Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fótbóltur

Greinar viðvíkjandi fótbóltsdystir í felagnum.

TB skal leika vinardyst móti B36

2. mars 2012 |

TB fer í morgin norður um fjørð at leika enn ein venjingardyst, sum liður í fyrireikingini til komandi kappingarár. Dystast skal aftur í Gundadali og hesu ferð er mótstøðuliðið meistararnir frá síðsta kappingarár, B36. TB hevur sum tað nýggjasta fingið … Les meira

TB ger stuðulsavtalur

2. mars 2012 |

Frá vinstru : Jón Danielsen (Articon) og Gudmund Mortensen (NJM), saman við TB leikarum. (Mynd: Bjarni Nygaard)

Í gjárkvøldið gjørdi formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag avtalu við tveir høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012. Talan er um stóru og kendu byggifyritøkuna, Articon, og lokalu søguligu handilsfyritøkuna, N.J. Mortensen. Hesar fyritøkur hava á fundi váttað at gerast høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012, og koma búmerki teirra sostatt at príða eyðkenda svart-hvíta TB búnan, sum hvørt mansbarn kennir. Júst tað, at felagið hevur so ríka søgu, gevur tí eitt stórt lýsingarvirði, og at tað aftur er á ovastu rók, í Effodeildini ger ikki støðuna verri.

Les meira

Nógvar venjingar yvir vikuskiftið

27. februar 2012 |

Mynd: Guðrun Nystrøm

Í sambandi við at FSF hevur skipað fyri B1-venjaraskeiði í Suðuroynni um vikuskiftið, hava  tað verið ein rúgva av venjingum á Sevmýri og inni í høllini í Trongisvági. Umleið 30 børn, í aldrunum 6-11 ár, blivu vand fríggjakvøldið, leygardagin og aftur sunnudagin, og hóast veðrið kundi verið betur, so var hugurin sera stórur hjá børnunum, sum glað og spent møttu upp. 13 venjarar fingu sunnudagin prógv sum B1 venjarar, og flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari. Vit í ungdómsdeildini hjá TB ynskja hervið at takka Fótbóltsambandinum fyri skeiðið, og børnunum fyri teirra hugagóðu luttøku.

Ungdómsdeildin
Les meira

TB vann við Løkin

26. februar 2012 |

Fyrireikingarnar hjá TB fyri komandi kappingarár eru í hæddini, og aftur í dag spældu okkara ein venjingardyst. Dysturin í dag var tann triðji í røðini, og dagsins mótstøðulið var NSÍ. Hóast tað var á útivølli, so vóru tað TB sum … Les meira

TB vitjar við Løkin í morgin

24. februar 2012 |

Triðji venjingardysturin hjá TB verður spældur í morgin 25. februar, og hesaferð ferðast okkara inn til Runavíkina, har teir við Løkin fara  at royna formin móti NSÍ. Flestu av okkara leikarum eru væl fyri, men nakrir smásnuddir eru tó, og tí sleppa hesir at hvíla seg. Meginparturin er tó tøkur, og venjarin hevur úttikið sær 18 leikarar at hava norður við. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl 12:45.
Les meira

Fimm spennandi leikarar longja

24. februar 2012 |

Heili fimm leikarar longdu í gjárkvøldið við aldursforsetan í føroyskum fótbólti. Fleiri høvdu frammanundan skrivað undir, og nú hesir spennandi leikararnar eru komnir afturat, sær tað út til, at Tvøroyrar Bóltfelag hevur eina ørgrynnu av spennandi leikarum, sum fara at kappast dúgliga um plássini á besta liðnum. Leikararnir talan er um hesaferð, eru Magnar Vang og Hanus Mortensen, sum báðir stóðu seg væl í fjør, hóast skaðar høvdu hug at arga. Og harafturat hevur tað eydnast at fingið knýtt tey trý supertalentini, Poul Ingason, Teitur Olsen og Patrik Johannesen at felagnum.
Les meira

Lutaseðlarnar eru nú drignir

22. februar 2012 |

Yvir veturin hevur Tvøroyrar Bóltfelag selt lutaseðlar, og hóast vinningarnar bara vóru tveir í tali, so vóru teir sera spennandi. Fyrsti vinningur var ein marglætisferð til Turkalands, fyri tvey vaksin og trý børn. Virðið á hesari ferð er kr. 45.000,-. … Les meira

Skrá fyri Bassa Cup

17. februar 2012 |

Skrá fyri Bassa Cup 18 feb. 2012:

Smápiltar 9:30 Piltar 11:45 Smádreingir 12:35 Gentur 13:25 Dreingir 14:15 Unglingar 16.15

Les meira

Árskort eru nú til keyps

14. februar 2012 |

Í londunum kring okkum, hoyra vit ofta um tey sokallaðu árskortini, sum fjepparar hjá feløgunum keypa sær undan kappingarbyrjan. Við slíkum kortum kunnu fjepparar keypa sær rættin til allar heimadystirnar tað givna kappingarárið, og spara sostatt pengar, umframt at teir sleppa frá at baksast við at keypa atgongumerki til hvønn dyst. Sovorðin árskort verða í næstum eisini til keyps á Tvøroyri, tí Tvøroyrar Bóltfelag bjóðar nú sínum fjepparum hendan møguleika.
Les meira

