Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fótbóltur

Greinar viðvíkjandi fótbóltsdystir í felagnum.

TB beit frá sær við Margáir

20. august 2012 |

TB liðið kempaði, sum úlvur á skóg í dag, og blivu akkurát ov stuttir. Tvær ferðir løgdu vit okkum á odda, men tað rakk tó ikki til stig í dag (Mynd: Astrid Vestergaard)

At TB er eitt lið, ið liggur á eina niðurflytingarplássinum, sást á ongan hátt í dag. Allir sum ein, kempaðu tvøramenn, sum villmenn, og løgdu, í stórum pørtum av dystinum, eitt stórt trýst á EB/Streym. Gestirnir av Tvøroyri løgdu seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men tíverri var mótstøðan akkurát ov sterk, og heimaliðið dróg longra stráðið móti endanum av dystinum. Hóast hetta, góvu TB leikararnir aldrin upp, og var hepnið við okkum í dag, so fingu vit javnleikin suður við. Soleiðis bleiv tíverri ikki, og EB/Streymur er tí enn ein greiður favorittur til FM heitið.
Les meira

TB er við at reisa seg aftur

11. august 2012 |

Føroyameistararnir fingu ongantíð veruligt tamarhald á dystinum, tí tað vildu TB ikki loyva teimum. Spælfordeilingin var tó havnamonnum til fyrimuns, men mál fingu teir tó ongi (Mynd: Portal.fo)

Eftir tveir syndarligir innsatsir móti KÍ við Stórá, og móti HB í Gundadali, er tað nógv, ið bendir á, at TB er um at finna stevið aftur í Effodeildini. Sunnudagin taptu vit sera tepurt í Gøtu, men tó var liðið sera væl skipað, og varð spælt eftir fair play reglum, so endaði tann dysturin við javnleiki. Í dag blivu vit meira vandamiklir, tá vit lupu á, og kanska skelkaði hetta gestirnir. Hvussu er og ikki, so megnaði TB at halda føroyameistarunum næstan heilt burtur frá møguleikum. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Hetta fær leikararnir at trúgva uppá, at teir aftur kunnu megna at hála tey óvæntaðu úrslitini heim, og tá gerast vit øðiliga farligir. Watch out, TB er á veg!!!
Les meira

120 ára sangurin á YouTube

17. juli 2012 |

Eftir at framúrskarandi sangurin til 120 ára føðingardagin hjá TB hin 13. mai 2012 hevur verið til í eina tíð er stundin komin at spreiða hann via alnótina. Hetta er gjørt eins og við sjálvum TB Bandinum, sum bleiv gjørt … Les meira

TB og Einherjar áttu Svangaskarð

4. juli 2012 |

Nýggja fjepparafelagið hjá TB fekk navn leygardagin, og er tað Einherjar. Fyrsta fjepparaferð hjá Einherjum var til Svangaskarð. Um 60 fjepparar settu veruliga sín serliga dám á dystin, og kundu eftir síðsta bríksl gleðast yvir javnleikin (Mynd: Asta Midjord)

Á vøllinum vóru okkara garpar við undirlutan, í fyrra hálvleiki á Toftum leygardagin. men soleiðis var ikki á áskoðaraplássunum, tí har áttu Einherjar Svangaskarð. Tað hoyrdist næstan ikki eitt einasta B68 fjepp, í øllum larminum frá ágrýtnu áskoðarunum úr Suðuroynni. Um tað var hetta, sum dreiv beiggjarnir á vøllinum framá, skal undirritaði lata standa ósvarað. Men hvussu er og ikki, so mentust leikararnir rættuliga nógv, og annar hálvleikur var í veruleikanum, eitt langt TB álop. 1-1 javnleikurin var tískil sera uppiborin, og hann hevur við sær, at TB hálaði seg upp um NSÍ, nú Effodeildin fer í summarferiu í tríggjar vikur.
Les meira

