir longja við TB

1. november 2012 |

Fleiri og fleiri skriva undir hjá aldursforsetanum, og framtíðin er sannuliga bjørt

At TB hevur gjørt eitt miðvíst og gott ungdómsarbeiði í nøkur ár, sæst aftur á mongdini av leikarum, ið umboða ungdómslandsliðini. Heili fýra evnaríkir unglingar umboða í løtuni U19 landsliðið, umframt at okur eisini hava ein leikara á A landsliðnum. Tvøroyrar Bóltfelag kann í dag, við stórari gleði, kunngera, at tveir av hesum u-landsliðsleikarum, umframt ein leikari, sum kann fáa sítt veruliga gjøgnumbrot, um álit verður givið honum, hava endurnýggjað sáttmála sín við barndómsfelagið. Fleiri leikarar eru eisini væntandi, komandi dagarnir. Hesar undirskriftir senda ein greiðan boðskap, og hann er, at TB ætla sær okkurt. Broytingar eru hendar á Tvøroyri, og okur tosta eftir sigrum.
Les meira

Til Íslands á venjingarlegu

16. oktober 2012 |

TB hópurin fer at telja um 25 mans, og hvørjir hesir verða, er ikki avgjørt enn. Allir hava sostatt møguleikan til, at imponera, og harvið vinna sær eitt pláss í ferðalagnum (Mynd: Bjarni Nygaard)

Sum liður í fyrireikingunum hjá TB, til komandi kappingarár, fer ein hópur á 25 leikarar til Íslands á venjingarlegu í mars mánaði. Hetta er stutt undan kappingarbyrjan í Effodeildini, og ætlanin er tí, at liðið verður pressað væl, við nógvum venjingum, og venjingardystum móti sterkum liðum. Eitt av liðunum, sum TB skal møta á ferðini í Íslandi, er Breiðablik, sum er gamla felagið hjá ítróttarstjóra okkara, Hans Fróða Hansen. Breiðablik er eitt sera sterkt lið í bestu íslendsku landskappingini, og seinastu árini hava teir vunnið meistaraheitið. So TB hópurin fær seg veruliga royndan á ferðini í Íslandi. Hetta skuldi so eisini havt við sær, at leikararnir eru til reiðar, tá kappingin byrjar her heima.
Les meira