Teknið tykkum til Bassa Cup

9. februar 2012 |

Í morgin, er freistin til at tekna seg til innandura Bassa Cup kappingina í Trongisvági. Kappingin verður leygardagin 18. februar, og fyri at náa at leggja kappingina til rættis, mugu vit hava eina freist fyri tilmeldingunum. Gentur og dreingir kappast … Les meira

Dreingir byrja at venja leygarmorgun

9. februar 2012 |

Dreingjaliðið hjá TB/Royn byrja sína uttanduravenjing leygarmorgunin kl 10:30 á Sevmýri. Leikararnar verða bidnir um at møta í minsta lagi 15 minuttir áðrenn venjingin byrjar. Meira kunning um venjingartíðir fáa dreingirnar til fyrstu venjingina, og seinni verður tað eisini lagt … Les meira

Leygardagin fer TB til Gundadals

8. februar 2012 |

Leygardagin kl. 13 spæla HB og TB venjingardyst í Gundadali. Fyri bæði liðini er tað talan um ungar og spennandi hópar, sum allir eru svangir eftir at fáa nakrar minuttir í beinini. Dysturin leygardagin er tann næsti venjingardysturin hjá TB … Les meira

Breiddin sigraði

5. februar 2012 |

TB spældi ársins fyrsta venjingardyst í Vági í dag, og hóast tað var heimaliðið, ið var á odda 1-0 í steðginum, megnaðu tvøramenn at vinna 3-1. Bæði liðini skiftu nógvar leikarar í steðginum, og tí var tað ikki so lætt … Les meira

Fyrsti venjingardystur verður í morgin

4. februar 2012 |

Sum liður í fyrireikingunum til komandi kappingarár, har TB aftur er á ovastu fótbóltsrók, fara teir í næstum at spæla nakrar venjingardystir. Higartil eru seks slíkir dystir avtalaðir, og umframt onkran i oynni, verður eisini farið norður um Suðuroyarfjørð, har … Les meira

TB legði sínar ætlanir fram í kvøld

3. februar 2012 |

Á kunnandi fundi á Seglloftinum í kvøld, legði Tvøroyrar Bóltfelag sínar ætlanir fyri árið fram. Fjøldin var toluliga stór, og áhoyrararnar hoyrdu fyrst formannin, Andra Dalfoss taka orðið, áðrenn venjarin, hjálparvenjarin og forkvinnan í ungdómsdeildini fingu orðið. Eisini varð kunnað eitt sindur um vallarverkætlanina, sum umboð fyri Suðuroyar Ítróttardepil tóku sær av. Felags fyri røðararnar var, at teir greiddu frá um fyritaksemi sítt í næstum, og sigast má, at tað verður sera spennandi hjá TB viðhaldsfólki, tvørafólki og suðuroyingum sum heild í ár.
Les meira

Dystarskráin fyri 2012 er nú klár

25. januar 2012 |

Eftir at hava bíðað í spenningi, síðan síðsta bríksl í fjør, er tað nú greitt, hvussu spælast skal í bestu deildini í 2012. TB, sum nú aftur telist millum liðini á ovastu rók, sleppa í ár, millum annað, at endurnýggja … Les meira

Innandurakappingin verður 18. februar

12. januar 2012 |

Bassa CUP 2012 fer av bakkastokki 18. februar 2012

Eftir at hava flutt tiltakið aftur og fram millum ymisk tíðspunktir, er tað nú greitt, at árliga innandurakappingin, Bassa Cup verður hildin 18. februar í høllini í Trongisvági. Nakrar ferðir  hava vit verið noydd at flyta tiltakið, orsakað av samanrenningum við aðrar ítróttargreinar, men nú er tíðspunktið sett endaliga.
Les meira

Útbúgv teg til venjara í Suðuroynni

11. januar 2012 |

Freistin at tekna teg er mánadagin 16. januar

Í døgunum 27. til 29. januar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B1-venjaraskeiði á Tvøroyri. Við hesum gerast umstøðurnar hjá suðuroyingum at fara undir venjaraútbúgvingina, munandi betri.
Les meira

Ghanesi til royndarvenjing

7. januar 2012 |

Samuel Ayew Yeboah - Álopskendur miðvallari - 23 ár - 1 A-landsdyst fyri Ghana. Her sæst hann í landsdysti móti Tanzania í 2009

TB hava fingið fatur á einum álopskendum miðvallara úr afrikanska landinum Ghana. Leikarin talan er um, er Samuel Ayew Yeboah, og er hann skrásettur fyri ein landsdyst fyri Ghana afturi í 2009, í African Nations Championship.
Hesin Samuel kemur til royndarvenjing á Tvøroyri í næstum, og gongur tað honum væl, verður sáttmáli væntandi undirskrivaður millum partarnar.
Les meira

Seks leikarar afturat longja við TB

7. januar 2012 |

Síðan vit seinast skrivaðu um leikarar, ið hava skrivað undir sáttmála við TB, hava ikki minni enn seks aðrir leikarar skrivað undir sáttmála við aldursforsetan. Talan er um fjølbroyttir leikarar, og serliga spennandi er at frætta, at gylta serbiska trioin, Ivan, Dmitrije og Bojan teljast millum hesar. Fyrireikingarnar ganga væl hoyrist frá starvsnevndini, og tað verður arbeitt av øllum alvi við at skapa ein breiðan og sterkan hóp.
Les meira