Myndir frá fyrsta fjepparatúrinum hjá Einherjar

1. juli 2012 |

Myndir frá fjeppara túrinum kunna síggjast á mínum facebook profili. https://www.facebook.com/media/set/?set=a.10150876658476741.401426.592056740&type=1&l=b2ffdca252

Les meira

Beinleiðis: B68 – TB

30. juni 2012 |

Niels Petersen og Lasse Weihe eru til reiðar á Svangaskarði, har teir fara at útvarpa dystin millum B68 og TB, sum er seinasti dystur áðrenn summarsteðgin. Tit kunnu lurta niðanfyri.

2. hálvleikur LIVE: [spreaker episode_id=1198717 type=mini width=100% color=e8e8e8 autoplay=false]

Koyr á … Les meira

TB styrkir sær hópin

28. juni 2012 |

Nenad Stankovic hevur drúgvar royndir í teimum fimm føroysku feløgunum, hann higartil hevur umboðað. Hann hevur spælt 187 dystir, og skotið 12 mál, og nú er hann TB leikari (Mynd: faroesoccer.com)

Undan kappingini í Effodeildini, sum TB vann sær luttøku í, við allar síðsta mandati, bleiv aldursforsetin í føroyskum fótbólti, ikki spáddur so góða lagnu í ár. Hetta tykjast tvøramenn ikki hava lurtað eftir, og hava heldur hinvegin bart seg framá, og hava tikið fleiri lið á bóli. Tað sær út sum, at TB hava ætlanir um, at verða verandi í bestu deildini. Í vikuni er sáttmáli undirskrivaður við enn ein leikara, sum skal vera við til, at tryggja okkum framhaldandi luttøku, har tað er stuttligt at vera við. Eisini skal hesin vera við til at tryggja, at okkara ungu leikarar fáa lært eina rúgvu, og við tíðini, gerast meira klárir til stóru uppgávurnar í Effodeildini. Leikarin, talan er um, er navnframi serbiski miðvallarin, Nenad Stankovic.
Les meira

Fjepparafelag verður stovnað

20. juni 2012 |

Tvøroyrar Bóltfelag hevur altíð verið nakað heilt serligt, og tað livir í best hugsandi umstøðum í løtuni. Felagið hevur fingið gomlu karmarnar á Sevmýri skiftar út, við snotuligar karmar inni i Trongisvági. Gamaní er nýggja TB húsið ikki bygt enn, … Les meira

13. juni var stórur Grassrootsdagur við Stórá

18. juni 2012 |

Aftur í ár, eydnaðist TB og lærarum á Tvøroyri, at fyriskipa eitt framúr gott Grassroots tiltak í Trongisvági. Knapt 200 fólk tóku lut í væleydnaða tiltakinum (Mynd Annika Eidesgaard)

Í fjør, skipaði Tvøroyrar Bóltfelag, saman við lærarum í Tvøroyrar – og Trongisvágs Skúla, fyri stórum degi, halgaðum fótbólti, og gleðini, hendan vakra ítróttargrein gevur okkum øllum. Tiltakið eydnaðist sera væl, og tá Fótbóltsamband Føroya, aftur í ár, heitti á fótbóltsfeløgini kring landið, um at skipa fyri einum líknandi tiltaki, fall tað okkum rættuliga lætt, at ganga teimum á møti.
Les meira

TB vant burturúr FC Suðuroy

15. juni 2012 |

At Gilli Sørensen var smílandi í dystinum móti grannunum úr Vági, er onki at siga til. 3-0 sigurin var sera uppiborin (Mynd: Turið Vestergaard í Dali)

