Fótbóltur

Greinar viðvíkjandi fótbóltsdystir í felagnum.

Gleðilig jól

Tvøroyrar bóltfelag ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár. Ein serlig tøkk til stuðlar, hjálparfólk, nevndir, leikarar, venjarar og fjepparar fyri eitt serstakt 2012, við vón um eitt enn betri 2013. Tvøroyrar Bóltfelag

Einherjar hittast um jólini

Árið tekur at halla, og hetta árið hevur, á fleiri mátar, verið eitt serligt ár. Tvøroyrar Bóltfelag og nýstovnaða fjepparafelag tess, Einherjar, hava veruliga stolið yvirskriftir í føroyska miðlaheiminum, og saman við serstaka útvarpara teirra, og hart kempandi TB leikarunum á vøllinum, hava hesir fylt mangar ítróttarstubbar. Tvøroyrar Bóltfelag bleiv, sum øllum kunnugt, 120 ár …

Einherjar hittast um jólini Read More »

TB venjarin er settur

Í eina tíð, hevur tað dúgliga verið gitt, hvør næsti TB venjarin fór at blíva. Starvsnevndin hevur ikki ynskt at gjørt nakrar viðmerkingar, annað enn tað, at fyrrverandi venjarin, Milan Kuljic, ikki fór at halda fram í felagnum. Men nú er nýggjur venjari settur, og afturat honum, eisini ein hjálpari. Maðurin, sum frá síðulinjuni, fer …

TB venjarin er settur Read More »

TB styrkir seg við stórum profili

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir afrikansku kempuni hjá B68, eftir at tað gjørdist greitt, at hann mest sannlíkt vildi halda fram í bestu deildini. Fleiri feløg hava eisini ligið framvið, men dystin um undirskriftina hjá Ndende Adama Guéye, vann TB.

Tamur aðalfundur

Tvøroyrar Bóltfelag hevði aðalfund herfyri, og hóast tað var rættuliga spennandi, at hoyra um vitjanina hjá Sheffield FC á Tvøroyri í summar, so hoyrdist lítið um leikaratilgongd, og venjaraspurningurin er eisini ósvaraður enn. Fundarfólkið spurdi, sum vera man, um hesi týdningarmiklu mál, men svarið var eintýtt, frá endurvalda formanninum, Andra Dalfoss; -Arbeitt verður við málunum, …

Tamur aðalfundur Read More »

Spennandi talentir longja við TB

At TB hevur gjørt eitt miðvíst og gott ungdómsarbeiði í nøkur ár, sæst aftur á mongdini av leikarum, ið umboða ungdómslandsliðini. Heili fýra evnaríkir unglingar umboða í løtuni U19 landsliðið, umframt at okur eisini hava ein leikara á A landsliðnum. Tvøroyrar Bóltfelag kann í dag, við stórari gleði, kunngera, at tveir av hesum u-landsliðsleikarum, umframt …

Spennandi talentir longja við TB Read More »

Tíðirnar broytast, og vit broytast við

Starvsnevndin hjá Tvøroyrar Bóltfelag, saman við nýútnevnda ítróttarstjóra felagsins, Hans Fróða Hansen savnaðu í kvøld allar leikararnir í vaksnamannadeildini til fund. Á fundinum bleiv tikið samanum, júst farna kappingarár, og kunnað varð eitt sindur um, ætlanirnar fyri komandi ár. Heilt fitt av leikarum møttu, og menn vóru enn merktir, av øllum tí positiva frá farna …

Tíðirnar broytast, og vit broytast við Read More »

TB longir við tveir leikarir

Flaggskipið hjá Tvøroyrar Bóltfelag, Effodeildarliðið hevur nakrar spennandi og avgerandi dystir fyri framman, nú tað bert íresta tríggir dystir av kappingarárinum. TB liggja í løtuni toluliga væl fyri, hvat møguleikanum til, at yvirliva í deildini viðvíkur, og spenningurin er tí stórur, um tað skal eydnast røsku beiggjunum, at røkka málinum, sum var yvirliving, fyrst og …

TB longir við tveir leikarir Read More »

TB vóru suverenir

Við fyrrverandi stórleikarum, kempum úr Sumba, Vági, Hvalba og Runavík og sjálvandi av Tvøroyri, bardi eitt samansett TB lið seg til meistaraheitið í aldursbólkinum 45+. Allir leikarir hava leikt fótbólt stórar partar av teirra lívi, og onkur meira enn aðrir. Tveir á liðnum eru eisini skrásettir fyri landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Hetta var sjálvandi á …

TB vóru suverenir Read More »

TB raKar formin :)

Stemningurin á TB liðnum er sera góður í løtuni, og tað tikist, sum at leikararnir aftur trúgva, at teir megna at røkka málinum. Trúgvin á, at tað letur seg gera, er sterk í løtuni, og menn kempa og berjast, sum galt tað um lív. Tað er av sonnum eisini júst tað, sum tað ger. Aldursforsetin …

TB raKar formin 🙂 Read More »

TB og Einherjar áttu Svangaskarð

Á vøllinum vóru okkara garpar við undirlutan, í fyrra hálvleiki á Toftum leygardagin. men soleiðis var ikki á áskoðaraplássunum, tí har áttu Einherjar Svangaskarð. Tað hoyrdist næstan ikki eitt einasta B68 fjepp, í øllum larminum frá ágrýtnu áskoðarunum úr Suðuroynni. Um tað var hetta, sum dreiv beiggjarnir á vøllinum framá, skal undirritaði lata standa ósvarað. …

TB og Einherjar áttu Svangaskarð Read More »

Scroll to Top