Hjá TB hevur gingið rættuliga gott í Effodeildini higartil. Teir hava skapt sær ein veruligan varða, inni við Stórá í Trongisvági, og tað hevur rokkið til fleiri sera góð úrslit. Ónskvøldið vóru grannarnir úr FC Suðuroy á vitjan, og hevur tað gingið gott hjá TB higartil, so er støðan hjá gestunum ørðvísi. Teir høvdu, undan oyggjabrakinum, bert fingið trý stig á kontuna, og bert skorað trý mál í 11 dystum. Tað lá tí í luftini, at TB fór at vera við yvirvág, og tað hendi so sannuliga eisini. TB vann ein sera greiðan og væl uppibornan 3-0 sigur, sum ikki var eitt einasta mál ov lítil.
Les meira

Oyggjabrakið verður kl. 19:00 við Stórá

13. juni 2012 |

Adrenalinið byrjar at ávirka kroppin, tú er spentur, og fer hug at smílast, og kanska smáfnisar, tá onkur bara nevnir eitthvørt um oyggjabrakið. FØLA TYKUR TAÐ??

Klokkan 19:00 bresta TB og FC Suðuroy saman við Stórá. Dysturin hevur ØÐILIGAN … Les meira

Stovnandi fundur fyri TB-Fjepparar

12. juni 2012 |

TB er væl koyrandi í ár og hava vit millum annað fingið ein nýggjan vakran vøll, og ikki at gloyma, so eru vit í Effodeildini og hava staðið okkum sera væl higartil.

Grundað hesum, so verður nú skipað fyri einum … Les meira

TB stjólu ein javnleik suður við

11. juni 2012 |

Ivan bjargar størsta møguleikanum hjá ÍF í fyrsta hálvleiki, og eftir hetta skuldi næstan gandur til, fyri at sleppa framvið sterka serbanum hjá TB (Mynd Norðleif W. Holm)

Eftir at hava verið lagdir undir stórt trýst frá fuglfirðingum, megnaði TB, so dánt, at halda sær til hálvleiks. Var tað ikki fyri ein framúrskarandi vælspælandi Ivan Stojkovic í TB málinum, so kundi verið illa statt, longu tíðliga í dystinum. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá vertunum, og tá TB eisini fingu ein leikara vístan av vølli, sá mótbrekkan brøtt út hjá tvøramonnum. Men tú skal, eins og við týskinum, aldrin undirmeta TB. Tvøramenn umskipaðu seg, og blivu nógv vandameiri. Var eydnan størri, kundi stuldurin í Fløtugerði verið enn grovari. Hvussu er og ikki, so endaði við 1-1 javnleiki, og tað er eitt úrslit, ið tvøramenn ivaleyst eru glaðari yvir.
Les meira

Fótbóltskúlin verður aftur í ár

1. juni 2012 |

Tórsdagin 7. juni, verður endaliga staðfest, hvussu ársins útgáva av fótbóltskúlanum hjá Tvøroyrar Bóltfelag fer at síggja út. Sera sera nógv hevur verið at gjørt hjá ungdómsdeildini í vetur og fram til nú, og stundir hava ikki verið, til at … Les meira

Sundalagsmenn løgdu seg á odda

29. mai 2012 |

Arnbjørn Hansen var ein støðug hóttan, men tá Dmitrije varð fluttur fram í álopið, bleiv pláss til aðrar kvikar sundalagsmenn, so sum Leif Niclasen, ið skoraði øll trý málini hjá gestunum (Mynd: Astrid Vestergaard)

EB/Streymur hava seinastu umførini veruliga fingið vind í seglini í Effodeildini, eftir eina laka byrjan. Teir hava innheinta munin upp til Víking, og í dag, eisini lagt seg fram um teir. 3-0 sigurin á TB við Stórá í dag, var uppiborin, men longi stóð tó javnt á. Bæði liðini høvdu sínar stórar møguleikar, og tá TB so byrjaði at fáa fleiri møguleikar, slógu sundalagsmenn til, og so bleiv uppgávan torfør hjá TB, sum máttu satsa fram eftir. Gestirnir fingu tvey mál afturat, við kontrafótbólti av allar hægsta kvaliteti. Nýggja oddaliðið er avgjørt best skipaða lið, ið higartil hevur vitjað við Stórá.
Les meira

Sundalagsmenn er næstir

27. mai 2012 |

HB fekk veruliga TB koyrilin at føla í 9. umfari. Spennandi verður at síggja, hvussu sundalagsmenn ætla at steðga máltevinum hjá Bojan Timic. Vandamikli serbin hevur higartil skotið 4 mál fyri TB

Sundalagsmenn, sum hava gjørt sær dælt av, at oddaliðið, Víkingur hevur snávað seinastu umførini, skulu í morgin royna at fáa nakað burturúr sera trupla útidystinum móti TB. Sundalagsmenn liggja undan 10 leikumfari á næstovasta plássi, so teir hava avgjørt brúk fyri einum útisigri. Hjá TB ræður tað hinvegin um, at halda fram við góðu gongdina, serliga á heimavølli. TB er ikki til at nerta á nýggja vøllinum við Stórá, og so er stóri spurningurin, um EB/Streymur kann gera nakað við hagtølini. Dysturin byrjar kl 15, og fjepparar okkara uttanlands, kunnu sjálvandi lurta eftir dystinum á TB heimasíðuni.
Les meira

Raske drenge HB at vinde, det er vor lyst

20. mai 2012 |

TB rann HB um koll við Stórá, og sigurin var ruddiliga uppiborin

Sum kolandi ódn, komu TB álopini ýlandi móti HB málinum. Hjá havnamonnum ráddi bert um, at halda fast, skuldu teir ikki blíva blástir líka út í høllina. TB fekk longu mál eftir fimm minuttum, og so var grundarlagið lagt, fyri søguliga sigrinum móti HB. TB vann, fult uppiborið, 4-2 við Stórá í dag. Hetta er triðji dystur hjá TB við Stórá,  og allar hevur TB vunnið.
Les meira

Seinkaða dystarfrásøgnin

16. mai 2012 |

Sterki verjuparturin ávirkar álopspartin, og nú byrjar at síggja sera væl út hjá TB.

TB leikararnir góvu felagi sínum eina fantastiska føðingardagsgávu, og eina best møguliga upptakt til stóru føðingardagsveitsluna leygarkvøldið, tá teir vunnu ein væl uppibornan 3-1 sigur á B68. TB átti munin frá byrjan, og bert eina løtu móti endanum av dystinum, megnaðu gestirnir at leggja TB undir trýst. Við sigrinum hálaðu TB seg enn eitt pláss upp eftir stigatalvuni, og eru nú á einum sjeynda plássi.
Les meira

Sevmýri kemur okkum til hjálpar

8. mai 2012 |

Frá byrjan, hevur Sevmýri verið tryggi karmur barnara, og leygarmorgunin verður vøllurin aftur fullur av lívi, tá ein rúgva av børnum fara at kappast og stuttleika sær á gamla leikvøllinum. (Mynd: Bárður Hansen)

Komandi vikuskifti verður stovningardagurin hjá TB hátíðarhildin á Tvøroyri. Nógvur fótbóltur er sjálvandi á skránni, umframt annað. Dystirnir verða so nógvir, at nýggi vøllurin við Stórá ikki rúmar øllum dystunum, men TB hevur enn ræðið yvir vøllinum  á Sevmýru, og verður hann tískil tikin í brúk aftur leygarmorgunin.
Les meira

Javnleikur í truplum útidysti

8. mai 2012 |

FC Suðuroy leikararnir vóru sera grammir, tá teir leygardagin tóku móti grannunum úr TB. Sum dysturin leið, kom TB tó fyri seg (Mynd: Eileen Sandá)

FC Suðuroy og TB samdust leygardagin um 1-1 javnleik, men so var tað ikki meira, ið liðini samdust um. Dysturin fer neyvan í søguna fyri gott fótbóltspæl, men hvat spenningi og intensiteti viðvíkur, har væntaði avgjørt onki.
Les meira